Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 88 • 9. mai 2008 Annsy leggur dent á, at tað er sera týdningarmikið at verða góð við teir ungu leikarnar. Tí er ein góður við teir, so fær ein foreldrini við. Hon hevur havt stóra frægd og gleði av at venja børn og ung. Hon heldur tað er týdningarmikið, at ein sum venjari finnur sær sín egna stíl. Kortini hevur hon verið á fleiri venjaraskeiðum. Hon hevur eisini verið uttanlands við liðum til hondbóltskappingar í bæði Dronninglund í Danmark, og til Partille-Cup í Göteborg í Svøríki. Hon hevur eisini verið við Kyndli í Vejle í Jútlandi. - Eg dámi væl at sita niðra á gólvinum tá vit hava venjingar í mini-hondbólti og rulla bóltin eftir gólvinum. Ein dagin tá vit høvdu 50 smábørn til venjingar, tá kemur ein fittur og eygagóður smádrongur yvir til mín og sigur: “Hey! Nú eri eg komin!”. Annsy flennur tá hon fortelur um fitta smádreingin, sum helt, at tað var nakað heilt serstakt fyri Annsy, at hann var møttur til venjing. Royndirnar hjá Annsy fevna bæði frá ljósu løtunum í Uppi- stovu, og mini-hondbóltin til tey stóru og tungu tøkini at fáa Gundadalshøllina bygda, at fáa kekkan, Igor Kmec til Føroya – sum Annsy metir verða besta fong Kyndil hevur havt – og at fáa felagið at hóra undan í kreppuárunum í 1989-1995. Nú er tað so upp til ítróttar- feløgini at gera av, um ítróttar- ráðgevin, Sølvi ella um tað skal verða eiðiskvinnan, Kyndlakvinnan, og bjargakvinnan í Lítlu Dímun, - Hondbóltssambandið ringdi og spurdi, um eg ikki kundi stilla upp. At byrja við var eg ógvuliga avgjørd, og eg spurdi tey í HSF, um tey høvdu etið bláseym, sigur Annsy Høghamar, valevnið til ÍSF forsetavalið Mynd: Álvur Haraldsen gið í bjørgunum Navn: Annsy Høghamar Fødd: 12. oktober 1954 Starv: Samskipari (TAKS - Tollur) Bústaður: Tórshavn Feløg: EB og Kyndil Fakta ... um hjá manslandsliðið í hondbólti Tað er í tøkum tíma, at landsliðið kemur upp at koyra aftur. Síðstu árini hevur landsliðsarbeiðið næstan verið á gravarbakkanum. Tað verður spennandi at fylgja landsliðnum í komandi undankappingini. Hetta fær ein at hugsa um teir góðu dagarnar, tá vit tóku lut í C-HM. Nú byrja vit mest, sum av nýggjum. ... um navnið TAKS Mær dámar tað væl. Navnið fellur væl í oyrini, sigast má, at talan er um eitt sera heppið val. Navnið er eisini lætt hjá fólki at siga. Lætt at branda, og hevur ein týdning, sum fólkið skilur. Og so er tað jú eisini ein stovnur vit øll eiga.