Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar Tann mest væl­umtók­ ta ferðamannrutan í Ísl­andi, er uttan iva sokal­l­aði Gol­den Circ­l­e, har túrurin byrj­ar í Reykj­avík og kós verður sett móti Tingvel­l­ir. Haðani víðari móti Laugardagsvatni, Geysir, Gul­l­foss, Kerið, Bl­áa Lóni og Bessastøðum, áðr­ enn kósin aftur verð­ ur sett móti høvuðs­ staðnum Íslendingar eru sera stoltir av rutuni Golden Circle, sum er ein vælumtókt ruta hjá ferðafól­ ki, ið vitja Ísland. Ongin ivi er um, at Reykjavík liggur í einum áhugaverdum øki, tí her liggja flest áhugaverd ella atkomilig støð í øllum landinum, tá ræð­ ur um ferðavinnu. Tingvellir, sum er tað fyrsta steðgið á vegnum, er elsti ting­ staður í heiminum frá ár 930. Her er frálíka gott útsýni yvir Tingvallavatn, sum letur vatn til tað stóra orkuverkið við Nesja­ vellir, ið hitar vatnið upp og leiðir tað víðari til Reykjavíkar. Framvið og rundan um vatn­ ið liggur ein sera long gjógv, ið hevur brotið nógvar kilometrar av landslagi sundur. Ein stórur hylur beint við vatnið hevur fingið navnið drukningahylur, tí hann í gomlum døgum varð nýttur til at drukna kvinnur, sum høvdu fingið børn uttan um hjúnarlag ella vóru ólýdnar móti manninum. Eisini tær kvinnur, ið vórðu stemplaðar sum heksir, vórðu bundnar og tveittar í hylin, har tær drukn­ aðu. Í 1930 var økið við Tingvellir friðað og lýst sum fyrsta náttúrupark í Íslandi. Bert fá hús eru her. Millum annað ein lítil trækirkja og eitt gavlhús, sum parvíst verður nýtt sum alment summarhús hjá for­ sætisráðharraranum, umframt ein matstova. Tingvellir hevur oftani verið ramman um týdningarmiklar hendingar, sum hava við sjálva íslendsku tjóðina at gera. Tá Ísland varð útnevnd sjálv­ støðug tjóð í 1944 fór hetta fram í oysandi áarføri við Ting­ vellir, har 30.000 íslendingar lut­ tóku. Regnið varð umrøtt sum himmalsins gleðistár. Í 1994 lut­ tóku næstan tvífalt so nógv fólk í 50 ára føðingardegnum hjá íslendsku tjóðini. Goyst í 700 ár Av Tingvellum gongur leiðin víðari móti Geysir umvegis Laugardagsvatn, ið er vælum­ tókt feriustað millum íslend­ ingar. Her liggja ein ørgrynna av summarhúsum. Geysir, sum liggur í tí kenda Haukardalinum, hevur eftir øll­ um at døma goyst líka síðani 1300 talið, men hevur ikki latið við seg koma í nógv harrans ár, hóast vatnið í holinum smákók­ ar. Og tó; burtursæð frá einum tíðarskeiði í 2000, tá jarðskjálvti var í økinum, kom aftur lív í Geysir. Síðani tá hevur bert tann minni geysir beint viðsíðu­ na av, ið kallast Strokkur, goyst. Hvønn fimta minutt sprænir Strokkur kókandi heitt vatn 25­ 30 metrar upp í loft. Øll undir­ grundin uttanum kókar eisini. Hetta sæst ígjøgnum smærri hol ella rivur í undirgrundini. Frá Geysir er skjótt at koyra til Gullfoss. Kendi og stórsligni fossurin, hvørs vatn úr ánni Hvítá fyri tað mesta er smelti­ vatn frá Langajøkli. Tá sólin skýnur standa vakrir ælabogar yvir fossin, sum skjýt­ ur seg góðar 30 metrar niður og síðani rennur víðari niður í eina 70 metrar djúpa og 2,5 kilometrar langa gjógv. Eisini um veturin kann Gull­ foss verða verdur eina vitjan. Serstakliga um kuldi hevur lig­ ið í longri tíð, tí her kann gerast ógvuliga kalt, og tá veksur ísur framvið og út yvir rennandi vatnið, ið ger fossin ómetaliga vakran. Frá Gullfossi gongur leiðin í ein útsynning móti vakstrarhús­ býnum Hveragerði. Á vegnum bert til at steðga við Kerið, sum er ein 3000 ára gomul vulkan. Vatn er í gosopinum, og fiskur er í. Helst tí onkur hevur sett út. Við Kerið sæst yvir á Hvera­ gerð, sum er fremsti grøni býur í Íslandi við stórum vakstrarhús­ um, har tey millum annað dyr­ ka agurkir, tomatir, grønt pipar, blómur og enntá bananir. Ork­ an kemur sjálvandi frá ókeypis hitanum í undirgrundini. Síðani Bláa Lónið, ella Blue Lagoon, ið liggur við eitt orku­ verk millum Keflavík og Grinda­ vík, kom fyri nøkrum árum síð­ ani, er tað eisini vorðin ein part­ ur av Golden Circle­rutuni. Tek­ ur man tað við, fer ein heilur dagur til rutuna. Annars ber til at leggja hesa vitjanina ein ann­ an dag og geva sær góða tíð til hini støðini, ið kunnu klárast upp á einar fimm­sjey tímar. Alt eftir, hvussu leingi steðgað verður tey ymsu støðini. Hevur man nakrar dagar í Íslandi, er hesin túrurin eitt »must«. Eisini er vert at vitja Bessastaðir uttanfyri Hafnarfjørð beint sunnanfyri Reykjavík, har for­ setasætið hjá íslendingum ligg­ ur. lýsingartilfar Lívið blívur bara betri og betri www.betri.fo · tel 345 700 Fá tær eina Betri pensjón nú – tað er sera skjótt og lætt Lívið er í tínum hondum. Skapa tað, sum tú vilt. Fá tær eina Betri pensjón nú. Vit avgreiða tað skjótt og lætt saman við tær – eisini um tú longu hevur eina pensjón aðrastaðni. Ring til okkara ella far inn á www.betri.fo Puntur nr. 2 Gylti ringur Íslands Við 3000 árum á baki er Kerið, sum liggur við urtagarðsbýin, Hveragerði, nógv tann yngsta vulkanin í økinum. Flestu av hinum eru á leið dupult so gamlar