mikudagur 21. mai 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
5. partur
So fara vit aftur til Íslands, har vit
royndu ymsa staðni. Vit byrjaðu
á Selvogsbankanum. Sum árið
leið fóru vit norður eystanfyri
og síðan upp í Húnaflóðan á
Norðurlandinum. Skiparin var nú
ein dugnaligur maður. Hann hevði
einki kort yvir Húnaflóðan, og her
var sera óreint. Vit hildu útkikk
frammi á bógnum, og skuldu
hyggja eftir hvar tað breyt. So
sigldi hann inn ímillum, tað gekk
væl. Vit lógu har og snurraðu,
men fingu einki og høvdu góðan
hug at koma inn um mark at fiska.
Men so tann eina dagin legði
fýrurin á. Vit koma heilt inn í
hendan fjørðin. Her var so trongt,
at vit kundu ikki seta snurrivoddið
tvørtur um, tí tað var ov smalt.
Vit settu tað út og inn. Vit fiskaðu
fyrst ein dag, her var bara tari
í. Næsta dag var tað sama. Vit
skákaði eitt sindur, og triðja
dagin, tá skuldi tú sæð. Reyð
sprøkurnar vóru so stórar, at tað
gingu bert 14 í kurvina og kurvin
tekur 70 pund. Reyðsprøka heldur
sær frægast, og tí varð altíð roynt
eftir reyðsprøku fyrra partin á
túrinum og hýsu seinna partin.
Danirnir høvdu sera stóran ans
fyri góðsku. Vit høvdu fýra hyllar
í lastini, so ikki ov nógv trýst
skuldu vera á fiskinum, meðan
føroysk skip høvdu eina hyll.
Fiskurin var væl reinsaður og væl
vaskaður. Ísin høvdu vit við úr
Grimsby.
Hetta sást eisini aftur á prísi
num vit fingu, tí fiskurin var sera
vakur og góður.
Annars var ikki nóg mikið av
ísi at fáa hjá føroyskum skip
um. Dømi er um, at teir tóku
ís av vøtnunum sum til dømis
Vágsvatni. Tá munnu vetrarnir
hava verið kaldari enn nú!
Báturin tók 600 kitt, sum var
vekteindin, tá landað var í Grims
by. Eitt kitt er um 60 kg.
Vit fingu 100 kurvar av hesi
stóru reyðsprøkuni, sum sá so
gott út. Tá so túrurin byrjaði at
halla setti hann hýsuvoddið undir.
Síðan var hýsa fiskað, meðan
toskur varð blakaður út aftur. Tað
var hýsa og reyðsprøka, sum fekk
besta prísin á marknaðinum ta
tíðina.
Nautiska útgerðin var eingin.
Vit høvdu ikki so frægt sum eitt
ekkolodd, men hetta var ikki
nøkur forðing. Inntøkan var góð.
Eg forvann kr 5.500 fyri árið 1940.
Eg fekk ráð at keypa eitt radio frá
Tummas Jakku, radiohandlinum
á Bryggjubakka, merkið var »His
masters voice«. Hetta var sein
asta Marconi radio hann seldi við
automatiskum eyga. Tað kostaði
500 kr, men var eisini tað vert. Vit
høvdu tað fram til 1965.
Skutu eftir íslendsku
sjóverjuni
Tá hendi einaferð, at íslendingar
komu eftir okkum, tí vit fiskaðu
langt innanfyri mark inni í
Húnaflóðanum.
Vit vóru inni á fjørðin við
Sauðarkróki. Tá komu íslendingar
út eftir okkum. Tað var ein
motorbátur við fleiri monnum í.
Teir gjørdu vrøvl, tí vit fiskaðu
innanfyri mark. Vit lógu innanfyri
Grettisoyggj. Tá gjørdi gamli
bart. Hann hevði sínar royndir
frá herinum og dugdi at fáast
við eina maskinbyrsu. Hann gav
boð um at taka maskinbyrsuna
fram. Hon var annars ætlað sum
ein verja móti týskum álopum.
Hann rópti so á íslendingarnar á
donskum og bað teir skrubba av,
annars skuldu teir fáa av at vita.
Hetta var ikki bert hóttan. Hann
byrjaði so at skjóta. Teir vóru
nokk so nær okkum. Hetta var ein
bátur sum var eini 2030 tons.
Menninir kavaðu niður av
dekkinum, meðan neistarokið
stóð um teir. Teir vóru skjótir at
sleppa sær til rýmingar. Vit fingu
frið eftir hetta, og lógu einar 23
dagar afturat og fyltu skipið við
hýsu.
Vit fóru so til Fleetwood. Har
suðuri á leiðini var eitt sindur
ringt at sigla, tí tað var so
útgrunt.
Komnir til Fleetwood fór skipar
in í land. Her var ikki so strangt
við eftirliti, tí tað var sjáldan, at
nakað merktist til kríggið.
Men har var kortini ein kemikal
iufabrikk nakað tætt við, og hon
kundi vera eitt týskt bumbumál.
Tað mátti tí myrkaleggjast væl og
virðiliga, so tað ikki sást minsta
ljós. Sóu teir nakað ljós varð
skotið eftir tí.
Vit lógu gjarna inni einar átta
dagar hvørja ferð. Vit seldu væl.
Fiskurin hjá okkum hevði so gott
orð á sær, at hann var næstan
Johan Norðfoss:
Skutu eftir íslendsku
sjóverjuni
Johan fer við Vestland 10. mai 1940 og er við árið út. Skiparin »den
røde djævel« er ein harður hálsur, sum ikki bakkar fyri at skjóta eftir
íslendsku sjóverjuni. Eisini er Johan við til jarðarferðina hjá
fyrrverandi bretska forsætismálaráðharranum Neville Chamberlain
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Vestland fiskaði við hesa oynna. Men freistingin at fara inn um var stór, hóast
tað var innan fyri mark. Og teir fóru….
Soleiðis sá dekkið á einum snurriváðskipi út