Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mai 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 88 • 9. mai 2008 Vikuskifti gomlu Norrønu onella hjálp bæði við læknum og sjúkrasystrum. Nú verða vit eisini førir fyri at hava størri goymslir umborð við hjálparútgerð til vanlukkurakt økir. Eisini koma vit við okkara nýggja medisinska førleika at geva frálæru í heilsu­ røkt til lokala fólki við nýmótans útgerð. Á henda hátt ynskja vit at vera við til at menna tey lokalu, sum arbeiða innan lækna­ og sjúkrahjálp, at gerast enn betri at hjálpa sínum egna fólki, sigur Mike. Missa ikki stavn­ haldið úr eygsjón Hóast teir hava fingið eina sjúkra­ deild, og harvið nógvar nýggjar og krevjandi uppgávur, kemur tað ikki at taka burtur av øðrum tænastum og uppgávum, sum altið hava verið høvuðseyðkennini og stavnhaldið hjá OM­skipatænastuni, nevni­ liga at breiða út kristnan lesna, at upplæra menniskjur í trú­ boðaravirki, og at boða, á altjóða støði, hin kristna boðskapin. Vit fingu ikki høvið at síggja dekk 4 har bókasølan verður, tí har er ikki liðugt enn, men vit fingu at vita at bókasølan umborð á Logos Hope verður heimsins størsta flótandi bókasøla, og av hesi orsøk kemur bókasølan í nýggju Guinnes metbókina. Mike sigur, at nýggja bókasølan er 1/3 størri enn tann umborð á Doulos, og um bókahyllarnar høvdu verið lagdar í longd av hvørji aðrari høvdu tær fylt 1 ½ kilometur. Sóldekkið á dekk 9 er innilokað og gjørt til skúla. Í løtuni eru 40 børn umborð og 10 lærarar. Biladekkið Ein ung kvinna vísti okkum runt. Hon fór við okkum niður á biladekkið, ella rættari sagt, tað sum einaferð var biladekkið. Eitt dekk er lagt í biladekkið afturat, soleiðis at skilja, at gamla biladekkið nú er tvídekka. Við rampan, har bilarnir koyrdu umborð, er einki dekk lagt í, tí har er tann stóri nýmótans konsertsalurin, sum er 4,5 m til loftið og við sitiplássum til uml. 400 fólk. Har koma tær stóru almennu framførslurnar at fara fram, sum t.d. stór møtir, konsertir, filmsýningar o.a. við hjálp av framkomnari ljóð­ og myndatøkni (AV útgerð). Stólarnir, sum ikki enn eru settir upp, koma at standa í skráningi, sum vanligt er í einum teatursali, so har verður gott útsýnið hjá øllum áhoyrarunum. Móttøkuhølini Vit tosaðu við Eydnu á Fløtum, sum hevur verið við OM í knapt 2 ár. Hon arbeiðir í móttøkuni umborð, og tað var har vit møttu henni. Hon greiddi okkum frá, hvussu nýggja móttøkan fer at síggja út. Tey, sum hava ferðast við Gomlu Norrønu minnast hvar móttøkan (tjekk­in­diskurin) var. Tað rúmið er ikki meir, har er veggur settur í, men øll gongin uttanfyri gomlu móttøkuna kemur at verða eitt hugnaligt og innbjóðandi móttøkuumhvørvi. Sjálvur móttøkudiskurin, og alt tað, sum har til hoyrir, kemur at standa úti á gólvinum og venda ímóti landgongini, soleiðis, at tað allarfyrsta, sum vitjandi koma til verður móttøkan. Har verður møguleiki hjá vitjandi at sita og hugna sær í vøkrum móttøkuumhvørvi inntil tey verða avgreidd víðari. Enn er hetta arbeiði ikki heilt liðugt. Føroyingar umborð Tað er eingin loyna, at nógvir føroyingar hava verið við OM ígjøgnum árini, og ikki minst við skipunum, sum ikki er so løgið, tá hugsa verður um, at vit eru eitt fólk, sum er tætt knýtt at sjólívinum. Tí er tað náttúrligt, at føroyingar verða tiltrektir av tí maritimu tænastuni hjá OM. Ein av teimum er sandoyingurin, Uni Nolsøe. Vit høvdu eitt prát við hann umborð. Hann er mynstraður sum yvirstýrimaður, og arbeiðir við trygdini umborð. ­ Hetta arbeiði er heilt fant­ astiska spennandi, ikki minst tá vit fara at sigla. Eg hoyrdi fyrstu ferð um OM fyri uml. 20 árum síðani, og bleiv fangaður beinanvegin av tí og helt tað vera eitt ótrúligt projekt. Eg havi fylt við arbeiðinum síðani, og altíð følt, at hetta var nakað fyri meg. Eg havi fleiri ferðir ætlað mær at gjørt nakað við tað, men nú bleiv tað so, og nú eri eg her, og tað hevði verið spennandi at verið við, tá Logos Hope fer til Føroyar, sigur hann. Helen og Eyðun Joensen úr Saltangará vóru umborð í umleið eitt ár. Helen arbeiddi við ymiskum uppgávum, sum skrivstovuarbeiði, klárger av kømurum, seyma klæðir, vaska og eisini nakað av skrivstovuarbeiði. Eyðun hevur arbeitt tað nógva á brúnni har hann m.a. hevur sett upp ymiska útgerð og hevur drigið ”kilometrar” av leidningum millum brúnna og maskinrúmið. Anna og Símun Pætur á Torkilsheyggi vóru umborð frá apríl til november 2007. Anna var í gallini (køkinum), meðni Símun baksaðist við ymiskt á dekkinum. Símun avloysti leiðaran Mike Hay tá hesin var í landi í longri tíð. Á ferðini úr Croatien til Kiel var Símun Pætur, tað sum á enskum kallast, Chaplain pastor, umborð. Onnur, sum vit eisini vilja nevna eru: Poul Nolsøe Laksafoss, sum hevur ábyrgdarleiklut í arbeiðinum, sum verður gjørt í maskinrúminum í hesum døgum. Mai og Gotfred Norðoy og sonur teirra Rói. Gotfred var tað nógva á brúnni, meðni Mai gjørdi ymiskt fyrifallandi arbeiði. Sonurin Rói er nýklaktur skipsførari, so hann var eisini nógv á brúnni. Eyðun Olsen og Birgir Samuelsen, Saltangará, báðir í maskinuni. Marjun og Eirik Gunnarson, Kollafjørð. Eirik var í maskini og Marjun var á dekkinum. Heðin Sevdal, Leirvík og Arni Johansen úr Sandavági, býr í Keypmannahavn, báðir á brúnni. Hanna Niclasen, Klaksvík og Bárur Poulsen, Tórshavn, bæði arbeiddu tað nógva á dekkinum. Tað var stuttligt at merkja hvussu væl lýddir og høgt virdir í føroyingarnir eru umborð, og nógvar vóru heilsurnar, sum vit skuldu taka við okkum heim. Tað eru fleiri aðrir føroyingar, sum eisini hava givið av síni tíð umborð á Logos Hope, frá tíð hon varð yvirtikin av OM og til dagin dag. Vit vildu fegin kunna nevnt øll hesi, men tað letur seg ikki gera. Í skrivandi løtu eru tað hesi nøvnini, sum koma í huga mín, men Gud gloymir ongan, sum ofrar tíð og kreftir til útbreiðsluna av evangeliinum. Øll tit, sum ígjøgnum árini hava sett dýrabara tíð av til tess at nýta tykkara náðigávur umborð á Logos, Logos 2, Doulos og nú Logos Hope skula vita, at øll vit mongu, sum sita heima og fylgja við í hvat fer fram á OM­frontinum, hava eina stóra virðing fyri tykkara uppofrandi hugburði, og eru fult greið yvir, at um ikki tit og onnur eru villug at seta tíð av til hetta arbeiði, so hevði hetta als ikki veri møguligt. Tit eiga stóra løn í Himli. Áheitan Tað verður brúk fyri nógvum fólki umborð, nú skipið fer út at sigla. Eisini er brúk fyri fólki við fakligari útbúgving, so sum maskinfólk, motorfólk, navigatørar og fólk, sum hava útbúgving innan undirvísing og heilsuverkið. Um onkur ynskir at vita meiri um hetta ber til at seta seg í samband við OM­umboðið í Føroyum Karl Robert Vang, Tórshavn. Tlf. 518850 Uni Nolsøe er ein av føroyingunum umborð á Logos Hope Gamla Norrøna liggur i løtuni við bryggju í týska býnum Kiel Umfatandi umvælingar verða gjørdar umborð á skipinum, sum nú hevur navnið Logos Hope Umborð á Logos Hope er stór bókasøla, sum verður nógv vitjað, tá ið skipið er í havn