Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 94 - 20. mai 2008 tíðindi Sera áhugaverd fram­ sýn­in­g lat upp um vikuskiftið í Leopold Museum í Wien­. Het­ ta er ein­ stór og øðr­ vísi framsýn­in­g, ið varpar altjóða ljós á føroyska list og Føroy­ ar í breiðari merkin­g HUGLEIÐING Orð og myndir: Dávur Winther Hópin av røðum frá alkyns stjórum á Leopold savninum vórðu hildnar. Eisini kona Rudolf Leopold, sum var til staðar, helt røðu. Øll høvdu á orði, hvussu serstakt hetta lítla samfelagið Føroyar var við so ríkari søgu og siðsø­ gu. Føroyski dansurin, sum var varðveittur og kvæðini harvið eisini. Og so tann unga listin, sum var so rúgvusmikil og litføgur. Men ikki minst nýtíðar fótbólturin hjá dugnaligu fótbóltstjóðini Føroyum, sum hevði sett Eysturríkið upp á pláss fyri nøkrum árum síðan, fekk mikla umtalu. Við byrjanarøðuna vórðu víst brot úr dystinum í Landskrona, tá Føroyar legði Eysturríki á knæ í fót­ bóltslandskapping á sinni. Tony Ploster, ein tann kendasti leikarin hjá Eystur­ ríki, var við til framsýningina og greiddi eitt sindur lotur frá óhugaligu viðferðini frá føroyska landsliðnum í Landskrona í síni tíð. ”Culture Club” varpar ljós á framsýningina. Øll framsýningin má tó sig­ ast at standa í ljósinum av ”Culture Club”, sum Edward Fuglø hevur málað – og sum Klaksvíkar býráð eigur. Kápumyndin á skránni hevði brotmyndir úr ”Cultu­ re Club”, innbjóðing til danska umboðsmannin aft­ an á at framsýningin hevði latið upp, hevði ”Culture Club” sum ímynd. Ein stórur maður gekk runt í framsýningarhølunum ílatin sum ein yvirvaksin lundi og bar runt skráir til kvøldið – Lundar í klæðnin­ gi er jú motivið í ”Culture Club”. Ætlanin er, at hávaksni maðurin skal ganga í mið­ býnum í Wien í lundabúna og á henda hátt veita savnin­ um hópin av vitjandi, sum vilja sleppa at síggja føroys­ ku listaframsýningina, ið verður kallað: Nýtíðarlist úr Føroyum: 16.05. – 07.09.08. Tíðindafólk vístum stóran áhuga Aftaná vildu tíðindamenn hava tonna á Edward Fuglø fyri at vita, hvat lá aftan fyri hesa serstøku mynd, sum hekk til háborðs í savn­ inum á mest ásýniliga staðn­ um. Myndin hevði vakt so mikla umtalu. Millum tíð­ indafólkinin vóru SvF og ORF. Fyrr um dagin var tíðinda­ fundur, har eini 60 tíðinda­ fólk møttu frá øllum hand­ ans fjølmiðlastøðum í Eysturríki. Triðmest vitjaða listasavnið í Eysturríki Og vitjanum plagar ikki at skorta. Leopold savnið er tað triðja í røðini av mest vitjaðum listasøvnum í Eysturríki. Í Wien búgva o. u. 1,5 milliónir fólk – og har eru ein heilur hópur av kendum søvnum. Onkur vil vera við, at tá ið tú ert slopp­ in inn um á Leopold, ert tú so nær Mekka í listaheimin­ um, sum til ber. ­ Og best av øllum: Tað er sjálvur doktarin í listfrøði á Leopold Savninum: Mic­h­ eal Fuhr, sum hevur verið í Føroyum og sett hesa fram­ sýning saman. Ikki kann sigast annað enn, at hann hevur rakt væl, og at vit før­ oyingar kunnu vera fegnir. Longu nú er avtalað, at eitt ferðalag á 30 fólk koma til Føroya úr Wien í summar, sum onkusvegna hava til­ knýti til vinnuna og lita­ heimin í Eysturríki. Landsstýriskvinnan væl fagnað Kristina Háfoss, landsstýris­ kvinna í mentamálum umboðaði landsstýrið hábærsliga. Hon byrjaði fyr­ st á týskum, skifti yvir til enskt og rundaði av á týsk­ um – ræðið. Hon undirbygdi tað, sum vertirnir vistu um Føroyar og undirstrikaði týdningin av slíkari stór­ fingnari listaframsýninig úti í heimi. Framsýningin hevur stóran týdning fyri føroyskt lita­ og mentanar­ lívið; men ikki minst fyri Føroyar á øllum økjum. Kristina Háfoss varð sera væl fagnað av stóru áhoyr­ arafjøldini. Helgi Fossadal umboðaði Føroya Listasavn, borgar­ stjóri í Tórshavn, Heðin Mortensen og eisini borgar­ stjórin í Klaksvík; Stein­ bjørn O. Jac­obsen vóru við til upplætingina av framsýn­ ingini á Leopold Listasavn­ inum í Wien. Fleiri aðrir føroyingar vóru eisini til staðar. Edward Fuglø millum ment Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri saman við Halgir W. Arge oljuverkfrøðingi, sum hevur arbeiðir í oljuvinnuni í Wien. Hann býr í Wien saman við unnustu síni úr Klaksvík, Poulu Sjóstein, ið er pædagogur – Uttast til høgru Sunnuva Jacobsen, kona borgarstjóran Nógv fólk lýddu á, tá Kristian Háfoss setti framsýningina á Leopold savninum í Wien. Hon legði fyri á týskum, síðani tosaði hon á enskum, fyri aftur at runda av týskum - ræðið Mynd: Dávur Winther