hósdagur 15. mai 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 91 - 15. mai 2008
27
Geilamenninir í
Havn hava havt stóra
ávirkan á okkara
samfelag. Ein tann
fremsti er Djóni í
Geil. Hann átti fýra
børn. Tey vóru Anna
og synirnir Poul,
Kristin og Petur.
Hesir tveir seinastu
hava gjørt nógv
um seg, og nógv er
skrivað um teir. Poul
hevur ikki gjørt um
seg á sama hátt. Men
hann gjørdi seg eisini
galdandi á sínum øki
Poul var mest kendur fyri
sín
málingahandil,
sum
hann byrjaði í 1903. Hetta
var veruliga sami handil,
sum pápi hansara Djóni
hevði havt síðan 1880. Um
framt máling fekst her alt
til gólválegging og tílíkt.
Eisini var møbilpolstrara
verkstaður knýttur at handl
inum. Hesin handil verður
hildin at vera fyrsti mál
ingahandil í landinum.
Seinni fekk Poul eisini
handilin Sýran, sum skuldi
kappast við apotekið.
Tað finst í dag helst bert
ein maður á lívi, sum hevur
arbeitt hjá Poul í Geil.
Hetta er Arnold, Alli, Han
sen, fyrrverandi formaður í
B 36. Pápi hansara Dia í
Funningsstovu
arbeiddi
allar sínar dagar hjá Poul.
Alli kom at arbeiða hjá
honum sum 13 ára gamal,
og hann var hjá Poul í 5 ár.
Alli letur sera væl at Poul
at arbeiða hjá. Hetta var
stór fyritøka. Tað mundu
bera einir 10 mans, sum
arbeiddu inni. Á sumri var
afturat teimum ein hópur av
monnum, sum málaðu hús
ymsa staðni í landinum.
Ein uppgáva Alli minnist
var at seyma skipsmadrassir.
Hetta var gjørt uppá akkord,
og inntøkan var góð.
Alli minnist, at tað var
ikki altíð, at goldið var við
peningi. Viðhvørt sendu
fólk seyð sum gjald. Hetta
var serliga úr Sandoynni.
Alli plagdi at hava til upp
gávu at taka ímóti “gjald
inum”, tá tað kom úr
Sandoynni við rutubátinum
Borðoyanes.
Afturfyri
plagdi Alli at fáa eitt lamb.
Tað kom eisini væl við.
Louis Zachariassen
skrivaði hesi
minningarorð um
Poul í Tingakrossi:
“Við Poul í Geil er farin ein
sermerktur føroyingur og
ein maður, sum var væl og
víða kendur út um land
okkara. Hann hevði ógvu
liga lætt at koma á tal við
fólk ella – vit kunnu siga
tað umvent – fólk høvdu
ógvuliga lætt at koma á tal
við hann, tí soleiðis var
lyndi hansara. Gjøgnum sín
málinga og tapethandil
fekk Poul føling við nógv
fólk, og tey sum eina ferð
høvdu havt við Poul at gera,
vendu vanliga aftur til
hansara. Hesin handilin
hevði kundar um alt landið,
líka út Sunnbiarendanum
og til Fugloyar.
Av sinni var Poul ljós
lyntur, at stúra lá ikki fyri
hjá honum. Tí var hann
altíð virkisfúsur, líka til
hann ikki orkaði meira.
Poul var ongastaðni hálvur.
Hann var heilur, har hann
var. Hann var heilur sum
vinmaður,
heilur
sum
felagsmaður og heilur fyri
teimum málum, sum vóru
honum um at vera.
Aldri hevur ein maður í
eini tíð sum okkara, hvar
ein partur av føroysku tjóð
skaparrørsluni tykist at
vera stívnaður í orðaleiki
og tómum lótum, so ofta
sum Poul borið uppá mál
við meg um, at vit máttu
royna at fáa hina føroysku
kirkjusálmabókina
prent
aða. Um tað so var síðsta
ferð, eg hitti hann, hevði
hann tað á máli.
Fyrireikingararbeiðið var
jú gjørt av J. Dahl prósti og
Símun av Skarði háskúla
stjóra. Poul í Geil hevði
glett seg at síggja hesa bók
koma fram til nýtslu í
føroysku kirkjuni.
Hóast mong tílík vónbrot
misti Poul aldri sína ljósu
trúgv uppá, at grundstuðl
arnir undir okkara føroysku
mentan eina ferð vildu
verið fullgjørdir, um ikki í
okkara tíð so seinri. Hetta
hansara sjónarmið sermerkti
hann og gjørdi hann hugna
ligan og vónvekjandi í
samveru.
Poul í Geil vil verða
stórliga saknaður ikki bert
av sínum næstu vinmonnum
í Havn, men eisini av mong
um bygdarmanni, sum av
og á kemur til Havnar. Fyri
honum
vil
tað
óivað
kennast, sum ein partur av
Havnini er farin við Poul í
Geil.
Tað er søga knýtt til húsið
í Geil, og hóast Poul var
elstur av trimum brøðrum,
synum Djóna, var hann
tann síðsti ið fór. Kunstnara
evni hava verið í ættini. Tað
hevur víst seg á mangan
hátt. Nógv av teimum hava
havt eina avbera vakra
handskrift, og tað hevði
Poul eisini.
Mong við mær vilja
goyma minnið um Poul í
Geil sum ein hollan vin, og
sum ein mann, ið var heilur,
har hann var, og vilja vit
lýsa
frið
yvir
minni
hansara”.
Stovnaði Havnar
Róðrarfelag
Poul var við til at stovna
Havnar Róðrarfelag, og
hann var fyrsti formaður
felagsins.
Hann var í fyrstu høvuðs
nevndini
hjá
Varðanum
saman við Jacob Dahl og
Símun av Skarði. Tað var
Poul, sum fyrst kom við
uppskoti um blaðútgávu hjá
Varðanum.
Djóni giftist fyrst við
Mourentsu Mouritsen úr
Snikkarastovu í Havn. Hon
doyði í 1918, 31 ára
gomul. Tey vóru barnleys.
Seinni giftist Poul aftur
við Katrinu Mariu f. Nielsen
úr Hvalba.
Poul
liggur
í
gamla
kirkjugarði millum sínar
tvær konur. Hetta má Poul
hava skipað fyri, tá fyrra
konan er deyð. Tí sovæl
Poul sum seinna konan eru
deyð langt aftaná, at nýggi
kirkjugarður er komin í
1935.
Tey fingu eitt barn, Djóni
í Geil, f. 21. august 1929.
Hann giftist vð Bjørghild
Niclassen av Tvøroyri. Tey
bæði fingu døturnar Katrinu
og Elin.
Djóni var útbúgvin á
Niels Brocks Handilsskúl í
1950, og hann starvaðist
sum keypmaður og lærari á
handilsskúlanum.
Hann sat á tingi fyri
sjálvstýrisflokkin 195458,
og hevur hann verið ein av
yngstu tingmonnum yvir
høvur.
Djóni doyði 3. desember
1970, bert 41 ára gamal.
ÓLI JACOBSEN
olij@sosialurin.fo
Kom við uppskotinum
at geva Varðan út
Poul í Geil:
Næstu ferð:
Í komandi parti fara vit
at greiða frá Niels, sum
var sonur Elspu og
Andrass, sum vóru tey
fyrstu, ið bygdu Argir
MOURENTZE ISAKSEN
F. MOURITSEN
F. 1. JUNI 1877
D. 20. NOVEMBER 1918
SÆR ERU TEY
MISSKUNNSOMU, TÍ AT
TEY SKULU MISKUNN
FÁA
MATT. 5.7
Poul og fyrra konan Mourentsa
Poul og seinna konan Katrina.
Djóni í Geil, sonur Poul
POUL ISAKSEN
F. 19.1. 1875
D. 27.4. 1949
KATRINE ISAKSEN
28.1. 1886
6.6. 1858
HVÍL Í FRIÐI