Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 90 - 14. mai 2008 HÁTÍÐARHALD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Komandi leygardag verður ein serligur dagur úti í Svínoy. Til ber at síggja húsini Úti á Bø, sagt verður frá um søgur og avintýr, greitt verður frá kirkjuni og kirkjugarðinu, og Tórs­ havnar manskór fer at syngja. Skráin fyri dagin er hendan: Húsini »úti á Bø« verða víst fram frá klokkan 13 til 15. Hesi húsini eru frá 1862. Óli á Geilini ferð at siga frá søgur og sagnir og ævintýr klokkan 15­16 Heri Joensen prestur fer at siga søguna um kirkjuna og kirkju garðin klokkan 16­17. Skjóttgangandi báturin hjá Norðlýsinum fer at sigla undir Svínoynna. Tórshavnar manskór fer at syngja í kirkjuni kl 19 ­ 20.30 Másin siglir eykatúr úr Hvannasundi klokkan 12 til Svínoyar og út aftur eftir fólki klokkan 22 úr Hvannasundi. Siglitíðin er umleið 45 minuttir. Hátíðarløta í Svínoy ToyoTa avensis 2.4 soL auT. skrásetingarnr: KP 008 Km: 19.000 Árgangur: 14.06.2006 kr. 264.000,- ToyoTa avensis 1.8 iCo skrásetingarnr: LD 542 Km: 176.725 Árgangur: 22.10.2003 kr. 148.000,- ToyoTa Rav 4 2,0 vvT-i skrásetingarnr: VS 482 Km: 30.000 Árgangur: 04.09.2006 kr. 274.000,- ToyoTa CoRoLLa 1.6 H/B skrásetingarnr: UH 762 Km: 89.000 Árgangur: 06.02.2004 kr. 135.000,- PeugeoT 306 2.0 Hdi skrásetingarnr: TR 147 Km: 187.000 Árgangur: 01.01.2001 kr. 48.000,- Mazda B2500 d, Mvg BiLuR skrásetingarnr: EV 679 Km: 69.000 Árgangur: 30.07.2002 kr. 78.000,- Mazda 6 skrásetingarnr: EL 469 Km: 47.000 Árgangur: 16.09.2005 kr. 172.000,- ToyoTa avensis 2.0 Td skrásetingarnr: LU 900 Km: 125.000 Árgangur: 19.08.1999 kr. 75.000,- Mazda 626 2.0 Tdi skrásetingarnr: SV 702 Km: 213.000 Árgangur: 10.11.1998 kr. 64.000,- ToyoTa CoRoLLa 1.6 Luna B. H/B skrásetingarnr: TG 470 Km: 50.000 Árgangur: 11.05.2005 kr. 158.000,- Húsini úti á Bø eru frá 1862 TÓNLEIKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Upprunaliga útgávan, ið var á LP­plátu og kasettubandi, kom út í 1988. Tað eru somu upptøkurnar, sum eru endurnýttar. Tónleik­ urin er nú talgildur og re­mastraður og kemur á fyrsta sinni út á fløgu. Tónleikararnir, ið eru við á útgávuni, eru úr Føroyum, Danmørk og Svøríki og vóru millum teir fremstu á norðurlendska tónleika­ pallinum í 80’unum. Tað var Jóhannus á Rógvu Joensen, ið var samskipari av verkætlanini. Upprunaliga útgávan kom í samband við 90 ára føðingardagin hjá Poul F. Joensen. Síðani eru tulkingarnar av skemti­ og kærleiksyrkingunum hjá Poul F. vorðnar fólkaogn, og er tað ikki minst hesi útgávuni fyri at takka. Tónleikurin av 1988­mastaranum er fluttur til nútíðar talgilt format á Nasjonalbiblioteket, Mo i Rana í Noregi. Og Master Touch v/ Lehnert Kjeldsen hevur mastrað tónleikin av nýggjum í 2008. Tað er Forlagið KISA v/Hanus G. Johansen, ið gevur hana út. »Gaman og Álvara« nú á fløgu Í gjár kom leingi saknaða útgávan »Gaman og Álvara«, hjá Hanus G. Johansen, har hann til egin løg tulkar yrkingar eftir Poul F. Joensen