Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 91 - 15. mai 2008 Stutt Sagt Mugabe seinkar vali Forsetin í Zimbabwe, Ro­ bert Mugabe, hevur gjørt av at útseta seinna umfar av forsetavalinum, hóast avgerðin stríðir ímóti land­ sins vallóg. Sambært lóg­ ini skal umval haldast í seinasta lagi 21 dagar eft­ ir, at úrslitið av fyrra val­ umfari er almannakunn­ gjørt. Men Mugabe hevur gjørt av at leingja hesa freistina til 90 dagar, skriv­ ar Reuters. Tey fyrstu almennu úr­ slitini frá forsetavalinum komu 2. mai. Tey vístu, at andstøðan hevði vunnið, men so steðgaði upptelj­ ingin upp, og fleiri úrslit vórðu ikki kunngjørd. Fyri stuttum varð so avgjørt at telja umaftur í nøkrum valdømum, og tá kunngjørdi stjórnin, at andstøðuleiðarin, Morgan Tsvangirai, hevði vunnið, men at hann hevði ikki fingið tey neyðugu 50 prosentini, og at tí bleiv umval. Robert Mugabe tvíheldur um valdið í Zimbabwe (Mynd: Polfoto) Vorðið sum tarvur Chilli er eftir øllum at døma størsti tarvurin í Bretlandi. Hann er 1,98 metur upp á herðarnar og vigar 1.250 kilo, og onkur hevur roknað út, at ein slaktari hevði fingið 5.510 steikir burtur úr honum. . Naomi Clark, sum eigur Chilli, sigur við bretskar fjølmiðlar, at hon varn­ aðist longu tíðliga, at tarv­ urin vaks skjótari enn aðrir tarvar, hóast hann ikki fekk annað at eta enn hini neytini. Hóast stødd­ ina er Chilli ein friðarligur tarvur og góður at hava við at gera, sigur Naomi Clark. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Tá valevnið er funnið, mugu vit í flokkinum koma saman, so vit kunnu standa saman til valið í heyst (John Edwards) útlond John Edwards sigur nú, at hann styðjar Barrack Obama, og tað kann vera seinasti naglin í kistuna við forsetadreyminum hjá Hillary Clinton ­ Tað er ein maður, sum veit, at tíðin er komin til at skapa eitt USA ístaðin fyri tvey, og tann maðurin eitur Barrack Obama, segði John Edwards á veljarafundi hjá Obama í Grand Rapids í statinum Michigan í nátt. John Edwards royndi sjálvur at gerast forsetaval­ evni hjá demokratunum, men tók seg burtur úr val­ stríðnum í januar, eftir at hann hevði tapt fleiri ferðir. Síðani hevur hann staðið kúrrur úti á síðuni, men nú sigur hann, at hann styðjar Obama. ­ Teir demokratisku velj­ ararnir í USa hava valt, og tað havi eg eisini. Saman kunnu vit broyta hetta land­ ið, segði John Edwards á veljarafundinum í Michi­ gan. Politiskir eygleiðarar í USA siga, at tað kann fáa stórar týdning fyri Barrack Obama, at hann nú fær stuð­ ul frá John Edwards. Tað hevur víst seg, at Obama hevur ilt við at fáa fatur á atkvøðunum frá teimum hvítu arbeiðsmonnunum, og tað er júst ein bólkur, sum Edwards altíð hevur staðið seg væl í. Ein átta ára gomul genta bleiv brúkt sum sjálvmorðsbumbufólk í Irak Ein irakskur heryvirmaður lat lív, og fýra hermenn fingu skaða, tá ein sjálv­ morðsbumba brast í býnum Youssifiyah sunnan fyri Bagdad í gjár. Bumban var sum aðrar bumbur, men tað serliga við hesari atsóknini var, at tað var ein átta ára gomul smágenta, sum hevði bumb­ una um miðjuna. Tað sigur Sky News, sum sigur seg hava tíðindini frá irakska herinum. Ahmed Ali, sum er yvir­ maður í irakska herinum, sigur við tíðindastovuna AP, at tað var ikki gentan sjálv, sum sprongdi bumb­ una, men onkur annar, sum sprongdi hana við einari fjarstýring. Amerikanska herleiðslan í Irak hevur váttað, at ein smágenta bleiv brúkt í einari atsókn í Youssifiyah í gjár. Hillary Clinton mist seinasta møguleikan John Edwards kann hjálpa Barrack Obama at fáa fatur á nógvum hvítum veljarum (Mynd: Polfoto) Hermenninir í Irak mugu eisini halda eyga við smábørnum, tí tey kunnu eisini hava sjálvmorðsbumbu uppi á sær (Mynd: Polfoto) Brúktu átta ára gamla gentu sum sjálvmorðsbumbufólk