fríggjadagur 9. mai 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2008
29
Tíðindaskriv
Psykiatriski Deplin og
Sálarfrøðistovan
Hóast talið av sjálvmorðum í
Føroyum er lágt í mun til onn
ur lond, so vísa kanningar, at
talið av føroyskum ungdómi,
sum hava tankar um sjálv
morð, og sum hava gjørt
royndir at taka lívið av sær,
er rættiliga stórt. Royndir
aðrastaðni frá vísa, at talið av
teimum, sum gera sjálvmorðs
royndir er einar tíggju ferðir
størri enn talið av teimum,
sum taka lívið av sær, og at
vandin fyri at taka lívið av
sær er størri hjá teimum, sum
hava roynt hetta áður.
Psykiatriski Depilin hevur
seinastu árini verið við til at
fyriskipað altjóða dagin til
sjálvmorðsfyribyrgjan, sum
hevur verið hildin við ymisk
um upplýsandi tiltøkum í
Miðlahúsinum. Arbeitt hevur
verið víðari við at gera eina
skipan hvussu meira praktiskt
kann fara fram á hesum øki
num og hvussu serligar at
gerðir kunnu takast fyri at
fyribyrgja sjálvmorðum í Før
oyum eisini.
Í hesum sambandi er Psyki
atriski Depilin komin í sam
band við viðgerðarskipanina
VIVAT, sum er norsk og
gongur út frá Universitetssjú
krahúsinum í Tromsø. Hetta
er ein tilltaging av eini canad
iskari skipan Liwing Works
Education, sum er tann mest
útbreidda skipanin til sjálv
morðsfyribygjan og er tillag
að í fleiri londum.
VIVAT er skipað sum eitt
fyrstahjálparskeið til fólk,
sum á ein ella annan hátt
koma í samband við fólk,
sum ganga við ætlanum um
at taka lívið av sær ella hava
roynt hetta. Hugsað verður
her um lærarar og lestrarveg
leiðarar á miðnámsskúlum,
tey sum hava við ymiskt ung
dómsarbeiði at gera, bæði í
starvi ella sjálvboðin, t.d.
ungdómshús, skótar og ítrótt
arfeløg, tey sum arbeiða á
skaðastovum og intensivum
deildum, psykiatriskum deild
um, løgreglufólk og tey sum
koyra sjúkrabil, læknar, sálar
frøðingar, sosialráðgevarar,
tey sum hava við starvs
fólkaleiðslu at gera umframt
onnur áhugaði.
Skeiðið verður hildið í
tveir dagar, har tað á ymsan
hátt verður arbeitt við at læra
fólk at fáa eyga á tey, sum á
einhvønn hátt eru í sjálv
morðsvanda, at læra at tora
at tosa um hetta og seta teir
neyðugu spurningarnar fyri
at kunna gera eina meting av
vandanum og læra at skipa
eina ætlan, sum kann byrgja
upp fyri, at lív fer fyri
skeyti.
Arbeitt á skeiðnum við at
sameina tær royndir, sum eru
aðrastaðni frá hesum viðvíkj
andi og royndirnar hjá luttak
arunum, og arbeiðshátturin
er eitt bland av styttri fyri
lestrum, tjaki, filmum og
bólkaarbeiði.
Vit hava leingi havt ynski
um at koma stigið víðari í
okkara ætlanum um at skipa
serligt fyribyrgingarbeiði í
sambandi við sjálvmorð, og
halda at hendan canadiska
skipanin er sera áhugaverd
og hevur fingið stak góðar
eftirmetingar og verður hild
in at hava havt avgerandi
ávirkan á, at talið av sjálv
morðum er fallið, sigur Tor
móður Stórá, sálarlækni og
læknafakligur leiðari á Psyki
atriska Deplinum. Fyri at
kanna nærri hvussu hetta
hóskar hjá okkum, hava vit
valt at taka upp hetta sam
starvið við Universitetssjúkra
húsið í Tromsø og tey sum
standa fyri norsku útgávuni,
sum kallast VIVAT. Á hendan
hátt kunnu vit fáa royndar
skeiðleiðarar hendan vegin,
sum hava arbeitt við skipanini
í fleiri ár, og bæåi undirvísing
og tað umfatandi tilfarið,
sum luttakararnir fáa er á
norskum, sum fyri tey flestu
fellur lættari enn um tað
skuldi verið á enskum. Eftir
metingin av skeiðnum kann
so geva okkum leiðbeining
um hvussu vit koma víðari,
og hava vit t.d. møguelika at
senda fólk á skeið í Noregi
fyri at gerast undirvísarar á
fyrstahjálparskeiðnum,
so
hetta kann gerast ein aftur
vendandi undirvísing her, til
lagað
okkara
viðurskifti,
sigur Tormóður Stórá.
Seinasta heyst varð kunn
gjørd ein stór kanning av
ymiskum viðurskiftum hjá
føroyskum ungdómi, og har
vóru skelkandi tøl fyri hvussu
nógv ungfólk her heima
gingu við tonkum um sjálv
morð ella høvdu roynt at taka
lívið av sær, nógv enntá fleiri
ferðir.
Kanningarúrslitini
skelkaðu eisini eitt nú ting
menn og varð hetta tikið upp
sum fyrispurningur í løgting
inum, uttan tó at nakar visti
at siga hvussu vit her heima
kundu hjálpa upp á hetta.
Hetta skundaði nokk eisini
undir arbeiði okkara at fáa
tikið stigið til hetta átakið,
siga Tormóður Stórá, sálar
lækni og Kathrina L. Joensen,
sálarfrøðingur, ið skipa fyri
og sum vóna, at undirtøkan
verður góð millum tey, sum
kunnu gera ein mun á hesum
økinum.
Skeiðið verður hildið á
Hotel Føroyum 27. og 28.
mei í ár og tilmeldast skal í
seinasta lagi 14. mei á
vivatfo@hotmail.com. Luttak
aratalið er avmarkað og
strembað verður eftir at sam
anseta ein luttakarabólk, sum
fevnir breitt um tey, sum
koma í samband við fólk í
sjálvmorðsvanda. Undirvís
ararnir á skeiðnum eru tríggir
normenn, sum hava hildið
nógv tílík skeið áður. Kostn
aðurin fyri skeiðið er 3000
kr, og tá er eisini íroknað mat
ur og drekka.
Skeiðið verður fyriskipað
av Psykiatriska Deplinum í
samstarvi við Sálarfrøðistov
una í Tórsgøtu.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Leiðari til Sambýlið í Niðarugøtu í Tórshavn
Søkt verður eftir leiðara til Sambýlið í
Niðarugøtu 15 í Tórshavn til setan 1.
august 2008.
Í sambýlinum búgva 4 vaksin
seinheilaskadd fólk. Virkisstøðið hjá
hesum fólkum ber dám av truplum
kognetivum avleiðingum og ofta er eisini
talan um fysisk brek.
Ynskiligt er, at tann, sum settur verður,
hevur kunnleika til og royndir innan
arbeiði við fólki, sum hava seinheila
skaða. Eisini er tað ein fyrimunur, um
viðkomandi hevur roynt seg sum leiðari
áður og hevur framhaldsútbúgving
innan økið.
Sóknast verður eftir fólki, sum
• hevur viðkomandi útbúgving
• hevur hug og hegni at fyrisita og leiða
• kann standa fyri at fremja broytingar
• hevur vilja og evni at samstarva við
viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og
leiðslu
• hevur hugflog at síggja møguleikar
fram um forðingar
• kann seta greiðar linjur
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Nærverkið og tænastu
staðurin er í løtuni í Trivnaðartænastuni.
Starvið verður sett sambært sáttmála
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til virkandi deildarleiðara Hermann
Mortensen á telefon 360000.
Umsókn
Umsóknir við hjaløgdum próvskjølum,
viðmælum og lívsgongdarlýsing skulu
sendast til:
Trivnaðartænastan
Stílað: Hermann Mortensen, virkandi
deildarleiðari
Argjavegur 26
Postsboks 3037
Fo100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 30. mai 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Starvsfólk til Eldrasambýlið Oman Mattalág
í Tórshavn
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum,
heilsurøktarum og heilsuhjálparum í
starvsbrøki 0,7 ella 0,8 og ítrivsvegleiðara
í starvsbrøki 0,5 at starvast í nýggja
Eldrasambýlinum Oman Mattalág í
Tórshavn og at byrja 1. august 2008.
Eldrasambýlið Oman Mattalág er
partur av Heimatænastuni Øki 1
í Suðurstreymoy og pláss er fyri 9
búfólkum.
Hugsjónin fyri Heimið
Miðað verður eftir at skapa eitt heimligt
og virkið umhvørvið út frá Eden
hugsjónini og við virðing og umsorgan
at stuðla undir virkisførleika og vælveru
hjá tí einstaka búfólkinum.
Vit vænta av tær, at tú hevur
• Áhuga í og gleði við at arbeiða við eldri
fólki
• Vilja til at starvast í tráð við hugsjónina
fyri Heimið
• Vilja at starvast út frá Eden hugsjónini
• Er til reiðar at bróta upp úr nýggjum og
ganga aðrar leiðir
• Dugir væl at samstarva og samskifta
við onnur
• Er motiverað og fleksibul
• Kann arbeiða í skiftandi vaktum
Vit kunna bjóða
• Eitt spennandi og mennandi starv,
har tú hevur møguleika at vera við
til at byggja upp eitt heim í tráð við
hugsjónina fyri Heimið og seta dám á
umhvørvið.
• Góða innleiðslu
• Møguleika fyri persónligari menning
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar og setanarviðurskifti eru sambart
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um størvini við
at venda sær til økisleiðara Ceciliu
Vestureið á telefon 217249 ella við
telduposti: ceciliav@naerverk.fo ella
til deildarleiðaran Tórhild Dalsgaard
á telefon 217123 ella við telduposti.
torhildd@naerverk.fo
Umsókn
Send eina umsókn við avrit av prógvi og
upplýsingum um útbúgving og fakligar
royndir til:
Heimatænastan
Stílað: Cecilia Vestureið, økisleiðari,
Skálatrøð 14
Fo-100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 26. mai 2008.
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Fyrstahjálp til sjálvmorðsfyribyrgjan