Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 20. mai 2008 lýsingartilfar 37 )FJ£BWFHVSr4BMUBOHBSÃr5FM "Meir enn bara gardinir" Ferðast í Vágum & Mykinesi Vága Kunningarstova Tel 333455 www.vagar.fo 2008 Stiðjagøta 10 · Boks 1008 · FO- 110 Tórshavn · Tel. 35 38 97 Fax: 35 38 98 · jogvan-weihe@jogvan-weihe.fo · www.weihe.fo Sláimaskina Texas Smart 3400 EL Fyrr 1.495,- NÚ bert 1.195,- Styrki, árræði og javnvág Magnus Heinasonargøta 26 · Tórshavn · Tel. 31 36 39 .... siga íslendingar um Altingið. Tað sama siga føroyingar um Løgtingið. Føroyar vóru bygdar í 825 og Ísland í 874. Altingið er frá ár 930. Uppi á bakkanum við Tingvellir, har sum Altingið helt til í øldir, er ein plattur gjørdur fyri tey vitjandi, har útsýnið er ótrúliga gott yvir slættan við Tingvellir og Tingvallavatn, sum er størsta vatn í Íslandi. Søgan sigur, at á miðsumri savnaðust umboð fyri alt landið við Tingvellir, har teir smíðaðu lógir, tóku løgfrøðisligar avgerðir og loystu ósemjur. Altingið var týdningarmikið fyri sambandið millum fólk í tí stóra landinum. Tá tað var savnað kundu lættliga koma eini 7-8000 fólk at luttaka ymsastaðni frá í landinum. Her hildu íslendingar veitslur og brúdleyp, bardagar og ítróttardystir, marknað og handil. Politisku umboðini fyri landið, tingfólkini, vóru 39 í tali, sum antin vóru høvdingar ella ríkmenn, og sessurin gekk í arv frá faðir til son. Hesir vórðu stuðlaðir av lokalum bøndum, ið bert kundu útnevnast, um teir áttu so og so nógva jørð og djór. Kvinnur og trælir høvdu onga formliga ávirkan. Altingið var bæði lóggevandi og dømandi, men ikki útinnandi. Í ávísan mun var útinnandi valdið privatiserað, tí um ein persónur var gjørdur friðleysur, kundi ein og hvør útinna dómin. Hesa uppgávu tóku fólk gjarna á seg, tí tann friðleysi kundi einans yvirliva við at stjala ella tiltuska sær ting frá øðrum. Heimsins elsta ting...