Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 92 - 16. mai 2008 47 Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Arbeiðsuppgávur Saman við einum vælvirkandi liði ert tú við til at halda vega merk ing- ina á landsvegunum. Hetta merkir, at tú fært eitt fjølbroytt arbeiði, ið til tíðir er kring alt landið. Arbeitt verð ur av og á um náttina. Vetrarhálvuna fert tú at luttaka í vetrar hald inum, ið hevur til uppgávu at grava kava og at boða frá um hálku. Aftur at hesum fert tú til tíðir at arbeiða á einum nýggjum tunnils liði, ið skal gera ymsar upp- gávur inni í tunlunum. Førleikakrøv Tú mást hava vanligt koyrikort og helst eisini koyri kort til lastbil, men hetta er ikki ein treyt. Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, og at tú ert raskur og arbeiðssamur. Tú fert at arbeiða á einum liði, og vit vænta tí, at tú hevur góð sam starvs evnir og ert nærlagdur og fyrikomandi. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sam bært sáttmála við avvarðandi yrkis felag. Starvið verður sett skjót ast gjørligt. Umsóknir Umsóknir við lívsgongdarlýsing (CV) og møguligum ummælum skulu sendast til: Landsverk, Postmoga 78, FO-110 Tórshavn, ella við telduposti til lv@lv.fo, merktar „Arbeiðsfólk til vegamerkingina“. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. mai 2008. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá Hans Madsen, formanni á málinga lið- num, á tlf. 540 948, ella frá Fríðriki Heinesen, verkfrøðingi á vega- deildini, á tlf. 540 888 ella fridrik@lv.fo. Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega-, byggi- og havna- myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar. STARVSLÝSING Sóknast verður eftir einum røskum persóni (m/k) til eitt spennandi starv á málingaliðnum hjá Landsverki. Arbeiðsfólk til vegamerkingina Søkt verður eftir krambakvinnu Vit leita eftir einum ágrytnum, blíðum og tænastusinnaðum starvsfólki. Vit bjóða eitt spennandi og mennandi starv í einum umhvørvi, har tað snýr seg um at veita eina góða tænastu. Kravt verður, at tú ert sera áhugað í klædnamóta og klædnasølu. Tú ert blíð, tænastu- sinnað og ágrýtin. Tú ynskir at mennast og gert tær ómak at veita eina sera góða tænastu, hava áhuga og duga at hjálpa kundanum at velja rætta klædnaplaggi og ert ágrýtin eftir at geva viðskiftafólkunum eitt gott heildarupplivilsi í handlinum.. Kravt verður eisini, at tygum kunnu arbeiða sjálvstøðug. Hevur hetta tygara áhuga ella eru spurningar um starvið, ber til at ringja til Aibritt á Plógv, tel. 318787 ella 510750. Margerita í SMS Á Trapputrøðni Postboks 1385 110 Tórshavn Starvsfólk til In•tone clinic J. Paturssonargøta 18 Tórshavn · Tel 322045 Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi – ella fólki við líknandi útbúgving – í 30 ella 40 árs aldrinum at arbeiða nakrar tímar um vikuna. Meira fæst at vita um In•tone á www.intone.dk, og um hetta starvið við at ringja á tlf. 322045/522045. Send skrivliga umsókn til Sannu Hentze, Fugloyarvegur 10, 100 Tórshavn ella e-mail: sanna@spirin.fo Starvið verður sett skjótast gjørligt.