Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 92 - 16. mai 2008 Vinnumálaráðið hevur gjørt upprit um tunlarnar, sum fer at verða viðgjørt í landsstýrinum og samgonguni í næstu viku UNDIR­SJÓVAR­­ TUNLAR­ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Verður tað, sum Bjørt Sam­ uelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum, og Vinnumála­ ráðið vilja, so verður næsta ár farið undir at bora millum Skálafjørðin og Suður­ streym, og so er ætlanin í 2012 at fara undir at bora undir Skopunarfjørð. Vinnumálaráðið hevur seinastu tíðina arbeitt við spurninginum um almennar íløgur og harvið eisini undir­ sjóvartunlar. Løgmaður segði í Degi í viku í gjár­ kvøldið, at ætlanin er, at uppritið, sum Vinnumála­ ráðið hevur gjørt skal leggj­ ast fyri landsstýrið týsdagin í næstu viku. Ætlanin er eis­ ini, at málið skal fáa víðari politiska viðgerð í næstu viku. Tað vil siga, at tað skal viðgerast í lítlu sam­ gongu og síðani í samgong­ uni síðst í næstu viku. Frá álítandi keldum veit Sosialurin, at niðurstøðan hjá Vinnumálaráðnum og Bjørt Samuelsen er, at bæði Skálafjarðartunnilin og Sand­ oyartunnilin skulu leggjast í alment partafelag. Ætlanin er, at Skálafjarðartunnilin skal gerast fyrst, og at tað síðani verður farið undir Sandoyartunnilin. Uppskotið til tíðarætlan er, at tað í 2009 verður farið undir at bora millum Skálafjørðin og Suðurstreym, og at tað í 2012 verður farið undir at bora undir Skopunarfirði. Tað hevur ikki eydnast at fáa at vita, hvørjar grundgev­ ingarnar eru undir tilráðing­ ini hjá Vinnumálaráðnum. Men tað er áður sagt fleiri ferðir, at um Skálafjarðar­ tunnilin verður gjørdur fyrst, so fer almenna parta­ felagið at fáa stórar inntøkur beinanvegin. Tað verður ikki roknað við, at Sandoyartunnilin fer at geva nógv størri inntøkur, enn sjálvur raksturin fer at kosta. Tað vil siga, at har verður millum lítið og einki til rentur og avdráttir. Eingin ivi er um, at talan verður um ógvuliga turbo­ lenta politiska viðgerð í næstu viku. Undan viðgerð­ ini er greitt, at partar av samgonguni ikki taka undir við uppritinum hjá Vinnu­ málaráðnum. Gerhard Logn­ berg úr Javnaðarflokkinum og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldisflokkinum hava higartil aftur og aftur hildið rimmar fast um samtyktina, sum løgtingið gjørdi undan valinum. Tann samtyktin sigur, at tað skal farast und­ ir Sandoyartunnilin 1. november í 2009. Miðflokkurin boðaði fyri stuttum frá, at hann er ikki fyri, at Skálafjarðartunnilin verður lagdur í alment parta­ felag. Miðflokkurin vil, at Skálafjarðartunnilin verður gjørdur av privata partafel­ agnum, sum hevur arbeitt við verkætlanini, og sum kommunurnar kring Skála­ fjørðin eiga í. Skálafjørður fyrst og síðani Sandoy Norðoyastevna fyri durum Vikuskiftið 6. til 8. juni verður fyrsta summarstevnan hildin í Klaksvík. Tey eru longu farin at fyrireika stevnuna, men vilja haraftrat hava fleiri fólk virkin í hesum arbeiðinum. Nevndin í Norðoyar Frítíðar­ og Ítróttarráð ynskir tí at koma í samband við hesi, soleiðis at norðoyingar og gestirnir kunnu fáa eins so fjølbroytta stevnu sum tilber. Hetta skal ikki minst síggjast í ljósinum av, at Klaksvíkar kommuna í ár hevur 100 ára á baki. Formaðurin í NFÍ er Jákup Anthoniussen. Støð 2 fleiri hyggjarar Í Íslandi kappast tað almenna sjónvarpið hjá Ríkisútvarpinum og Støð 2 um áhugan hjá hyggjarunum, og fyri fyrstu ferð kann leiðslan á Støð 2 fegnast um, at teirra sjónvarp hevur fleiri hyggjarar í aldrinum 12­49 ár enn tað almenna RÚV. Ein kanning vísir, at tey, sum eru millum 12 og 49 ár, hyggja meiric eftir sendingum hjá Støð 2, meðan tað eldra ættarliðið heldur meiri av tí, sum RÚV hevur á skránni. Men munurin er kortini lítil. Pálmi Guðmundsson er stjóri á Støð 2 Mynd: Vísir Sandoyartingmaðurin fer undir ongum umstøðum at góð­ taka eina ætlan hjá Bjørt Samuelsen um at útseta Sandoyar­ tunnilin til 2012 ALmeNNAR­ íLøgUR­ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Vil samgongan sleppa av við meg, er tað bara at útseta Sandoyartunnilin. Gerhard Lognberg, løg­ tingsmaður úr Sandoy, stað­ festir enn einaferð, at hann fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at Sandoyartunn­ ilin verður útsettur. Sostatt fer hann heldur ikki undir nøkrum umstøð­ um at góðtaka eina avgerð í samgonguni um at útseta tunnilin til í 2012. Landsstýriskvinnan í vinnumálum hevur gjørt eitt tilmælið til samgonguna um, hvussu undirsjóvartunn­ ilin í Eysturoy og Sandoy, skulu raðfestast. Sum sæst í greinini om­ anfyri, hava vit fingið upp­ lýst, at hon fer at mæla sam­ gonguni til, at báðir tunlar­ nir verða lagdir undir tað almenna og at farið verður undir Eysturoyartunnilin næsta ár og at Sandoyartunn­ ilin skal bíða til í 2012. ­ Hetta er besti mátin hjá samgonguni at sleppa av við Gerhard Lognberg, sigur Sandoyartingmaðurin. Hann ger enn einaferð púra greitt, at hann fer ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka, at Sandoyartunnil­ in verður útsettur. Vit spurdu hann eisini um tað ikki er ein trupulleiki fyri samgonguna, at hann tekur eina so greiða støðu til tunlarnar frammanundan og at hann ikki vil atkvøða fyri øðrum málum, fyrrenn avgerð er tikin um tunnilin. ­ Tað er avgjørt ein trupul­ leiki fyri samgonguna, men tað er ein størri trupulleiki fyri meg, at eg onki fái at vita. Tí er bara eitt at gera og tað er at fáa eina avgerð sum skjótast, so vit vita um tað verður egg ella ungi og um eg verið innanfyri ella uttanfyri, sigur Gerhard Lognberg. Tigandi politikarar Aðrir tinglimir, eru ikki so avgjørdir. Hin Sandoyartingmaður­ in, Páll á Reynatúgvu, hev­ ur hoyrt okkurt graml um tilmælið hjá Bjørt Samuel­ sen, men hann hevur heilt avgjørt onga viðmerking, fyrrenn samgongan hevur viðgjørt málið. Bill Justinussen í Mið­ flokkinum hevur heldur onga viðmerking. Miðflokkurin hevur annars gjørt greitt, at hann vil hava, at privata partafel­ agið varðveitir Eysturoyar­ tunnilin og at tað almenna ger Sandoyartunnilin. ­ Tað er ikki okkara upp­ legg, men vit hava ikki læst okkum fast og eru til at tosa við um eina loysn. Tað týdn­ ingarmesta fyri okkum, er at tunlarnir verða gjørdir, so hevur tað minni týdning, hvør ger teir, sigur Bill Just­ inussen. Bjørt Samuelsen, lands­ stýriskvinna í vinnumálum hevur heldur onga viðmerk­ ing. Men hon fer at hava fleiri uppskot við sær at leggja fyri samgonguna og sjálvt um hon sjálv hevur eitt ávíst tilmæli, vil hon ikki siga, hvat tað er. ­ Men tit skulu vera varin við at lurta eftir leysasøgum, leggur hon afturat. Góður máti at sleppa av við Gerhard - Vil samgongan sleppa av við meg, er besti mátin at útseta Sandoyartunnilin til 2012, sigur Gerhard Lognberg