Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 92 - 16. mai 2008 Ellisakfør til Vestmanna Føroya Ellisakfør skipar fyri einum túri til Vestmanna sunnudagin 18. mai. Møtt verður á Fjørðukrónni í Vestmanna kl. 14, har felagið bjóðar til kaffi og ábit. Síðan verður skipað fyri rundvísing av øllum virkseminum hjá elfelagnum SEV í Vestmanna, bæði í bygdini og í fjøllunum. Tað verður Hjalmar Norðberg Poulsen frá SEV, sum kemur at standa fyri hesi rundvísing. Eirikur Ó. Simonsen, formaður í Føroya Ellisakførum, vónar, at so nógvir limir sum møguligt vera við til tiltakið sunnudagin. Jam Session í Tórskjallaranum Havnar Jazzfelag fer nú regluliga, at skipa fyri „Folk Session“ tiltøkum í Tórskjallaranum hvørt sunnukvøld. Fyrsta tiltakið verður komandi sunnukvøldið, har Guðrið Hansdóttir við orkestur leggur fyri. Síðan verður frítt spælimannasamanspæl, har ein og hvør er vælkomin, at taka ljóðføri í hond. Guðrið Hansdóttir Band endar kvøldið. Tiltøkini byrja klokkan 19. - Tá vit gjørdu av at leggja um frá línu- veiði til garnaveiði, var prísurin á svart- kalva omanfyri 30 krónur fyri kilo. Stutt eftir var hann helvt- ina minni. Kortini hava vit einki mist við at leggja um, sig- ur reiðarin á Ågot, Eyðstein Poulsen Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Línuskipið Ågot í Klaksvík hevur verið nakrar túrar á garnaveiði, har teir hava fiskað svartkalva. - Vit hava verið einar 6-7 túrar, og eg vil siga, at hetta hevur ikki loyst seg verri enn línuveiðan, hóast stórt prísfall hevur verið á svart- kalva, sigur Eyðstein Poul- sen, reiðari. Ågot hevur nevniliga bæði línu-og garnaloyvi, og tí hava teir, sum eiga og reka skipið, møguleikan at velja, hvør veiðan er. Stórt prísfall Reiðarin sigur, at tá teir seint í vár gjørdu av at leggja um frá línu til gørn, var prísurin á svartkalva omanfyri 30 krónur fyri kilo – og onkuntíð var hann heilt uppi á 32 krónum fyri kilo. - Meðan vit riggaðu til, fór prísurin niður á 26 krónur fyri kilo, og tá vit landaðu eftir at hava verið fyrsta túrin, fingu vit í miðal 21 krónur fyri kilo. Eyðstein vísir á, at prís- fallið var størri enn hetta, tí teir næstu túrarnar fór prís- urin heilt niður í 15 krónur fyri kilo – og var soleiðis bert ein helvt av tí, hann var, tá teir tóku avgerðina at leggja um. - Nú er prísurin so farin uppaftur, og miðalprísurin á seinasta túri var stívliga 25 kónur fyri kilo, harav dýr- asti fiskurin fór fyri 27 krón- ur fyri kilo, sigur reiðarin. Óheppið prísfall Eyðstein Poulsen sigur, at hevði prísurin á svartkalva havt hildið sær á tí støði, hann var, tá teir gjørdu av at leggja um, hevði hendan tíðin, sum Ågot hevur verið á svartkalvaveiði við gørnum, havt eydnast rættiliga væl. - Stundum hevur fiski- skapurin verið heilt góður, men nú prísirnir eru farnir upp aftur á líkinda støði, er fiskiskapurin vorðin lakari. Reiðarin ásannar, at hetta eru treytirnar í vinnuni. - Viðhvørt gongur væl, og aðrar tíðir gongur minni væl. Eyðstein Poulsen sigur, at Ågot ætlandi loysir aftur sunnudagin, og hann vænt- ar, at skipið verður á garna- veiði eina tíð aftrat, áðrenn lagt verður um aftur til línuveiði. Prísfall gav Ågot minni úrtøku Ågot hevur verið einar 6-7 túrar á garnaveiði, og hóast stórt prísfall hevur verið á svartkalva, hava skip og manning gjørt tað hampiliga gott Mynd: Vilmund Jacobsen Fyrrv. nøvn: Urvåg/Noreg Skipaslag: Línuskip/ garnaskip Smíðistaður/ár: Noreg/ 1970 Longd: 37,08 m Breidd: 7,47 m Maskina: Wichmann/600 hk Eigari: Sp/f Ågot FAKTA - Vit eru bert viðspæl- arar í náttúruni. Tá rákið broytist, soleiðis sum vit hava staðfest, broytist so nógv ann- að í havinum eisini, sigur Eyðstein Poul- sen, skipari HavumHvørvi Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá brøðurnir í Klaksvík, Eyðstein, Hjaltur og Pól Eyðfinn, sáli, keyptu Ågot í 1993, vóru teir eisini á garnaveiði við skipinum. Eyðstein Poulsen, sum vit tosa við í greinini oman- fyri, er onga løtu í iva um, at rákið á føroyska land- grunninum kann vera skift- andi – ár undan ári. - Tá vit í nítiárunum vóru á garnaveiði, sóu vit mang- an, at tað rak so hart, at ilt var at finna boyurnar aftur, tá gørnini skuldu dragast. Á fleiri túrum lógu vit og bíðaðu, til boyurnar komu undan kavi aftur. Eyðstein sigur, at hendan trupulleikan hava teir ikki havt síðan seinast í nítiár- unum. - Men nú er aftur vent, og rákið kann saktans taka boyurnar niður við sær. Reiðarin heldur tað vera undarligt, at rákið kring Før- oyar kann vera so skiftandi. Hann vísir eitt nú á, at inni á landgrunninum er eitt rák, og á Íslandsryggin- um eitt annað rák. - Norðanfyri síggja vit, at tað bara rekur vestur – og ikki eystur, leggur hann aftrat. Eyðstein sigur, at menn í fleiri ár hava havt á munni, at rákið í kantinum av land- grunninum var dottið burtur. - Men nú er líkt til, at hav- umhvørvið aftur líkist tí, sum var fram til seinast í nítiárunum. Nú mugu menn, sum eru á garnaveiði, aftur leita eftir boyum, og hetta hava teir ikki sæð nógv til í fleiri ár. Eyðstein Poulsen vísir á, at tá rákið broytist, broytist so nógv annað í havinum eisini, og fiskasløgini ferð- ast ikki um somu leiðir sum áður. - Náttúran hevur síni loynd- armál, og í henni eru vit bert viðspælarar, sigur reiðarin. Rákið á landgrunninum er skiftandi Einaferð helt ein gamal maður fyri, sum var sín seinasta túr á floti, at ”tað rekur ikki nú sum áður”. Kanska var okkurt um hetta