hósdagur 8. mai 2008síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 87 - 8. mai 2008
Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 10 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo | www.shell.fo
SPAR brennievni
6. Halt javna ferð
Heldur enn at lata motorin koyra í frígervi í undan-
brekku, skalt tú varðveita sama snúningstalið. Tað
merkir, at tú vinnur ferð, sum kann gagnnýtast heilt
orkurætt, um tú seinni skalt í mótbrekku.
7. Stilla motorin
Kanna og innstilla motorin. Ein rætt stillaður motorur
kann minka brennievnisnýtsluna við upp til 4 prosentum,
so skift olju og akta tilráðingunum frá bilframleiðara-
num um tænastueftirlit.
8. Rætt dekktrýst
Dekk við røttum lufttrýsti eru tryggari og halda longur.
1 psi ov lágt dekktrýst kann økja brennievnisnýtsluna 3
prosent. Vandi fyri breki er altíð størri á dekkum við ov
høgum ella ov lágum dekktrýsti.
9. Ansa eftir vektini
Hvørji eyka 45 kg í bili-
num kunnu økja brenni-
evnisnýtsluna við 1 – 2
prosentum. Tak óneyð-
ugar lutir ella viðføri, ið
økja vektina, úr bilinum.
10. Hav vindeyguni aftur
Vindur, ið blæsir inn ígjøgnum eitt opið
vindeyga, minkar ferðina á bilinum. Um tú
so trýstir eitt sindur eyka á ferðilin fyri at
fáa ferðina upp aftur, økir hetta brenniev-
nisnýtsluna.
11. Nýt røttu oljuna
Nýt altíð ta av bilframleiðaranum við-
mæltu dygdarmotoroljuna, tí tað kann
minka brennievnisnýtsluna 1 – 2 prosent.
Betri motorolja kann eisini betra um mo-
tordygdina.
12. Kanna luftfiltrini
Luftfiltrini halda óreinskum burtur, so
motorurin ikki verður skaddur. Við at
skifta eitt typt luftfiltur kanst tú minka
brennievnisnýtsluna upp til 10 prosent og
verja motorin.
1. Koyr javnt
Harðlig koyring kann økja brennievnisnýtsluna við einum
heilum triðingi í mun til varðligari koyring. Lat vera við
at økja ferðina ella bremsa harðliga, og royn at snara
róðrinum so lítið sum gjørligt.
2. Koyr í hægri gervi
Jú hægri gerv, jú lægri snúningsferð á motorinum, og
tað minkar brennievnisnýtsluna. Skift í hægri gerv, tá tú
kanst, uttan at ovevra motorin.
3. Sløkk motorin, tá tú stendur stillur
Tómgongd leiðir teg ongan veg, men nýtir kortini bren-
nievni. Sløkk motorin, tá tú bíðar eftir onkrum, og tendra
ikki aftur fyrr enn tað er neyðugt.
4. Koyr hóvliga
Meira ferð gevur størri luftmótstøðu, sum krevur meira
brennievnisnýtslu fyri at halda ferðini. Ansa eftir, at snú-
ningsmátarin ikki fer upp í tað reyða økið.
5. Koyr sum minst í meldurtíð
Um tú kanst sleppa undan at koyra í meldurtíðini, nýtir
tú minni tíð at bíða í ferðsluni, og so sparir tú brennievni.
Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 10 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo | www.shell.fo
1. Ansa eftir hitanum
Tað nýtist ikki at vera heitari enn 21 stig í rúminum,
har tú ofta heldur til. Fyri hvørt hitastig, tað verður
kaldari inni, sparir tú um fimm prosent. Skrúva hitan
eitt sindur niður, tá tú ert úti og um náttina – tó ikki
meira enn fýra stig, tí annars verður ov dýrt at hita
uppaftur.
2. Spar heita vatnið
Tað er kostnaðarmikið at hita vatn. Far t.d. undir
brúsuna í staðin fyri í baðikarið. Eitt baðikar tekur
umleið 180 litrar, og ein brúsa nýtir á leið 10 litrar
um minuttin.
3. Skrúva hitan fyri undir útlufting
Lufta heldur stutt út nakrar ferðir um dagin, í
staðin fyri at hava vindeyguni opin allan dagin.
Minst til at skrúva termostatarnar fyri, tí annars seta
termostatarnir hitan upp beinanvegin. Hav annars
vindeygu og hurðar afturlatin.
4. Bjálva húsini væl
Stórur orkumissur er í illa bjálvaðum húsum. Bjálving
er ein íløga, sum verður gjørd eina ferð. Íløgan er
skjót at vinna aftur, og ein varandi sparing. Bjálva
loft, kjallara, veggir vatntanga og rør, og tað hevur
við sær minni orkunýtslu. Minst eisini til tetta fugur
runt hurðar og vindeygu, tí trekkur elvir til stóra
meirnýtslu.
5. Kanna vindeygu og rútar
Vindeygu kunnu vera ein stórur orkumissur, tí kann
tað loysa seg at skifta til orkurútar, um tú hevur
ótøtt, gomul ella punkterað gløs, ella um stakrútar
eru í vindeyganum. Orkurútar minka munandi um
hitamissin gjøgnum rútin.
6. Kanna ketil og oljufýr
Eldri ketlar gagnnýta bert um 70 – 75 prosent av
orkuni. Nýggir gagnnýta um 90 – 100 prosent.
Stórur orku- og hitamissur er í ketlum, sum ikki
verða reinsaðir, og oljufýrum, sum ikki eru rætt
stillað. Einans tveir millimetrar av sóti í ketlinum
hava við sær, at oljunýtslan økist um átta prosent.
Um oljufýrið steðgar í heilum, kostar tað eyka,
hvørja ferð húsið skal hitast uppaftur.
GÓÐ spariráð