Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mai 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Nr. 92 • 16. mai 2008 Mannfólka­ sjónvarp Umslagið til hesa útgávu av Vikuskiftinum staðfestir, at vit nú skriva 16. mai. Sum so bara eitt tal, men samstundis merkir hetta eisini, at tað nú bert eru 22 dagar eftir, til Sjónvarpið verður hertikið. Frá 7. juni klokkan 17.00 og fram til sunnukvøldið 29. juni er kassin í stovuni mín! EM-fótbóltur er á skránni, og so mugu onnur ting víkja. Pernille, Anna Pihl, Grey og onnur av teirra slag fáa á ongan hátt mítt blóð í kók, og vanliga havi eg einki ímóti, at konan fær teir tímarnar framman fyri skíggjanum. Men tað verður so ikki í tær vikurnar, sum endaspælið fer fram. Og so er tað jú eisini í fínasta slag, at dystirnir verða spældir “normala” tíð at kalla. Ikki sum tá HM var hinumegin knøttin, og íløga mátti gerast í nýtt sjónvarp, sum kundi monterast yvir seingini. Og so er annars bara at bera seg at, sum rættur sofa-venjari. Skelda um, hví hesin og hasin ikki verða skiftir út ella inn. Hví taktiska uppleggið hjá venjarunum ikki riggar, og finnast at ivasomum off-side dómum. Ja, snøgt sagt alt hetta, sum konufólk ikki reiðiliga skilja. Handan lýsingin frá Danske Spil er jú ikki tikin úr tómum heimi. Ikki tí. Áhuga fyri ítrótti kunnu konufólkini saktans hava, og teirra tíð kemur eisini í august mánaði, tá OL verður á skránni. Talan verður tó ikki um íløgu í nýtt sjónvarp til sovikamarið, nú sonurin hevur fingið HM-sjónvarpið frá 2002 til sína Playstation. Tað kann vera, at eg siti uppi onkra nátt, tá Katrin sessast við árarnar. Men álvaratos. Við synkronsvimjing á programminum kunnu rættir menn væl ikki rópa OL fyri eina ítróttahending. Jákup Mørk blaðmaður jakup@sosialurin.fo Heini bloggar úr Ísrael Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael. - Har er tað, rópar Mary, skrivstovudaman, meðan vit onnur trýsta nøsina ímóti vind- eyganum og bíða eftir, at navnframa forseta- flogfarið Air Force One kemur til sjóndar í havsbrúnni. Og so fái eg eyga á stóra og hvíta flogfarið hjá harra Bush, sum skyggir í sólini og flýgur lágt inn yvir háhúsini í Tel Aviv, áðrenn tað snarar í ein suður og lendir á Ben- Gurion flogvøllinum. Mikudagin í vikuni kom George W. Bush í seksti ára føðingardag hjá ísraelska stati- num. Og sum so nógvir aðrir forsetar, sum undan honum fóru, ger hann eisini eina roynd at skriva seg inn í søgubøkurnar sum tann forsetin, sum megnaði at skapa frið í Miðeystri. Ein heiðurlig roynd, sum hevur fingið palestinar og ísraelar aftur til samráðingarborðið eftir sjey ár uttan dialog. Og tað er í sær sjálvum betri enn einki, hóast langt er eftir á mál. Ógvuliga langt. Operation Peace Middle East er eisini ein heiðurlig roynd hjá Bush at betra um hansara egna eftirmæli. Ein roynd at fáa okkurt positivt við sær í politisku grøvina. Ein roynd at turka upp eftir átta kaotiskum árum í Hvítu Húsunum. Tvey valskeið, sum hava staðið í skugganum av einum evjudíki í Irak, sum varð bygt á lygnir um hópoyðingarvápn og samstarv millum Saddam Hussein og al-Qaeda. Gølur um fangapíning í Abu Ghraib og loynilig CIA-fongsul í Eysturevropa. Eini umstríddari fangalegu á Guantanamo, sum ST vil javna við jørðina. Einum amerikanskum bú- skapi í kreppu við methøgari uttanlandsskuld og skattalættum til yvirstættina í Wall Street. Einum umstríddum kríggi ímóti yvirgangi, sum sær út til at hava intensiverað heimsins mótsetningar og polariserað heimsins fólkasløg. Við eini aggressivari neokonservativari dagsskrá hevur doktrinin verið, at álop er besta verja, at USA skal útflyta demokrati gjøgnum hernaðarligt yvirvald, og at USA skal agera offensivt, unilateralt og isolationistiskt, um tungir og ineffektivir felagsskapir sum ST og ES ikki koma við upp á vognin. Ein idealistisk doktrin, sum hevur røtur aftur til nakrar liberalar humanistar í sekstiárunum, men sum fekk eina renesansu omaná toftu- num á World Trade Center handan sólríka týsmorgunin í september 2001, og hvørs vakra endamál er ein fagur og nýggjur heimur við frælsi, fólkaræði og mannarættindum, sum átti at fingið ein og hvønn vinstrahallan evropeara at rópt av frøi. Men eisini ein doktrin, sum seinastu árini er yvirhálað av veruleikanum, sum er, at demokrati ikki altíð veksur út ígjøgnum skotholið á eini riflu. Rættarstaturin ressast ikki omaná bumbaðum bygningum í Baghdad og Teheran. Og virðingin fyri mannarættindum spírar ikki oman á hópgrøvum og fangalegum. Og arkitektarnir handan neokonservativu hugsjónina, sum sótu á politiska valdinum fyri fýra árum síðani? Eisini horvnir ella á veg út! Bush liggur saman við varaforsetanum Dick Cheney søguliga lágt í amerikanskum meiningarkanningum, og sama gjørdi fyrrverandi verjumálaráðharrin Donald Rumsfeld, sum varð varpaður út í myrkrið eftir fýra árum. Sjefideologurin, fyrrverandi varaverjumálaráðharrin og bossurin í heimsbankanum, Paul Wolfowitz, mátti taka seg aftur eftir eina eyðmýkjandi korruptións- skandalu. Og trygdarpolitiski ráðgevin Richard Perle varð eisini skrottaður og roynir seg nú í amerikanska vinnulívinum. Við øðrum orðum er neokonservativa A-liðið, sum fyri fáum árum síðani myndaði politisku valdselituna í USA, horvið. Eftir standa Bush og Cheney, The Men of Yesterday, sum The Economist tók til ein dagin, áðrenn pallurin verður latin aldrandi krígshetjuni John McCain, royndu stálfrúnni Hillary Clinton ella vónarinnar manni, Barack Obama. *** Men vil tað siga, at einki gott er at siga um kollsigldu neokonservativu hugsjónina? Als ikki. Eg vil framvegis hava eitt virkisfúsið USA, sum kann sláa til, tá ST svíkur. Sum til dømis í Darfur, Rwanda, Kosovo og Kongo. Eg vil framvegis hoyra politiskar leiðarar, sum hóast háð og spott frá evropeiskum kulturrelativistum ditta sær at tosa um rætt og skeivt, um gott og ónt, um satt og ósatt. Eg vil framvegis hoyra friðarelskandi liberalistar tosa um universell mannarættindi, um stríðið millum demokrati og diktatur, millum persónligt frælsi og statsliga kúgan, millum sekulera toleransu og teokratiskt tyranni. Stóra avbjóðingin er at finna javnvágina millum aktivismu og afturhaldni. At taka globala ábyrgd uttan at kasta seg út í krígsævintýr, sum einans styrkja tær kreftir, vit eru uppi ímóti. At vita, nær tey vøkru idealini kunnu enda í ringastu vanlukkum. At velja diplomatiið og dialogin, áðrenn samanstoyturin og kríggið gerast óundan- sleppandi veruleikar. At umganga semi- totalitert hugmóð í royndunum at skapa ein betri heim. Og tí er tað reinur einglasongur, tá bæði Obama og McCain í hesum døgum taka frástøðu frá Bush-doktrinini og í staðin tosa um “eyðmjúka aktivismu”, um uppgerðina við nationalan stórlætisørskap og patriotiska sjálvrættvísi, um avbjóðingina at berjast ímóti sínum fíggindum uttan at ofra sítt egna demokrati ideologiskt og kulturelt, og um eitt endurnýggjað diplomati, eisini yvir fyri teimum allar ringastu av heimsins skuggastatum. Og teimum er nóg mikið av. heini_skorini@yahoo.com - Eg vil framvegis hava eitt virkisfúsið USA, sum kann sláa til, tá ST svíkur. Eg vil framvegis hoyra politiskar leiðarar, sum hóast háð og spott frá evropeiskum kulturrelativistum ditta sær at tosa um rætt og skeivt, um gott og ónt George W. Bush á vitjan í Ísrael, her ímillum ísraelsku stjórnarleiðararnar Shimon Peres og Ehud Olmert. Sum so nógvir aðrir forsetar ger Bush eisini eina roynd at skapa frið í Miðeystri eftir átta kaotiskum árum í Hvítu Húsunum. Mynd: Eric Draper Bye Bye Bush