týsdagur 13. mai 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 13. mai 2008
Skemman klár
til summarið
Hóast føroyska summarið kann verða stutt og svikaligt, so eru
tað hóast alt nógvir góðir dagar at fegnast um, og tá ið sólin
kagar fram, so gera føroyingar nógv burturúr. Skemman í Havn
merkir eisini stóran áhuga fyri vørum, sum hava tilknýti til
summarið. Skemman selir til dømis havamøblar, grillir, tjøld,
køliboksir, soviposar og annað. - Vit hava úr at gera, tá sólin
skínur. Føroyingar gera nógv meira burtur úr at tjalda og grilla,
og tá summarið av álvara byrjar, so koma fólk at keypa ymsa
summarútgerð, sigur Dan Hansen, stjóri í Skemmuni.
Føroyingar eru farnir at tjalda nógv meira, enn teir hava gjørt,
og hetta hevur serliga vundið upp á seg, síðani festivalarnir
byrjaðu. Eisini er tað blivið meira vanligt, at føroyingar fara á
kampingferð uttanlands, og tá skulu fólk eisini hava ymsa
útgerð við. Og so er tað hugnaliga grillin, sum skal keypast, tá
ið veðrið er til uttandura máltíðir, og her eru føroyingar eisini
blivnir meira spentir í keypa stórar gassgrillir, sum veruliga
kunnu breiða seg í sólini.
26
Vitin Kristiligur Bókhandil
Heiðav. 42 · 600 Saltangará · tel 44 91 62
Handilin við teimum
góðu vørunum!
Útgávur á enskum,
norskum og donskum
2007
2008
Spælið við í stóru summarkappingini hjá Sosialinum.
Vinningar fyri 1/4 millión.
Puntar eru í Sosialinum frá 19. mai til 20. juni.