Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-13, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. mai 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 13. mai 2008 45 lýsingar Jørð til sølu. Vegna ein av klientum okkara, verður matr. nr. 413, b í Sandvík hervið lýst til sølu. Stykkið er 439 m² til víddar og liggur í sethúsaøki samb. byggisamtyktini fyri Hvalbiar kommunu. Áhugaði verða at venda sær til undirritaða. Hans Trygvi Teirin, adv. Advokatvirkið Páll Nielsen, adv. Eyðhild Skaalum, adv. Sigmund Poulsen, adv. Hans Trygvi Teirin, adv. Skansavegur 1 • Postsmoga 85 • FO-110 Tórshavn Tlf. 312227 • Fax 312241 • jus@pot.olivant.fo www.advokatvirkid.fo Lærarastarv í Runavíkar kommunuskúla Í Runavíkar kommunuskúla er 1 starv sum av- loysari fyri lærara í barnsburðarfarloyvi leyst at søkja. • Starvið veðrur sett 20. mai og heldur fram til 30. juni 2008. Í tímatalvuni, sum er 27 tímar, er m.a. gentuítróttur, føroyskt í 3.fl. og heimstaðarlæra. Lønartreytir Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjamálaráðið og Føroya Lærarafelag. Vit vænta, at tú • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri toymissamstarvi • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. mai 2008, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund Lamhauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 & 221363. Runavíkar kommunuskúli hevur hetta skúlaárið um 446 næmingar og um 55 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks RUNAVÍKAR kommunuskúli Glyvravegur 10A · FO 625 Glyvrar Tlf. 447331 · fax 447767 t-postur: rks@skulin.fo Íbúð í Klaksvík 18 ára gomul genta, sum fer á HF í sum- mar, ynskir íbúð í Klaksvík. Fari væl um og gjaldi til tíðina. Dagunn Brend, tlf. 262267 Tel. 778877 · info@hotel-runavik.fo · www.hotel-runavik.fo Fólk til slamsúgvara- tænastuna hjá IRF Søkt verður eftir einum fólki til slamsúgv- aratænastuna hjá IRF í meginøkinum, at byrja skjótast tilber. Slamsúgvaratænastan hjá IRF hevur m.a. hesar uppgávur: • tøma uppsamlingsbrunnar • opa kloakkir • heinta spillolju • reinsa tangar og kjølar • umframt aðrar líknandi uppgávur Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja. Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF. Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála- num millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Adelbert Ellingsgaard. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan mánadagin 26. mai 2008. IRF Postboks 39 520 Leirvík IRF hevur 3 serútgjørdar bilar til slamsúgving: Skøra, Sýra, Sløkja, umframt rottangabilarnar Summardái og Smæra. Skøra og Smæra verða skiftir út við nýggjar bilar um ársskiftið 2008/2009. Starvsfólk til Barnaverndartænastuna Fyri: Sørvágs,- Miðvágs-, Sandavágs-, Kvívíkar- og Vestmanna kommunur Við hesum verður søkt eftir starvsfólki til Barnaverndartænastuna fyri Sørvágs-, Mið- vágs-, Sandavágs-, Kvívíkar- og Vestmanna kommunur til setan skjótast gjørligt. Talan er um farloyvisstarv fulla tíð frá 01.08.08 til 31.01.09 við møguleika fyri leingjan. Barnaverndartænastan heldur til á kommunu- skrivstovuni í Sandavági og nakað av ferðing má roknast í starvinum. Arbeiðsøki: Arbeiði er fjølbroytt og umfatar, umframt alt vanligt skrivstovuarbeiði, m.a. heimavitjanir, at ráðgeva børnum og/ella familjum teirra, at samstarva við og seta stuðlar í starv. Arbeiðið umfatar somuleiðis samskifti og tvør- fakligt samstarv við skúlar, dagstovnar/dag- røktir, læknar, heilsurøktarfrøðingar, løgreglu, almennar stovnar o.o. Vit vænta av tær: • At tú hevur hóskandi útbúgving, t.d. sosialráðgevi. • At tú hevur arbeiðsroyndir innan málsviðgerð í almennari umsiting og/ella hevur royndir frá barnaverndararbeiði. • At tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevnir • At tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og sjálvstøðug/ur í arbeiðnum. • At tú ert nærverandi og hevur umsorgan fyri barnsins tørvi. • At tú hevur góðan telduførleika • At tú hevur góðan kunnleika í føroyskum máli. Løn: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið. Umsókn: Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga um- sókn saman við avriti av prógvum og viðmælum til Barnaverndartænastuna, Postrúm 19, 360 Sandavágur. Umsóknin skal verða Barnaverndartænastuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 09. juni 2008 kl. 12.00. Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Jónley Poulsen á telefon 333 960 ella 213 960. Barnaverndartænastan tilskilar sær rættin til at søkja av nýggjum, um ikki nóg nógvar umsóknir eru til starvið. Barnaverndartænastan