fríggjadagur 9. mai 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2008
31
Endurlýsing
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar.
Starvsfólkaleiðari
Av tí at verandi starvsfólkaleiðari fer í annað starv, verður
við hesum søkt eftir nýggjum starvsfólkaleiðara at seta sum
skjótast. Rætta fólkinum kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi og
áhugavert starv.
Arbeiðsøki
Uppgávan er at leiða og standa fyri starvsfólkadeildini og
áhaldandi menna starvsfólkaøkið hjá Landsverki. Tað er
somuleiðis uppgávan at syrgja fyri, at vit hjá Landsverki
altíð hava nøktandi HR og KT-amboð.
Starvsfólkadeildin tekur sær av bæði starvsfólkarøkt og
umsiting, herundir øllum tí, sum hevur við setanarviðurskifti
at gera, starvsfólkamenning, skrivstovuumsiting, frítíð,
arbeiðstíð og lønarviðurskifti. Í hesum sambandi er tað
eisini ein uppgáva at gera yvirskipaðar mannagongdir og
reglur. Tú verður partur av leiðslubólkinum, har tíni
sjónarmið kunnu gera seg galdandi.
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir fólki við viðkomandi hægri útbúgving
og royndum innan leiðslu og KT. Stórur dentur verður
lagdur á góðar persónligar eginleikar, og vit rokna við, at
viðkomandi hevur góð samstarvsevni, er førur fyri at eggja
øðrum til og at ganga undan, er miðvísur, arbeiðir skipað og
kann geva sítt íkast til at menna arbeiðsplássið.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 14. mai 2008.
Merkið brævbjálvan „Starvsfólkaleiðari“. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Oyvindi Brimnes, stjóra, á 540 801 ella ob@lv.fo.