mánadagur 19. mai 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Um ikki ein rætti
ligur stórbýur, so
hevur Reykjavík
tey flestu serkenn
ini, sum ein slíkur
býur hevur. Og
høvuðsstaður Ís
lands er uttan iva
meiri nýmótans enn
nógvir aðrir stórbýir
Hóast niðurgongd í íslendska
búskapinum seinastu mánaðir
nar, so merkist hetta ikki í býar
myndini á Reykavíkarleiðini.
Allastaðni daga stórir byggi
kranar móti himli, og býurin
sær framvegis út til at hava
voksiverk, sum hann hevur
havt tey seinnu mongu árini.
Nú er tað sjálvandi soleiðis, at
bremsilongdin á byggivirksemi
hevur eina ávísa longd, so ein
viknaður búskapur sæst ikki
beinanvegin aftur á býarmynd
ini.
Millum annað nógvir føroy
ingar arbeiða í íslendsku
byggivinnuni og teir siga, at
enn er sera nógv at gera.
Íslendingar hava altíð borið
orð fyri at vera eitt sera fram
søkið og nýmótans fólkaslag.
Hetta kemur ikki av ongum.
Miðdepilin hjá íslendingum,
Reykjavík, er á øllum økjum ein
sera framkomin høvuðsstaður.
Nærmast allastaðni í býnum
sæst, at einans tað besta er
gott nokk fyri íslendingar og
tey ferðafólk, ið vitja býin. Tað
verði seg arkitekturur, snið
geving, handilsvirksemi,
frítíðarvirksemi, undirhald og
ikki at gloyma teir nógvu baði
fasilitetirnar, ið eitt serkenni
fyri íslendska høvuðsstaðin.
Tað finnast ikki minni enn 15
svimjihallir ymsastaðni í
býnum.
Gott nokk hevur Ísland nakrar
náttúrugivnar resursir við tí
heita vatninum, sum vit í
Føroyum ikki hava, men grann
arnir fyri norðan hava sanniliga
dugað væl at gagnnýtt hesar til
fulnar. Teir sokallaðu »heiti
pottarnir« finnast næstan alla
staðni, har sum ferðafólk
koma. Millum annað hava allar
svimjihallirnar heitipottar,
hvørs vatn kemur frá landsins
æviga orkuverki, sum er tann
heita undirgrundin. Her verður
baðað, tosað saman, og her er
gott pláss fyri fremmandum.
Áhugaverd støð
Sjálvt um Reykjavík ikki er av
bíligastu býum at ferðast í, so
er høvuðsstaðurin og Ísland
sum heild ikki dýrari enn so
nógva aðrastaðni á okkara
leiðum.
Reykjavík er kendur sum
mentunnarbýur, sum hýsir
nógvum góðum tónleikarum,
sniðgevum og øðrum listafólki.
Einaferð um árið verður skipað
fyri altjóða rytmiskari festival
og eini stórari mentunnar
festival. Her finst eisini ein
ørgrinna av museum og
gallaríum, ið hava tað
nýggjasta nýggja at bjóða.
Í mun til føroyingar framleiða
íslendingar lutfalsliga nógv
sjálvir, og tí eru shopping
møguleikarnir eisini góðir. Ikki
bert matvørur framleiða teir
sjálvir, men nógv innanfyri
bæði snið, klæði og aðrar
handilsvørur.
Burtursæð frá tí gamla
íslendska torvhúsinum, ið
stavar frá víkingatíðini, so er
íslendsk byggilist rættiliga ung.
Helst tí, at vælstandurin – eins
og í Føroyum – er rættiliga
ungur. Nú er smakur ymiskur,
men tað finnast eftirhondini ein
ørgrynna av áhugaverdum
bygningin. Millum annað tann
stórsligna Hallgrímskirkjan, ið
varð vígd í 1986, men sum tað
tók á leið 40 ár at fáa liðugt
bygda. Útsýnið úr torninum er
tað besta í øllum býnum.
Eitt annað er Perlan, sum er
bygd á Øskuhlið oman á seks
stórar vatnbrunnar, ið er tann
elsta veitingin av heitum vatni í
Reykjavík. Onnur áhugaverd
støð at vitja eru til dømis
Norðurlandahúsið, sum kendi
finski arkitekturin, Alvar Aalto
hevur teknað, Altingið, Lista
savfn Reykjavikur, Safn og
Kjarvallsstaðir.
Fleiri av hesum og øðrum
vitjunarmøguleikum fara vit at
gera meiri burtur úr teir
komandi dagarnar.
Nýmótans býur bíðar
Puntur nr. 1
lýsingartilfar
Reykjavík er sera nógv vaksin seinnu árini
Ætlar tú at keypa bil, bjóða vit tær fígging og trygging um eina
leið. Tú fert beint inn á bilasøluna, har tú fært landsins bíligastu
og skjótastu fígging beinanvegin. Í somu vending avgreiða vit
tryggingina. Tú fært lykilin og koyrir avstað.
Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn,
Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo
sansir.fo
Lyklaklár fígging
og trygging til bilin