mikudagur 21. mai 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 95 - 21. mai 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Manchester United
hevur bara vunnið
tvær av seinastu 14
uppgerðunum móti
Chelsea
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað kann væl vera, at Man
chester United hevur eina
sterkari søgu enn Chelsea.
Teir hava ein venjara, sum
hevur vunnið tað, sum
vinnast kann, og teir eru
júst
kosnir
enskir
meistarar.
Sjálvsálitið
hjá
reyðu
devlunum skuldi tí verið á
toppinum, men tað er tó
ikki á øllum økjum, at teir
eru við yvirlutan.
Seinnu árini siga hag
tølini nevnliga, at Man
chester United bert hevur
vunnið tvær av 14 upp
gerðum ímóti Chelsea.
Tí er sjálvsálitið hjá teim
um bláu eisini í hæddini
undan
uppgerðini,
sum
altso er fyrsta reina enska
finalan í europiskum høpi.
Sir Alex Ferguson
hevur í kvøld møgu
leikan at vinna
sítt 38. steyp. Men
hóast imponerandi
sigurslistan, so sýnir
hann enn ikki nøkur
tekin um mettu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hann hevur sitið við stýris
vølin í Manchester United í
22 ár, og tí eigur hann so
heilt avgjørt sín stóra lut í
stoltu
siðvenjunum
hjá
enska stórfelagnum. Men
Alex Ferguson setir á ongan
hátt seg sjalvan í fokus, tá
hann tosar um siðvenjuna
hjá felagnum.
Tað er eingin ivi um, at
Sir Matt Busby var byrjanin
til tað, sum felagið er í dag.
Kanska er tað eisini lagn
unnar speisemi, at júst
Chelsea skuldi verða fyrsta
enska felagið, sum tók lut í
EuropaCup, men tá fót
bóltssambandið ikki vildi
loyva hesum, stóð Sir Matt
fast við sítt.
Hann hevði dirvi og hug
sjónir, og í dag kunnu vit
bara staðfesta, hvussu ensk
ur fótbóltur hevur ment seg
takkað
verið
hansara
avgerð. Tað er ein partur av
fótbóltssøguni, sum vit eru
errin um, og tí vilja vit ikki
svíkja tey, sum farin eru,
ella teir, sum í kvøld sita á
stadion, sigur Sir Alex
Ferguson.
Ov lítlir í Evropa
Hvussu stórt og kent Man
chester United enn er, so er
tað ein sannroynd, at felagið
ikki veruliga telist millum
tey stóru í evropiskum høpi.
Feløg sum Real Madrid, AC
Milan og Liverpool hava í
so máta eina nógv sterkari
siðvenju, og tað er nakað,
sum Sir Alex er fullgreiður
um.
Vit hava eina stóra søgu,
men hon er ov veik í evrop
iskum høpi. Og tað er mín
vón, at vit kunnu styrkja
hana við enn einum steypi í
kvøld. Sjálvur havi eg tað
tó gott undan dystinum.
Hetta er mín fjórða evrop
iska finala, so vónandi havi
eg royndirnar, sum kunnu
stuðla spælarunum.
Men hann vil tó ikki fara
so langt sum at siga, at hetta
er ein fyrimunur fram um
Avraham Grant – starvsfel
agan í Chelsea – sum enn
ikki vunnið nakað evropiskt
steyp.
Mín fyrsta finala við
Aberdeen var ímóti Real
Madrid og Alfredo di Stef
ano. Men eg ristist ikki á
hondunum, tá eg handaði
honum eina whiskeyfløsku,
so tað veldst sjálvandi um,
hvussu tú dugir at handfara
trýstið, sigur hann.
Hagtølini eru við Chelsea
Fergie er svangur
Sigrar hjá Sir Alex Ferguson
Við Aberdeen:
Skotskur meistari (3): 79/80, 83/84, 84/85
Enska FA-Cup: (4): 81/82, 82/83, 83/84, 85/86)
Skotska Liga-cup: (1): 85/86
Evropa Cup fyri steypavinnarar (1): 82/83
Evropiska Super-Cup (1): 83/84
Við Manchester United:
Enskur meistari (10): 92/93, 93/894, 95/96, 96/97,
98/99, 99/00, 00/01, 02/03, 06/07, 07/08
Enska FA-Cup (5): 89/90, 93/94, 95/96, 98/99, 03/04
Enska Liga-Cup (2): 91/92, 05/06
FA Charity Shield (7): 90/91, 93/94, 94/95, 96/97, 97/98,
03/04, 07/08
Champions League (1): 98/99
Evropa Cup fyri steypavinnarar (1): 90/91
Evropiska Super-Cup (1): 91/92
FAKTA
37 steyp standa longu í logbókini
hjá Sir Alex, men hann sigur seg á
ongan hátt vera mettan. Tvørtur
ímóti strembar hann eftir at styrkja
um evropisku søguna hjá Manchester
United, sum hann sigur vera ov veika