Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 90 - 14. mai 2008 Í løtuni verður seinasta hond løgd á eina spildurnýggja føroyska vinnuskrá, har øll føroysk parta- og smápartafeløg hava høvi at sýna fram sínar vørur og tænastur VINNA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Vinnuportalurin Business- line, www.bl.fo verður í løt- uni endurnýggjaður og kemur helst seinnapartin í dag út í nýggjari og broyttari útgávu. – Business-line hevur sum kjarnutænastu at verða ein sterkur og álítandi veit- ari av roknskapartølum og -greiningum av ymiskum slagi, sigur Finnur Sivert- sen, stjóri á Business Line. – Stóra broytingin í hesi útgávuni í mun til aðrar er tann, at vit nú uppraðfesta okkara vinnuskrá og gera hana almenna. Sostatt sleppa øll nú inn í henda partin í skipanini, sigur Finnur Sivertsen. Skalt tú hava atgongd til roknskapirnar er tó neyðugt at rita inn í skipanina, men tú fært allar aðrar upplýs- ingar um feløg uttan at rita inn. Áhugavert marknaðarpláss Tey á Business-line hava lagd stóran dent á, at feløg- ini við eini virkislýsing fáa góðan møguleika at sýna fram sínar vørur og tæn- astur, og at hesar verða lætt- ar at finna hjá brúkarum. Feløgini skriva sjálvi sína virkislýsing, sum so verður løgd inn á síðuna saman við upplýsingunum um virkið. – Á henda hátt skapa vit eitt áhugavert marknaðar- pláss, har seljari og keypari hittast, sigur Finnur Sivert- sen, búskaparfrøðingur og stjóri á Business-Line. Í komandi bløðum fara vit at hyggja nærri uppá nýggju skipanina hjá Business-line. Nýggj føroysk vinnuskrá ávegis Nýggi vinnuportalurin hjá Business-line er munandi broyttur. Kjarnutænastan er roknskapartøl – men nú fáa øll høvi at síggja vinnuskránna uttan at rita inn í skipanina Trøllaomman hevur stjolið ein buss, sum hon fekk børnini í Margitar Barnagarði í Klaksvík at hjálpa sær at mála TRØLL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Til jóla kemur ein nýggjur filmur um Trølla Pætur og Trølla Ommuna. Tey er í ferð við upptøkurnar nú. - Hesaferð verða allar upptøkurnar gjørdar í Før- oyum, og hesin bussurin verður ein høvuðspallur í filminum, sigur Niclas Heri Jákupson, høvuðsmaður í verkætlanini. - Børnini í Margitar Barnagarði í Klaksvík hava hjálpt okkum at mála buss- in, sum er rættiliga peda- gogiskur. Á aðrari síðuni hava tey málað tøl uppá, hinum megin bókstavaraðið. Aftan fyri á bussinum er ein klokka, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum leggur dent á, at børnini skulu hava gleði av bussinum. Bussurin verður kortini ikki bara brúktur í filminum, tí komandi vikuna fer hann at koyra runt við Bassa hjá Eik Banka í sambandi við føðingardagin hjá Bassa. Tað er Zacharis Hammer, sum stendur fyri upptøku- num av nýggja Trølla Pætur filminum. Hesin bussurin verður at síggja kring landið komandi tíðina, at hann skal gleða børnini. Bussurin er eisini ein høvuðspallur í nýggja Trølla Pætur filminum, sum kemur til jóla Trøllaomman stjól ein buss Várkonsert við Tórshavnar kamarkóri Várkonsert við Tórshavnar kamarkórið við Kára Bech sum leiðara, verður í Gøtu kirkju hóskvøldið klokkan 20 og í Havn leygardagin klokkan 17 í Komunuskúlaskálanum. Framførdir verða sangir eftir Johannes Brahms, umframt onkran føroyskan og svenskan. Meiri pengar úr ferðafólki Grønlendingar eiga ikki at sita hendur í favn og at lata danskar ferðaskrivstovur taka sær av at senda tey stóru ferðamannaskipini á rundferð til Grønlands. Tað arbeiðið eiga grønlendskar ferðaskrivstovur at gera. Aleqa Hammond, landsstýriskvinna, sum júst hevur verið á fundi í USA, sigur, at í Alaska hevur ferðavinnan havt sera stóra framgongd, og at grønlendingar mugu læra at fáa meiri burtur úr teimum fremmandu ferðamannaskipunum.