Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kåre Kivijärvi Hann er føddur í 1938 í Hammerfest, og byrjaði yrkisleið sína sum journalistlærlingur og myndamaður í 1956 í “Vestfinnmark Arbeiderblad”. Seinni las hann undir Otto Steinert, professara, sum tá var kendasti lærumeistarin í mynda- tøku. Kåre Kivijärvi kom av álvara fram í 1960 í Oslo Kunst- forening og í 1962 gjørdist hann kendur í Helsinki á framsýn- ingini í Finnish Design Center. Í nógv ár var hann knýttur at størstu miðlafyritøkuni í Finn- landi “Helsingin Sano- mat” og vikublaðnum “Viokosanomat”. Hann doyði í 1991. 16 Nr. 40 – 26. februar 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Jamen, tað eru tær altso - veikar, ja - siga nakrar av systrum teirra. Eg jabbi sjálvandi um kvinnurnar, sum ikki vilja eita konur. Nú er tað eina ferð so, at eg eri maður, so eg skilji ikki hesar kvinnur. Ikki við mín súra skógv. Men tað er okkurt við, at tær eru sjálvstøðugari og sterkari enn konur, og tær tora at siga sína meining. Tað gera konur ikki. Konur eru nemliga so vælsignað skinklutar og óhjálpnar, tær kunnu finna upp á at ganga í giggutum klæðum, við turriklæð um høvur, og so eru tær vist eisini nokkso tjúkkar. Og so tað ringasta av øllum - tær eru giftar. Pínadoyðs skil, altso. Men eg eri maður, og eg forstandi ikki kvinnurnar. Skal eg siga, sum er, so gera tær meg trill í ørviti. Men eg veit, hvør bøta kann um mín sálarkvøl - eg spyrji bara børnini. Tí tey siga, at ein maður er ein maður, og ein kona, - ja, tað er ein kona. Og tey smílast kanska og halda, at nú spyr maðurin vissuliga býtt, tí tað hava vit sjálvi fortalt teimum. Nokkso snedugt. So hví kunnu kvinnurnar ikki bara lurta eftir hesum barnalogikki? Hvat er galið við konuni? Hvat hevur hon gjørt? Hví skal hon á dungan, kippast niður í køstin og so farvæl og takk? Eg eri maður, so eg veit ikki at svara. Men áðrenn kvinnurnar púra hava køvt systur sína, skulu tær píkasjey vita, at vit áttu orð, sum lýstu hana sum ein púra natúrligan og livandi skapning, við brigdum, sum slíkur skapningur hevur. Hon kundi bæði vera: vinkona, arbeiðskona, barna- kona, løgtingskona, bróðurkona, bróstakona, fyri- støðukona, vaskikona, sørvágskona, skrivstovukona, dygdarkona, grannakona, gubbakona, hjákona, havn- arkona, húshaldskona, embætiskona, kókikona, seymi- kona, skilakona, skyldkona, sonarkona, landsstýris- kona og stáskona. Sig so tað. Og tá tær so hava kastað mold á hana og eru vorðnar næstan líka fínar og flottar sum menninir, so kann eg fortelja eitt afturat, at menninir eru ikki altíð so fittir og fínir. Vit eru slettis ikki bara supermenn og skila- menn. Vit kunnu faktiskt vera minst líka veikir og tvitnir, sum konan var. Vit kunnu vera: vánamenn, bukkumenn, vesalamenn, ruskmenn, álopsmenn, brotsmenn, brennivínsmenn, flagmenn, øvundarmenn, illgerðarmenn, kukkumenn, ódugnamenn, óviljamenn, stigamenn, træmenn, vesalamenn, yvirgangsmenn og neyðtøkumenn. Tí eg eri maður og veit, at menniskjað er ein brongl- utur skapningur, við góðum og ringum eginleikum, maðurin eins væl og konan. Men eg kundi aldri funnið upp á at fornoktað tey fyri tað, tí eg eri teirra úrslit. Eg eri maður og veit, at ein kona verður hvørki fínari ella frælsari, bara tí hon eitur kvinna. Og hon fær ikki flottari reyv av tí heldur. Nei, so halgadoyð fær hon ikki tað. Niksenbiksen! Hennara stríðsflagg er einki annað enn hennara egni skroypiligi samleiki, og hennara kepphestur nyttar bara til at sláa seg sjálva í reyvina við. Tí kynið er nemliga ikki so at forkasta. Eg eri maður og sigi, at ikki at vilja eita kona er at fornokta allar tær túsundtals konur, sum mangar gjørdu sítt til, at konur nú á døgum eru tað, tær eru. Eg eri maður og sigi, at ikki at vilja eita kona er at fornokta sítt egna slag. Og slíkt er nalvamentan. Slíkt er tann brennandi fáfongd. Tí tær gomlu tordu sku at stinga fingurin í ein kukkubolla, uttan at tað skeiklaði teirra identitet. Og spesielt ósexutar hava tær neyvan verið heldur, tí annars stóð eg ikki her og skrólaði. Yvir og farin. Konur eru veikar Sjúrður Gullbein skrivar: - Við hvørt hendir ymiskt í lívinum, sum fær meg at hugsa, at meiri er enn vit eru før fyri at skilja, sigur Hermod Korsvik úr Bodø meðan at kannar eina ta kendastu myndina í norskari eftirkrígssøgu. Á myndini stendur hann umborð á “Gargia” úr Hammerfest, og aftan fyri hann stendur Hugo Jo- hannesen, føddur og upp- vaksin í Miðvági. Teir vóru báðir ungir trolmenn ta ferðina Kåre Kivijärvi tók kendu myndina á Svalbardbankanum, ein dag í juni í 1957. Stutt eftir søgdu Hermod og Hugo farvæl hvør við annan, og síðani hevur einki samband verið teirra millum. Ikki fyrr enn fyri hálvum øðrum ári síðani. Óvæntað vitjan - Hugo ringdi til mín knappliga úr Hammerfest. Tey 40 árini, sum vóru liðin, vóru sum burtur, og stutt eftir bankaði hann á dyrnar heima hjá mær. Góðir, gamlir dagar komu knappliga nógv nærri, greiðir Hermod Korsvik frá í samrøðu í blaðnum Nordlands Framtid. Nógv er broytt í lívi- num hjá hesum báðum vinmonnunum. Hermod, sum upprunaliga er úr Målselv, er fyri langari tíð síðani fluttur til Bodø og har stovnað familju. Hann segði farvæl við sjógvin, og eftir lokna hernaðar- tænastu, gjørdist hann rørleggjari. Seinni gjørdist hann fakfelagsleiðari, fyrst í Bygningsindustri- arbeiderforbundet og seinni í Fellesforbundet, har hann framvegis starv- ast. Føroyingurin Hugo Johannesen hinvegin flutti til Esbjerg í 1962. Hann hevur átt tíggju fiskibátar og fingist við fiskiskap øll árini. - Vit høvdu nógv at tosa um, men Hugo visti ikki, at myndin av okkum báð- um, sum Kivijärvi tók á sinni, hevur verið við á framsýningum bæði innan- og uttanlands, greiðir Her- mod Korsvik frá. Tí gjørd- ist Hugo ikki sørt bilsin, tá ið Korsvik gav gamla vini sínum eina plakat av myndini. Visti ikki - Eg visti heldur ikki av myndini fyrr enn eg sá dokumentarfilmin hjá Knut Erik Jensen um Kåre Kivi- järvi, sum nú er deyður. Sendingin varð víst í norska sjónvarpinum í Ein mynd – tveir vinmenn VINMENN. Myndin Trålgaster er ein av kendastu myndunum, sum kendi norski myndamaðurin Kåre Kivijärvi hevur tikið. Men søgan er eisini um tveir vinmenn, annar føroyingur, hin norðmaður, sum vórðu sameindir aftur eftir 40 ár 1989. Eg ringdi beinan- vegin til Kivijärvi og segði, hvør eg var. Hann gjørdist ógvuliga glaður, og sendi mær tvær plakatir til mín 50 ára føðingardag. Sjálvsagt skuldi Hugo hava aðra, tá ið hann knappliga kom undan kavi, sigur Hermod Korsvik, sum minnist Kåre Kivijärvi sum ein fittan mann og ein myndamann, sum við stórum áhuga og áræði gekk upp í sítt arbeiði. - Hann tók ein heilan hóp av myndum umborð á “Gargia”. Og tað er ikki sørt stuttligt at hugsa um, at myndin av Hugo og mær í nógv ár hevur hingið á vegginum á fínastu matstovuni í Oslo, “Bagatelle”, sigur Hermod Korsvik. Teir báðir trolmenninir hava nú gott samband hvør við annan, og teir tosa saman í telefon eina ferð um mánaðin. Í summarfrítíðini hittast teir fyri at tosa um gomul minni og vinalagið. Hóast tað nærum byrjaði við eini mynd. Kelda: Nordlands Framtid 12. 01. 2000 Trålgaster” eitur kenda myndin av Hermod Korsvik og Hugo Johannesen umborð á gamla “Gargia” úr Hammerfest. Nr. 40 – 26. februar 2000 17 Eyðun Klakstein Stríðið millum fjølmiðlarnar og politisku skipanina er klassisk. Uppgávurnar hjá fjórðu stats- maktini og hinum trimum eru so ólíkar, sum tær kunnu verða, tá tað snýr seg um umstríddar ella loyniligar upplýsingar. Umsitingin og lóggávuvaldið skulu halda tætt, tá tey hava fingið vitan ella upplýsingar í trúnaði, meðan fjølmiðlarnir kenna sína uppgávu sum at fáa hendur á øllum upplýsingum, sum hava samfelagsligan týdn- ing - eisini um hesar upplýsingar eru ætlaðar at verða loyniligar fyri almenninginum. Mest aktuella dømið er upp- ritið í fullveldismálinum, sum er latið uttanlandsnevndini í trún- aði. Tað er ikki ætlanin, at fjøl- miðlafólk ella almenningur skal hava innlit í hetta upprit, tí uttanlandsnevndin skal sleppa at viðgera tað í friði og náðum. Tá hendan viðgerð er liðug, verður uppritið alment. Klassiska stríðið um upplýs- ingar hevur eisini verið aktuelt í hesum máli. Fjølmiðlarnir hava borið upplýsingar úr uppritinum, og hesar upplýsingar hava eftir øllum at døma verið álítandi. Løgmaður heldur seg hava staðfest, at Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur likið upp- lýsingar úr uppritinum, og hann kærdi tí sambandsmannin fyri formansskapinum í løgtinginum. Heðin Mortensen vísti øll ákær- unum aftur, og segði seg bara hava sagt tað, sum hevur verið alment. Løgtingsformaðurin helt einastu loysnina á málinum verða, at løgmaður meldaði Heðin Mortensen til løgregluna, men tað vildi Anfinn Kallsberg ikki. Við at kæra Heðin Mortensen fyri formansskapin hjá løgting- inum hevur løgmaður onkurs- vegna vátta, at tað, sum Heðin Mortensen varð siteraður fyri í Dimmalætting, stendur í upp- ritinum. Og so er spurningurin hvør hevur gjørt seg meira inn á trúnaðarstemplið... Boðberin skal ikki skjótast Maðurin, sum tey flestu munnu tvinna saman við fulveldismálið og tað loyniliga uppritið, er Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum. Hann hevur roynt báðar leik- lutirnar, bæði sum umboð fyri fjølmiðlarnar og nú sum pol- itikkari. Hann skilir væl, at fjøl- miðlarnir royna at fáa fatur á upplýsing úr uppritinum. - Tað skulu fjølmiðlarnir gera. Teirra uppgáva er at fáa fatur á øllum upplýsingum, sum teir halda almenningurin hevur á- huga í, og sjálvt um vit politikk- arar halda hetta verða óheppið, so nyttar einki at leggja eftir boðberanum, sigur Høgni Hoy- dal. - Føroyskir politikkarar hava alt ov ofta hug at skjóta boð- beran. Um fjølmiðlarnir fáa fatur á upplýsingum, sum eru latnar í trúnaði, skulu teir meta um, um tað hevur almennan áhuga at upplýsingarnar verða kunngjørdar. Høgni Hoydal heldur ikki, at fjølmiðlarnir skulu virða trúnað- arstemplið, sum er sett á upp- ritið í fullveldismálinum, men tað skulu teir politikkarar gera, sum hava fingið uppritið. - Tað hevði harmað meg al- mikið, um ein fjølmiðil hevði almanngjørt uppritið nú, men tað hevði eg ikki lastað teimum fyri. Hinvegin hevði tað skapt ein trupulleika hjá politikkar- unum, tí teir sum hava fingið uppritið, eiga at halda tað fyri seg sjálvar. - Eg eri fegin um, at løgtings- formaðurin hevur gjørt øllum greitt, at tað er álvarsmál at bróta trúnaðin.Trúnaðarstemplið er sett á uppritið, fyri at uttan- landsnevndin skal fáa frið at viðgera málið. Tá viðgerðin er liðug, verður uppritið alment, sigur landsstýrismaðurin. Niðursetandi fyri skipanina Jenis av Rana er ein av teimum politikkarunum, sum hevur upp- ritið í fullveldismálinum, og tað skapar ongar trupulleikar hjá honum. - At trúnaðarstempul er sett á uppritið, ger tað so sera einfalt, tí so er tað latið mær í trúnaði, og eingin fær nakrar upplýsingar úr tí frá mær, sigur løgtings- maðurin og kommunulæknin, sum er vanur við trúnaðin frá sínum dagliga yrki. Allir limirnir í uttanlands- nevndini hava fingið uppritið, og teir hava fingið loyvi frá formanninum í nevndini at kunna tingbólkin um tað, men sjálvt uppritið skal ikki latast víðari. - Eg skilji væl, at fjølmiðlarnir royna at fáa upplýsingar úr upp- ritinum, og tað síggi eg einki forgjørt í. Tað geri eg hinvegin, um tað eru politikkarar sum leka. Slíkt kann eg ikki taka, sigur Jenis av Rana. - Tað er ein spurningur um at virða trúnaðin, og fer tað at leka við upplýsingum, sum eru latnar í trúnaði, so skapar tann, sum lekur, ein stóran trupulleika fyri politisku skipanina. Hetta snýr seg um at virða parlamentar- ismuna, og letur onkur slíkar upplýsingar, er tað at niðurgera hana. Jenis av Rana sigur seg ikki Bardagin um upplýsingar TRÚNAÐUR. Politiska skipanin vil ikki hava, at fjølmiðlarnir fáa allar upplýsingar í øllum málum, meðan fjølmiðlarnir nokta at góðtaka, at upplýsingar skulu haldast loyniligar hava fingið nakra áheitan frá fjølmiðlunum um at lata upp- lýsingar úr uppritinum. - Við hvørt skulu mál við- gerast í friði, og fullveldismálið er eitt gott dømi um tað. Tað verður útlagt, sum um vit royna at fjala nakað, men tað gera vit ikki. Vit viðgera málið í friði, og tá viðgerðin er liðug, verður uppritið latið almenninginum, sigur hann. Fjølmiðlarnir skulu ikki hugsa um trúnaðin Sjónvarp Føroya hevur, sum hini fjølmiðlarnar, borið upplýsingar úr uppritinum. – Tá uppritið varð latið uttan- landsnevndini, settu vit okkum í samband við onkur fólk fyri at fáa týðandi upplýsingar úr uppriti- num, og tað eydnaðist eisini, sigur Øssur Winthereig, tíðindastjóri í SvF. – Okkara uppgáva er ikki at halda tætt við slíkum upplýsing- um, tí vit hava ikki fingið tær í trúnaði. Hinvegin skulu vit leggja okkum eftir at fáa fatur á øllum upplýsingum, sum hava týdning fyri almenningin, og viðgera tær journalistiskt. Í SvF hava tey tosa um, hvat tey skulu gera við uppritið. Um tað yvirhøvur er rætt at bera upp- lýsingar úr tí, tí tað er ein partur av samráðingunum við danir, men har varð niðurstøðan, at upplýs- ingarnar úr uppritinum hava sam- felagsligan týdning, og uppgávan hjá fjølmiðlunum er at upplýsa fólk um øll týðandi mál. – Tað kundi verið líkt til, at uppritið er snikkað soleiðis til, at tey, sum hava skrivað tað, hava tikið hædd fyri, at tað kundi leka út. Har er einki kollveltandi í tí, men heldur eitt samankók av tí, sum hevur verið frammi áður, sig- ur Øssur Winthereig. Hóast uppritið er latið fólki í trúnaðin, er tað onkur, sum hevur latið upplýsingar úr tí. –REg eri glaður fyri, at tað eru summi, sum vilja lata upplýsingar til fjølmiðlarnar, tí tað gevur nakr- ar góðar og týdningarmiklar søg- ur. Tað er ikki bara galdandi í hesum málinum, men í nógvum øðrum eisini, sigur Øssur Winth- ereig. Og soleiðis heldur stríðið fram millum fjølmiðlarnar og politisku skipanina um uppýsingar fram. Og ofta er ein leki grundarlagi undir, at týðandi mál verða borin í fjølmiðlunum. Klassiska stríðið um upplýsingar hevur eisini verið aktuelt í fullveldismálinum, har fjølmiðlarnir hava ligið úti eftir upplysingum úr uppritinum til ríkisrættarligu samráðingarnar. Modelmynd: Jens Kristian Vang