Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 88 - 9. mai 2008 39 lýsingar Tórshavnar kommuna søkir handverkara til Vatnverkið. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum um viðlíkahald og nýgerð av vatnleiðings- kervinum í kommununi. Førleikakrøv Vit vænta, at tú hevur maskintekniska útbúgving, maskinsmiður, rørleggjari ella líknandi og hevur koyrikort. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Andreasen, vatnmeistara, telefon 25 40 16, ella Viggo Christiansen, deildarleiðara, telefon 30 20 10 ella 25 40 15. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 26. mai 2008. Merkið umsóknina „Handverkari til Vatnverkið“. Tórshavnar kommuna Handverkari Vatnverkið Vatnverkið heldur til í Tórfinsgøtu 21, og har starvast 9 mans: Vatnmeistarin, 4 handverkarar og 4 arbeiðsfólk. Í kommununi eru 10 reinsiverk: í Villingadali, Havnardali, Argjum, Velbastað, Kollafirði, Kaldbak, Kaldbaksbotni, Sundi, Syðradali og Hesti. Ú T B J Ó Ð I N G Í samband við bygging av nýggjum barnaansingar- stovni í Miðvági verður: BETONGARBEIÐIÐ hervið boðið út í almenna lisitatión samsvarandi galdandi reglum. Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um stoyping av bygninginum, samanlagt uml. 575 m3, veitan og uppseting av betongelementum, umframt ávísa planering og frárenningarskipan. Útbjóðingartilfarið fæst frá Miðvágs kommunu, Jatnavegur 2 FO-370 Miðvág, móti at flyta kr. 3.000,- á konto í nr. 6460-207.522.0 í Føroya Banka ella 9181- 188.020.0 í Eik. Tilboð, í aftulatnum brævbjálva merktur »Barna- ansingarstovnur: Betongarbeiðið«, skulu vera kommunuskrivstovuni í Miðvági í hendi seinast mánadagin hin 2. juni 2008 kl 13.00. Lisitatiónin verður sama dag kl. 1330, har teir bjóðandi hava møguleika fyri at verða hjástaddir. Lýsing av bygninginum kann síggjast á: www.wt@wt.fo /verkætlanir Miðvágs kommuna Tlf. 332429 · Fax 333429 midvagur@midvagur.fo · www.miðvagur.fo teoriskeið til motorsúkklu byrjar 13. mai 2008 Tilmelding á tlf. 221463 / 371180 Nýtt Tvøroyrar teori og koyriskúli Áki Dimon · Tvøroyri Tlf. 22 14 63 / 37 11 80 Hjálparfólk til læknaviðtaluna á Berjabrekku 1 Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur í læknaviðtaluni á Berjabrekku 1, er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt fyribilsstarv umleið 30 tímar um vikuna. Møguleiki kann verða fyri fastari setan seinni. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara, á tlf. 304050. Umsókn við avrit av prógvum o.ø. skal sendast: Almanna- og heilsumálaráðnum Eirargarður 2, 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er: 26. mai 2008, kl. 12.00. Almanna- og Heilsumálaráðið EIRARGARÐUR 2 • 100 TÓRSHAVN TELEFON 30 40 50 • TELEFAX 35 40 45 • E-MAIL: AHS@AHS.FO