Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 92 - 16. mai 2008 ] Hundrað­ tals fólk í gongd Tað krevur sítt, nú Flog­ bóltssambandið er vert­ ur fyri EM­undankapp­ ing í flogbólti. Umframt spælarar og dómarar, sum eru á leið 90 í tali, so er talan eisini um hópin av hjálparfólki, sum hevur sína gongd kring dystirnar. Íalt eru talan um 190 postar, sum skulu mann­ ast til kappingina, men tað merkir ikki heilt tað sama, sum at talan skal verða um 190 dystir. Ivaleyst verður tað so, at tvey ella trý lið eru við linjudómarum, skrivarum og øðrum, men framvegis verður talan um heilt nógv fólk, sum øll skulu geva sítt íkast, soleiðis at kappingin hepnast væl. -mørk Jan fær tríggjar dystir Føroyski altjóða dóm­ arin, Jan Hentze, er sett­ ur at døma tríggjar av dystunum í EM­undan­ kappingini í kvinnu­ flogbólti. Einu ferðina verður Jan fyrsti­dómari, og tvær ferðir verður hann annar­dómari. Fyrsti­dómari verður hann í dystinum leygar­ dagin millum Skotland og Írland. Í setanardystinum fríggjadagin millum Skotland og Luksem­ borg verður Jan annar­ dómari, og tað verður hann aftur sunnudagin, tá Luksemborg og Ír­ land møtast. -mørk Dómararnir stóðu royndina Føroysku fótbóltsdómararnir hava í ár fingið Pætur S. Clementsen at taka sær av fysisku venjingini. Og skal metast eftir fysisku testunum, sum vóru á skránni mikukvøldið, so hevur hetta hepnast væl. ­ Allir dómararnir kláraðu rennitestina, og tað nakað væl betri enn til seinastu royndina, vit høvdu, sigur Lassin Isaksen úr Fótbóltssambandinum. Og hann leggur dent á, at arbeiðið hjá Pæturi hevur borið ávøkst. Pætur stendur fyri venjingini, tá dómararnir møtast eitt kvøld um vikuna, annaðhvørt í Leirvík og Tórshavn, og harafturat hevur hann gjørt serlig venjingarprogram til hvønn einstakan dómara. Vunnu á Luksemburg Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spældi í gjárkvøldiðsíðsta dystin í minikapp­ ingini, sum hesa seinastu vikuna hevur verið í Luksemborg. Dysturin var ímóti heimaliðnum, og tað eydnaðist Føroyum at vinna trivaligan 4­2 sigur á Luksem­ borg. Hetta var nett sama úrslit, sum tá ið Føroyar mánadagin vunnu á Letlandi. Rannvá Andreasen setti hol á í 7. minutti. Fimm minuttir eftir steðgin økti Rannvá um munin til 2­0, og uppaftur tveir minuttir seinni var tað liðformaðurin, Malena Josephsen, sum skoraði til 3­0. Í 57. minutti minkaði Luksemburg um munin, og í 90. minutti var tað Heidi Sevdal, sum legði Føroyar framum 4­1. Í yvirtíðini pyntaði heimaliðið um, so úrslitið gjørdist 4­2 sigur til Føroyar. Tvey mála sigurin vísti seg kortini ikki at vera nóg stórur at vinna kappingina. Kasakstan vann nevnliga 5­0 á Letlandi, og høvdu soleiðis betri málmun enn føroyska liðið. Bert smálutirnir eru eftir at fáa upp á pláss, men sum heild eru Føroyar púrasta til reiðar at hýsa EM- undankappingini í flogbólti, sum verður spæld um vikuskiftið Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo ­ Tað er deiligt at síggja, at vit nú hava eina rúgvu av smáum trupulleikum. Orðini eigur Niclas Joen­ sen, landsliðsvenjari í flog­ bólti, men sum eisini er partur av leiðsluni í flog­ bóltssambandinum, sum um vikuskiftið er vertur fyri EM­undankapping. Hóast trupulleikar helst ikki skulu vera, so skulu orðini hjá Niclasi skiljast bókstaviliga, sigur hann við einum skeivum smíli. ­ Alt hitt er upp á pláss. Men tá vit ikki eru von við at standa fyri slíkum tiltøk­ um, so eru jú ein rúgva av smálutum, sum skulu vera í lagi. Til dømis at vatndunkar skulu standa á ávísum stað og annað, sum hoyrir smá­ tingsdeildini til. So eg ivist ikki í, at alt er púrasta klárt, tá fyrsti dysturin skal spæl­ ast fríggjadagin, sigur hann. Mugu raka dagin Hóast tey í flogbóltssam­ bandinum soleiðis renna skjótt hesar seinastu tímar­ nar, so metir Niclas, at spæl­ ararnir sjálvar hava fínar umstøður til sínar fyrireik­ ingar. ­ Eg fari nokk ikki skeiv­ ur, um eg sigi, at eg eri tann einasti í hópinum, sum verður órógvaður av hesum. Allur hópurin býr saman á Hotel Føroyum, so umframt nógva venjing seinastu tíð­ ina, eru kringstøðurnar hjá hópinum framúr. Onkrar av spælarunum skulu tó til roynd fríggjamorgunin, men seinnapartin eru vit øll saman aftur, so eg haldi, at tær hvør sum ein eru til reiðar, tá kappingin byrjar. Hini liðini eru nú komin til Føroya. Hevur tú havt møguleika at hugt eftir mót­ støðuni? ­ Rættiliga lítið. Men tað sær út til, at flestu liðini hava rættiliga stórar spælar­ ar. Liktenstein sær eisini út til at hava eitt høgt tekniskt støði, meðan tær skotsku sláa hart, tað sum eg havi sæð. ­ So alt í alt skuldu verið útlit fyri, at vit fáa nakrar heilt góðar dystir. Men tað krevur, at vit veruliga spæla upp til okkara besta. Og so bæði vænti og vóni eg, at vit merkja, at vit eru á heimavølli, soleiðis at spæl­ Bæði árstalsfeløgini, sum hittast á Sandi, hava tørv á stigum, um tey skulu vinna seg frá niðurflytingarstrikuni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan er at kalla um botn­ brak, tá B71 sunnudagin tekur móti B68. Hjá báðum pørtum er galdandi, at venj­ ararnir hava latið so hampu­ liga væl at spælinum, men úrtøkan hevur enn ikki ver­ ið av slíkum slag, at liðini á nakran hátt kunnu kenna seg trygg. Tað ger eingin teirra held­ ur eftir dystin sunnudagin, men ein sigur kann skapa nakað av fjarstøðu til tungu strikuna, og á tann hátt vera við til at lyfta lagið í hópi­ num nøkur stig rætta veg­ in. Og roknað verður við, at báðir partar hava mest sum allar mans tøkar. Hjá B71 er undantakið langtíðar­ skaddi Anders Sørensen, meðan B68 hevur Ralph van Dooren og Landing á langtíðar skaðalistanum. Hartil hava Jacob Bymar, Jóan Símun Edmundsson og Niclas Joensen allir drig­ ist við smærri skaðar, men roknað verður tó við, at teir eru tøkir, verður sagt av Toftum. Fegin um teir lítlu tru­ pulleikarnar B71-B68: Kríggj um strikuna Niclas Joensen og spælarar hansara siga seg vera púrasta til reiðar, nú EM- undankappingin fer ígongd