Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Nr. 88 • 9. mai 2008 Mea (Mamma) Culpa Sunnudagin fáa mammur um allan heim blómur og kort frá børnum og monnun.Tað er mammudagur. Dagurin, tá menn og børn skulu minnast at rósa mammuni fyri hvussu framúrskarandi hon er. Til verðins bestu mammu fer at standa á kortunum. Ein donsk mamma fekk fyri stuttum bót, tí fýra ára gamla dóttirin var farin súklandi heilt inn í miðbýin. Mamman vaskaði upp og gav lítlu dóttrini loyvi at súkla uttanfyri eina løtu. Við eitt danskt blað segði mamman, at hon kendi seg sum verðins ringastu mammu. Søgan segði einki um pápan. Sjálv fekk eg eisini dumpi­ karakter herfyri. ­ Eg haldi, at babba dugir betur at vera pápi, enn tú dugir at vera mamma, vóru greiðu boðini eg fekk frá soninum. Hvat skal man svara? Eg segði bara so, so. Burdi kanska heldur givið honum ein brockmanslestur. Tí heilt erligt. Tað er so ónáttúrliga nógv lættari at vera pápi enn mamma. Børn halda, at pápar eru óførir. Teir øsa seg hvørki um órudd, larm ella telduspøl. Hevði tað verið pápin, sum ansaði donsku dóttrini, hevði hann neyvan valt at vaska upp. Hann hevði sett seg við góðari samvitsku og hugt at einum teknifilmi saman við gentuni. Vit mammur hinvegin hava konstant ringa samvitsku. Eru børnini nóg skikkilig, er køksgólvið ov skitið, og eru klæðini strokin? Tað kann vera, at húsliga arbeiðið er nøkunlunda javnt býtt, men ábyrgdin liggur í stóran mun á hálvhysterisku mammvitskuni. Og vit biðja sjálvar um tað. Mammudagurin er uppfunnin av eini kvinnu. Sjálvandi. Við hesum geniala degi biðja vit menn og børn minna okkum á, at vit eru simply the best. So kunnu vit brúka restina av árinum til at hava ringa samvitsku um ikki at liva upp til heitið: Verðins besta mamma. Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Heini bloggar úr Ísrael Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael. S o kom vikan, tá ísraelski staturin fylti seksti ár. Eitt nationalistiskt orgie, sum fær alla Paturson og Hoydal ættina at blikna og líkjast hálvhjartaðum royalistum. Karneval, fløgg og veitsla fyri allar pengarnar. Ein ørlig passión fyri Móðir Ísrael. Ein kærleiki til heimlandið, sum sveiggjar ímillum tað sorgblíða og óseka til tað sjúkliga og trásetta. Eftir minnisdagar seinastu tvær vikurnar fyri holocaust ofrum og falnum ísraelskum hermonnum, og alt Ísrael stóð í stað, hátíðarhalda tey nú tjóðardagin. Seksti ár við gleði og sorg. Seksti ár við kríggi og friði. Við genialum og vanlukkuligum politiskum avgerðum. Við einum innanríkispolitiskum turbulensi, sum ikki finnur sín líka. Við sam­ felagsligum og mentanarligum mótsetningum, sum hava tært ísraelsku sálina sundur í túsund petti. Men kortini savnast tey øksl við øksl kring ein felagsnevnara: Zionistisku hugsjónina, hvørs kjarni er at varðveita og verja tann ísraelska statin. Friðskjólið hjá einum forfylgdum fólkaslagi, sum reisti seg úr øskuni í Auschwitz og stovnsetti nýtt land á vígvøllinum í Palestina yvir fyri einum arabiskum fígginda og einari mótstøðu og vreiði, sum framvegis livir fregin og føðslurík. Hetta er søgan um unga statin, sum bygdi upp ein burðardyggan búskap, ein mætan her, politiska pluralismu og eina demokratiska skipan, sum hóast ófullfíggjað framvegis ikki finnur sín líka í Miðeystri. Men hetta er eisini søgan um statin, sum legði eftir seg eitt palestinskt fólk í knúsi, sum í dag livir undir ísraelskari herseting í Gaza og á Vestara áarbakka og í armóðsligum flóttalegum í Libanon, Sýria og Jordan. Eitt fólk, sum arvaði søguligu líðingar jødanna, og sum framvegis minnist ísraelska tjóðardagin sum Al Nakba, á arabiskum “vanlukkan”. *** Men hóast sambindingarliðurin í samansetta ísraelska samfelagnum er stuðulin til heimlandið, so er vill ósemja um, hvussu staturin skal síggja út. Øðrumegin ynskir tað sekulera Ísrael og øll háborg tess framvið miðalhavsstrondini ein verðsligan og uttanveltaðan stat. Og hinumegin stríðist tað konservativa Ísrael, sum sýgur sær merg frá ortodoksa jødadóminum og mentanarligu traditionalismuni í Jerusa­ lem, ein religiøsan, jødiskan stat. Og hóast einans fimti minuttir í bili, so er ferðin millum Tel Aviv og Jerusalem sum ein ferð tvørtur um tíðarinnar høv. Ein ferð úr einum alheimi í ein annan. Ein ferð tvørtur um heljardjúpar mentanarligar gjáir. Ein ferð, sum avdúkar, at Ísrael er ein multikulturell labyrint, ein villiniborg av mótstríðandi virðum og lívsáskoðanum, eitt sosiologiskt laboratorium. Í Tel Aviv býr frumsniðið fyri tí kierke­ gaardianska estetikaranum, sum millum cosmopolitans, veitslur og eitt brúsandi forbrúkarasamfelag er á ævigari jagstran eftir tí næstu njótingini, tí fullkomna nú´inum, tí vakra og tí ódeyðiliga. Og í Jerusalem finna vit Guds útvaldu jødar, sum við síðum skeggi, siðbundna jødiska búnanum og torah´ini syrgja fall tempulsins við grátimúrin. Og her finna vit grátandi katolikkar á Via Dolorosa, rutu Jesusar út á Golgata, og her finna vit messandi ortodoksar kardinalar við grøv Jesusar, og her finna vit koptar, mormonar, melkittar og you name it. Øll í eini religiøsari ekstasu, sum fær vinmenn mínar í Tel Aviv at skíra Jerusalem fyri eitt sinnissjúkrahús. Ísrael er ein bergtakandi mentanarligur mosaikkur, sum rúmar klassiska saman­ brestinum millum samtíð og søgu, millum modernitet og traditionalitet, millum gudloysi og gudsótta, millum lívsnjótarar og puritanarar, millum nihilistar og funda­ mentalistar. Og onkustaðni ímillum hesar positiónirnar royna tey og vit øll at finna eitt fótafesti. At navigera og velja okkara egnu leið í lívsins óyvirsýniliga sjálvtøkuborði. So, um tú ert troytt ella troyttur av heimligum trivialiteti og gráum standard tilverum, far so til heilaga landið. Her finst alternativur íblástur í ríkum máti. heini_skorini@yahoo.com - Ísrael er ein bergtakandi mentanarligur mosaikkur, sum rúmar klassiska samanbrestinum millum samtíð og søgu, millum modernitet og traditionali- tet, millum gudloysi og gudsótta, millum lívsnjótarar og puritanarar, millum nihilistar og fundamentalistar Ein ferð um tíðarinnar høv Ein friðarligur dagur framman fyri grátimúrinum í Jerusalem. Ferðin úr modernaða heimstaði mínum Tel Aviv og til hesar leivdir tempulsins er sum ein ferð tvørtur um tíðarinnar høv, úr einum alheimi í ein annan, og um heljardjúpar mentanarligar gjáir