Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 94 - 20. mai 2008 Starvið Á deildini í Klaksvík veita vit tænastur til privat- og vinnukundar í Norðoyggjum. Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av at styrkja støðuna hjá Eik Banka í Norðoyggjum og mást duga og vilja at standa fram sum umboð fyri Eik. Tú verður leiðari fyri fimm fólkum og saman skulu tit tryggja, at deildin altíð livir upp til aðalvirðini í Eik at vera professionell, innlivandi og nýhugsandi. Sum leiðari fært tú ábyrgdina av at samskipa og leggja til rættis dagliga arbeiðið, og seta langtíðarmálsetningar fyri deildina. Trivnaður, arbeiðsgleði og toymisandi hjá starvsfólkunum hevur avgerandi týdning fyri Eik, og eisini á hesum økjum skalt tú sum leiðari vera virkin. Ynskiligir fakligir førleikar • Tú hevur peningastovnsútbúgving • Tú hevur leiðsluroyndir Ynskiligir persónligir eginleikar • Tú hevur góð samstarvsevni • Tú dugir væl at samskifta og virka í einum umhvørvi í støðugari broyting og menning • Tú hevur lætt við at taka avgerðir • Tú eggjar øðrum til og torir at ganga á odda Vit bjóða Ein fjølbroyttan arbeiðsdag í einum spennandi og avbjóðandi starvi við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett sum skjótast og verður lønt sambært avtaluni millum AFF og SFS. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marjuna Eystberg, starvsfólkaleiðara, tel 348510, teldupostur marjun.eystberg@eik.fo Umsóknir skulu verða Eik Banka í hendi í seinasta lagi týsdagin tann 27. mai 2008. Tær skulu stílast til: Eik Banki Att.: Marjun Eystberg, starvsfólkaleiðari Yviri við Strond 2 FO-100 Tórshavn Í Eik-samtakinum starvast á leið 400 fólk á 16 deildum kring landið, í dótturfelagnum Inni og í dótturfelagnum Eik Bank Danmark A/S. Á deildini í Klaksvík starvast 6 fólk. Leiðari til Eik Klaksvík Vit sóknast eftir leiðara til deild okkara í Klaksvík www.eik.fo Kia Carnival úr kr. 334.800 Kia Motors hevur bygt sína egnu bilverksmiðju í Evropa og floymir nú yvir evropeiska marknaðin við rúkandi ferð. Talan er um eina bilverksmiðju, sum hevur stórar ætlanir í Evropa. Verksmiðjan er ein tann mest framkomna í øllum heiminum, og í 2007 tóku teir allan bilaídnaðin á bóli við at geva heilt upp til 7-ára garanti upp á sínar bilar. Málsetningurin hjá Kia Motors er heilt greiður. Teir skulu verða millum heimsins størstu bilframleiðararnar. KIA Sorento Kia Sorento hevur nú fingið eina andlitslyfting og er ein av best umtóktu 4x4 á evropiska markn- aðinum. Við 170HK og eini togmegi uppá hálvtfjórða tons er hetta ein ektaður 4x4 við einum botntrekki uppá 392 Nm. Kortini er hetta at meta við ein sera vælútgjørdan SUV, nærmast sum ein luksuskendan stationcar. Sorento fæst eisini sum vørubilur. úr kr. 375.800 Kia – millum heimsins fremstu bilaframleiðarar Kia Picanto úr kr. 124.800 Kia Magentis úr kr. 224.800 Kia Rio úr kr. 159.800 Kia Carens úr kr. 256.800 Kia cee'd úr kr. 184.800 BERG MOTORS Staravegur 1-3 · FO-100 Tórshavn · tel 31 35 35 · fax 31 77 35 Stoksoyrarvegur 8 · 700 Klaksvík · tel 45 74 74 · fax 45 74 11 info@bm.fo · www.bm.fo