Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-19, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. mai 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 [ Nr. 93 - 19. mai 2008 ] Herd oyggja­ leika­ krøv Svimjisamband Føroya hevur gjørt av at hera um kravtíðirnar til oyggjaleikirnar, soleiðis at tað í framtíðini ikki verður eins lætt hjá svimjarum at kvalifisera seg SVIMJING Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Svimjisamband Føroya kom eftir ein fund leyg­ ardagin til ta niðurstøðu, at kravtíðirnar til oyggjaleikirnar skulu herast. Áður hevur krav­ ið verið, at tú skal svimja skjótari enn tann, ið gjørdist numm­ ar fimm á sama teini á undanfarnu oyggjaleik­ um. Í framtíðini skalt tú svimja skjótari enn tann, ið vann bronsu á sama teini á undanfarnu oyggjaleikum, um tú altso ætlar tær við til leikarnar. Tískil eru tað bara heiðursmerkjakan­ didatar, ið sleppa við. Orsøkin til broyting­ ina er tann, at hópurin av tí sama gerst smærri, og at tað eru fleiri svimjarar, ið kappast um gullið. Tað eru nevni­ liga bara gullmerkini, ið fyrst og fremst telja, tá ið heiðursmerkjabýtið á leikunum fer fram. Tvær gullnálir Ein tann størsti persónligi heiðurin hjá føroyskum svimjarum er, um svomið verður til eina gullnál. Hesum málinum rukku Kári á Høvdanum og Shaila millum Garðarnar um vikusiftið. Kári svam seg til nálina í 50 metra rygg, og Shaila svam seg til nálina í kappingini á 50 metra firvaldssvimjing. Nýtt met til Rigmor Rigmor N. Arge setti um vikuskiftið nýtt føroyskt met í marathonrenning fyri kvinnur. Metið setti hon í stóru Copenhagen Marathon­kappingini í danska høvuðsstaðnum. Tíðin hjá Rigmor var 3.09.09, og var gamla metið 3.10.39. Samanlagt gjørdist Rigmor nummar 10 í kappingini, har 1.222 kvinnur runnu allar teir 42.195 metrarnar, sum marathon­teinurin er til longdar. Svimjisambandið noktaði SvF atgongd til FM-finalurnar. At enda slapp mynda- tólið inn, men Sjónvarpið fekk einans samrøðu við formannin í Svimji- sambandinum SVIMJING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum nakað nýtt hevði Svimjisambandið undan ársins útgávu av FM­final­ unum valt at gera samstarvs­ avtalu við Rás1 hjá Tele­ varpinum, sum sendi bein­ leiðis frá øllum svimjifinal­ unum um vikuskiftið. Tann luturin hevur annars ligið hjá Sjónvarpinum, men har høvdu tey hesa ferð valt svimjingina frá. Bæði tí Sjónvarpið í ár hev­ ur sent beinleiðis frá øðrum ítróttatiltøkum, og tí tað eisini er avmarkað, hvussu stór framleiðsluorskan hjá Sjónvarpinum er. Sjónvarpið ætlaði tó at gera innsløg frá FM­kapp­ ingini í svimjing, men tey komu á læstar dyr í Svimji­ høllini, váttar Øssur Winthe­ reig, tíðindaleiðari hjá SvF. ­ Eg vóni og haldi, at talan fyrst og fremst byggir á eina misskiljing. Okkum stóð aftur í ár í boði at senda frá svimjingini, men vit settu okkum ikki førar fyri hesum. Vit hava annars sent frá øllum FM­finalunum seinastu 10 árini ella so, men í ár valdu vit hetta frá. Ikki minst tí tað er avmark­ að, hvussu ofta vit kunnu krevja av okkara fólkum, at tey skulu framleiða bein­ leiðis sjónvarp um vikuskiftið. ­ Vit ætlaðu tó sjálvandi at gera innsløg úr Gunda­ dali, men í fyrstu syftu nokt­ aðu tey í Svimjisambandin­ um fyri, at okkara fólk skuldu koma inn. Eftir at hava tosað nakað aftur og fram fingu vit tó loyva at koma inn, og vit hava upp­ tøkur frá sjálvari kappingini. Men vit fingu tó ikki loyvi at gera samrøður við svimj­ ararnar, og tað halda vit vera stórt spell, sigur Øssur Winthereig. SvF slapp ikki í part FM í svimjing hevur verið um vikuskiftið. Suðuroyar Svimji- felag tók 34 av 42 møguligum gullheið- ursmerkjum við sær aftur úr Svimjihøllini í Gundadali, har væl- eydnaða tiltakið fór fram SVIMJING Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Seinasta føroyska svimji­ kappingin hetta kappingar­ árið fór fram um vikuskiftið, tá ið føroyameistararnir skuldu finnast í svimjihøllini í Gundadali, sum var karm­ ur um hetta stórtiltak, sum er ársins hæddarpunkt hjá nógvum ungum og evnarík­ um svimjarum. Vikuskiftið bjóðaði 12 nýggj met og nógvar spennandi finalur. Eiga hvør sína grein Suðuroyar Svimjifelag er væl mannað við sterkum svimjarum, og tað vóru eis­ ini tríggir av teirra svimjar­ um, ið struku avstað við flestu metunum. Hin navn­ framasti man vera Pál Joen­ sen, og um vikuskiftið setti hann fimm føroysk met. Hesi setti hann í 100m fir­ vald, 100m blandað, 200m blandað, 400m blandað og 200m firvald. Malan V. Bærentsen av Tvøroyri prógvaði so dyggi­ liga, at hon er sterkasti bringusvimjari í landinum, tá ið hon setti met í 50m bringu, 100m bringu og 200m bringu. Hetta sama prógvaði Kári J. á Høvdanum úr Fugla­ fjarðar Svimjifelag í rygg­ svimjingini, og svam seg til føroyskt met í 50m rygg, 100m rygg og 200m rygg. 12. og seinasta metið setti sterka kvinnustafettin av Tvøroyri, sum setti met í 4x50m frí við tíðini 1.50:66. Kristian aftur í hylin Veteranurin úr Ægir, Kristi­ an Olsen, hevði um viku­ skiftið aftur tikið svimji­ klæðini upp á seg. Hann hevur ikki vant regluliga síðan oyggjaleikirnir í fjør, men meteigarin í 50m frí var at síggja á hesum sama teini. Steðgurin tyktist ikki at hava gjørt stóra ávirkan á Kristian, tí hann svam seg á mál áðrenn Pál Joensen, sum annars var spáddur at taka metið hendan dagin. Kristian svam við tíðini 24.61, meðan Pál fekk tíð­ ina 24.67. Gullmerkið vann Pauli Ø. Mohr úr Fugla­ fjarðar Svimjifelag við tíð­ ini 24.12. Metið, sum Kristi­ an harvið framvegis eigur, er 23.97. Hetta setti hann við FM í fjør. Pál gjørdist ársins svimjari Kappingarárið hjá Pál Joen­ sen úr Vági hevur verið framúrskarandi, og hetta fekk hann lønt við heiðrin­ um ’ársins svimjari 2008’. Tá ið Rás1 hjá Televarpinum tosaði við hann eftir kapp­ ingina, hevði hann trupult við at siga, at hetta kom óvart á hann. ­ Eg hopaði at blíva vald­ ur til hetta, serliga eftir at eg fyrr í ár eri blivin valdur sum ársins ítróttarbragd, segði Pál Joensen, sum altso á fyrsta sinni er kosin ársins svimjari. Pál venur sera hart, og hann følir ikki, at hann kann kýta seg enn meira. ­ Eg venji tvær ferðir um dagin, og eg kann ikki gera meiri við tað, enn eg geri nú. Eg geri ikki nógv annað, segði Pál. Stórfingna kappingarár hansara er av her heima á klettunum, men hetta letur dyr upp fyri útlendskum kappingum. Næsti steðgur hansara verður í Serbia, har HM fyri ungdómar verður svomið seinni í ár. Svimjioyggin Suðuroy Pál Joensen gjørdi ikki óvæntað størsta hálið. Um ársskiftið varð hann kosin ársins ítróttanavn í Føroyum, og um vikuskiftið vann hann heiðurin sum ársins svimjari Mynd: Jens Kr. Vang