Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 14 nr. 96 • 21. mai 2008 seldur, áðrenn vit komu. Danirnir vóru eisini so sera ordiligir. Á ferðini til markna varð skipið hvønn túr vaskað og skrubbað úr enda í annan. Tá komið var inn, fingu vit at vita nær vit fóru avstað aftur, og hetta skuldu vit halda okkum til. So fór skiparin í land, og vit gjørdu sum vit vildu. Hinir búðu umborð. Eingilskmenninir vóru so naivir fyrst undir krígnum. Teir skamt­ aðu ikki vørurnar. Teir hildu, at kríggið fór at vera skjótt av, so tað fór ikki at vera neyðugt at dríggja tilfeingið. Tíðina, vit lógu inni, mátti brúkast til at síggja okkurt. Eg var einaferð í Blackpool, har búði eg í einar fýra dagar á einum hotelli. Men har var so kalt, tí tað var bert ein kamina at hita kamarið við, og tað var ikki kykað. Blackpool er annars kendur sum ferðamannabýur, so her var nógv at síggja. Jarðarferðin hjá Chamberlain Eg var í Blackpool, tá ið Neville Chamberlain fór til gravar 9. november 1940. Tað var eitt veldugt upptok. Har var brandkorps, har var marinan og har var alt umboðað, sum hevði týdninging í samfelagnum. Í Blackpool var eisini hernaðar­ floghavn, so alt slag av heri var eisini til staðar. Chamberlain var sera væl kendur eisini í Føroyum, tí føroying­ ar fylgdu við í heimspolitikkinum bæði í bløðum og útlendskum útvarpi. Hann var ein lyklapersónur í spurninginum um, hvørt tað fór at vera friður ella kríggj. Chamberlain var forsætisráð­ harri í Bretlandi 1937­40. Hann trúi, at tað kundi sleppast undan kríggi við Hitler við at slaka fyri hansara krøvum um at leggja meira land undir seg. Serliga kendur gjørdist sáttmálin í 1938 um at lata Týsklandi part av Tjekkoslovakínum. Tá ið Cham­ erlain kom heim til Bretlands var tað við fráboðanini um »Peace in our time«, friður í okkara tíð. Longu árið eftir legði Tyskland á Polen, og í hvussu er tá sá Chamberlain, at hann var lump­ aður av Hitler. Tá varð ikki slakað meira, og Chamberlain boðaði frá kríggi við Týskland, tá ið lopið varð á Polen fyrst í september 1939. Alt hetta man hava tikið Chamberlain fast. Hann legði frá sær í 1940, og Churchill tók við. Seinni sama ár doyði hann, 71 ára gamal. Umstøðurnar gjørdu so, at eg kundi vera til staðar við jarðarferðina hjá hesum søguliga manni. Tað kann undra, at vit lógu inni í átta dagar hvørja ferð, tá tað vanliga hjá føroyingum var at fara avstað beinanvegin, tað var lossað, kanska dagin eftir, at komið var inn. Men hesir menn sluppu jú ikki til hús og sóu ikki sína familju. Teir vunnu nógvan pening, 3­4­5 ferðir so nógv sum framman­ undan, og teir vildu eisini hava møguleika fyri at liva lívið. Teir kundu finna uppá at leiga ein av hesum tvídekkaðu bussunum og so at koyra runt í økinum. Jakku saknaður Tað vóru eisini føroysk skip, sum komu til Fleetwood. Eg minnist trolaran Norðbúgvan við Esmar Fuglø sum skipara. Tað hevur verið greitt frá hesum í samband við frásøgnina vit høvdu við Jákup Reinert av Sundi, sum eisini var við Norðbúgvanum. Vit hittust har, og eg bjóðaði Jakku við ein túr til Blackpool, og hann kom. Vit hugnaðu okkum óført. Millum annað vóru vit inni í vokskabinettinum hjá Madame Tussaud, sum var flutt higar úr Londun av krígsávum. Men Jakku hevði ikki sagt frá, at hann var farin. Og so verður hann einaferð saknaður. Esmar man ikki hava verið blíður ta ferðina, hóast hann sjálsagt var fegin um, at tað stóð væl til hjá systirsoninum. Men Esmar hevði mist ein mann frammanundan í Fleet­ wood, so tað var ikki so løgið, um hann var fjálturstungin, nú aftur ein maður als ikki var at finna. Jakku fortaldi annars, at teir lógu inni í Fleetwood saman við Tór 2 tann túrin, teir ikki komu aftur í aftur og allir uttan tríggir mans doyðu, men tað hevur verið seinni. Vit royndu eisini at snurra við oynna Man, sum er har á leiðini. Men har var bara móra, og tað sindri, sum kom í, var bara kongafiskur og goggur. Annars var eg ikki úti fyri nøkr­ um serligum. Eina ferð varð eg tó kløkkur. Eg kom upp í kappan og skuldi boða frá døgurða. Tá síggi eg ein flúgvara koma so lágt, at eg føldi tað, sum hann kom beint í høvdið á mær. Eg smekkaði hurð­ ina aftur, men hetta var ein breti. Vit hildu áfram at fiska inntil 12. desember 1940. Tað bleiv bert fiskað í dagslýsi. Tá var dagurin blivin so stuttar, at tað kom ov lítið burtur úr. Tá varð eg avmynstraður. Skipið varð lagt í Fleetwood. Eg varð tó settur á land í Føroyum. Her løgdu teir at enn einaferð fyri at fáa føroyskt rugbreyð. Tað vóru einstakir føroyingar við hinum donsku bátunum. Men hesar manningar hava ikki havt sama brell eftir føroyskum rugbreyði. Teir máttu niður við til Bretland, tí teir komu ikki á Føroyar. Manningin slapp at seyma ballónir av tí slagnum, sum var brúkt fyri at forða loft­ álopi. Teir sluppu jú ikki aftur til Danmarkar, og teir blivu verandi fyri veturin. Hesar ballónir sóu vit ofta, tá ið vit sigldu framvið bretsku strondini. Seierskjold Jensen og Dánjal í Hovi vóru tveir teirra. Dánjal var giftur við dóttir Fjarð­Hanus úr Havn. Ein annar var Magnus Vang úr Kaldbak. Hetta var so mín fyrsta roynd av krígnum, sum var rættuliga ógvuslig í fleiri førum. Men sum sagt, so var inntøkan góð í mun til hana, sum var undan krígnum. Lincoln City bumbaður Seinni kom Vestland upp til Føroyar at liggja. Teir lógu eisini her, tá ið tann armeraði trolarin Í Blackpool var Johan við til jarðarferðina hjá fyrrverandi bretska forsætisráðharranum Neville Chamberlain Johan sá, tá ið Lincoln City fór í luftina. Aftast á myndini sæst rokið á sjónum, tá ið trolarin var sokkin Flogfarið sum bumbaði Lincoln City varð niðurskotið og neyðlendi á Gøtuvík. Mannngin bjargaðist, og her verður hon førd út á Toftir Aftaná »den røde djævel«, fer Johan við Normanner