Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 21. mai 2008 15 Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale Við hesum verður boðað frá, at Minningar- grunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum. Endamál grunsins eru: at veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale at veita stuðul til útbúgving hjá foreldra- leysum børnum uttanfyri slektina, um so er, at ikki nóg mikið av umsóknum eru frá eftirkomarunum. at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt. Onnur enn eftirkomarar eftir systkjum stovn- aranna kunnu sostatt eisini søkja um stuðul. Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 15. juni 2008, og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa svar innan august mánaður er farin. Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi. Umsøkjarar ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini. Roknað kann verða við stuðulsupphæddum frá kr. 25.000,00 til kr. 50.000,00 til støddar eftir avgerð nevndarinnar. Umsóknirnar skulu sendast til: Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale c/o Halgir Winther Poulsen, adv. Frúutrøð 4 Postboks 6 100 Tórshavn ADVOKATSKRIVSTOVAN Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Jens Andrias Vinther, adv. Aksel V. Johannesen, adv. Frúutrøð 4 • Postboks 6 • FO-110 Tórshavn Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36 • www.jura.fo NÝTT TEORISKEIÐ Nýtt teoriskeið byrjar hósdagin 22. mai kl. 17. Stanley A. Olsen tel. 211099 Niels Petur Olsen tel. 223041 Brekkugøta 8 · 100 Tórshavn Eitt sindur hugnaligari... Hvat við at forkela teg sjálvan ella gleða onkran annan? Góðar umstøður kunnu vit bjóða tær. Royn Luddastovu í Leynum ella Bakkastovu við Ljósá. BOOKING: lp@ognir.fo ella tlf. 21 73 00 www.ognir.fo                                              lýsingar Pedagogar til Dagstovnin í Kvívík Hevur tú hug at arbeiða á lítlum dagstovni í hugnaligari bygd, so er hetta møguliga nakað fyri teg. Dagstovnurin í Kvívík søkir 2 pedagogar at byrja 18. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Annað starvið er ¾ tíðar starv og verður skipað soleiðis, at arbeitt verður fulla tíð í 3 vikur og 4 vikan er frívika. Tann setti kemur at arbeiða bæði í vøggustovuni og barnagarðinum. Hitt starvið er ½ tíðar starv og arbeitt verður fulla tíð aðru hvørja viku í vøggustovuni. Løn og setanarviðurskifti eru samb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Dagstovnurin í Kvívík er samansettur stovnur, sum heldur til í tveimum ymiskum húsum í bygdini. Ein vøggustovubólkur við 10 børnum og ein barnagarðsbólkur við 20 børnum eru í tí eina húsinum, ímeðan ein bólkur við teimum elstu barnagarðsbørnunum og børnunum í skúlaaldri, tilsaman 16 børn, eru í einum øðrum húsum í bygdini. Vit kunnu bjóða hugnaligar arbeiðsumstøður, fitt og forvitin børn og góðar starvsfelagar. Innandura hava vit ikki nógv pláss, men vit hava góðar møguleikar fyri at brúka náttúruna og nærumhvørvið. Okkara mál við arbeiðinum er at skapa tryggar og mennandi umstøður fyri børn og vaksin innanfyri teir karmar, sum kommunan setur fyri virksemi okkara. Vit ynskja umsøkjarar við viðkomandi útbúgving og royndum, hugi at arbeiða við børnum, hugflogi og løttum sinnalag. Meira kann fáast at vita um størvini og viðurskiftini við at tosa við Siborg Arge, leiðara á telefon 214360. Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi innan 16. juni 2008. Um starvið ikki verður sett við pedagogi, verður tað sett við fólki við øðrum førleika. Kvívíkar Kommuna Víkavegur 4 FO-340 Kvívík Amboð bíliga til sølu Stiðjagøta 3 · Box 1234 · FO-110 Tórshavn tlf. 568888 · fax 318380 · bilrokt@bilrokt.fo www.bilrokt.fo 1 stk brúkt 2 soyla lifta 1 stk nýggj saks lifta 1 stk brúkt dekkmaskina 1 stk 3 ár gamal kompressari