hósdagur 15. mai 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 91 - 15. mai 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Til Keyp-
mannahavn
at rennna
Marathon
10 føroyingar verða
millum tey 7.500, sum
um vikuskiftið renna
marathon
í
Keyp
mannahavn.
Talan er um rennarar
úr
Bragdinum
og
Føroya Triathlonfelag,
og fara hesi av landinum
fríggjadagin.
Tey 10, sum verða í
føroyska ferðalagnum,
eru
Súni
Jakobsen,
Evald
Rasmussen,
Henry Olsen, Jógvan
Olsen, Steindór Hjalta
lin,
Jón
Johannsen,
Andrias Hansen, Pauli
Djurholm, Hákun Djur
huus
og
Andrass
Joensen.
Nøkur av hesum hava
tikið lut í líknandi
kapping fyrr.
-mørk
Hava ráð
til Ronaldo
Real
Madrid
hevur
leingi havt Cristiano
Ronaldo ovast á sínum
ynskilista, men eins
leingi hevur Manchester
United sagt, at spælarin
ikki er til sølu.
Í spanska høvuðs
staðnum hava tey tó
enn ikki givið upp, og
nú ljóðar, at felagið er
til reiðar við einum
boði, sum er oman fyri
milliardina.
Vit hava fíggjarligu
styrkina og gjaldførið
til at keypa ein spælara
sum
Ronaldo.
Ein
slíkur handil í sjálvum
sær vildi verið fíggjar
liga
forsvarligur,
tí
sølan av troyggjum og
øðrum fíggjar hetta.
Fáa vit ikki Ronaldo til
Real Madrid, so er tað
so ikki, tí vit ikki hava
ráð til hann men av
øðrum
ávum,
sigur
stjórin í Real Madrid,
Miguel Angel Arroyo,
við enska soccernet.
com.
-mørk
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Leikari, sum hevur luttikið
í landskappingini í eini
deild, kann ikki luttaka í
landskappingardysti í eini
lægri deild, uttan at felag
hansara í millumbilinum
ella sama dag, hevur leikt
landskappingardyst,
sum
hesin ikki luttók í, í hægru
deildini, hóast viðkomandi
leikari
lógliga
kundi
luttaka.
Soleiðis verður skrivað í
grein 8 í kappingarreglunum
fyri fótbólt, og tað er fyri
brot á hesar, at VB/Sumba
hevur kært HB. Hendrik
Rubeksen hjá HB skoraði
tvær ferðir í dystinum, men
hann spældi eisini við, tá
Formulaliðið
hjá
HB
seinasta týskvøld spældi í
Gøtu móti Víkingi.
Spælarin var tó ikki við á
liðnum
hjá
HB,
sum
sunnudagin spældi hálv
finalu í steypakappingini,
og tað hevur helst gjørt sítt
til, at HB nýtti spælaran í 1.
deild. Í reglunum stendur
tó, at spælarin skal sita yvir
í landskappingardysti, um
hann skal flyta niður í lægri
deild at spæla. Og tað hevur
Hendrik
Rubeksen
ikki
gjørt.
VB/Sumba
skrivar
á
heimasíðu sínari, at felagið
hevur sent inn kæru til FSF
um málið. Enn er ikki
greitt, hvør niðurstøðan hjá
FSF verður í málinum.
VB/Sumba vil hava fleiri stig
Russiska Zenit
Petersborg vann í
gjárkvøldið fyrsta
europiska steypið í
felagssøguni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um bæði spenn
andi og intensan dyst, sum í
gjárkvøldið varð spældur á
City of Manchester Stadium
í Onglandi.
Leikliga vóru tað teir á
russiska liðnum, sum vóru
omaná, men sum vant
stríddust skotarnir av øllum
alvi fyri at halda lív í sínum
vónum.
Og hetta sá eisini leingi
út til at geva úrslit. Men
eftir 72 minuttum brast fyri
nev hjá Zenit, tá Igor Deni
sov varð spældur blankur,
og so stóð 10 á talvuni.
Hetta noyddi Glasgow
longur fram á vøllin, og tað
opnaði eisini í verjupart
inum. Og tað var eisini fult
uppiborið, tá eitt sera vakurt
Zenitálop í yvirtíðini førdi
til, at Konstatin Zurianov
var púra blankur inni undir
málinum, og soleiðis hálvg
um kundi renna bóltin í
meskarnar til endastøðuna.
Zenit tók steypið
Igor Denisov hevur sent
leðurkúluna í kassan, og so er
Zenit ávegis fyrsta europiska
steypinum í søguni hjá
felagnum
Mynd: Polfoto/AP
HB spældi 3-3 javnleik móti VB/Sumba, men nú er vandi fyri, at havnarmenninir einki fáa fyri ómakin