Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 21. mai 2008 33 tíðindi Stutt Sagt ETA-leiðari tikin Í einum væl skipaðum átaki eydnaðist tað í gjár­ kvøldið løgregluni í Frak­ landi og Spania at taka fremsta leiðaran í bask­ iska loysingarfelagsskap­ inum ETA. Myndugleik­ arnir vóru komnir eftir, at Javier Lopez Pena fjaldi seg í franska býnum Bor­ deaux saman við nøkrum av sínum feløgum. Hetta vísti seg at vera rætt, og í átakinum eydnaðist tað at handtaka Javier Lopez Pena og tríggjar aðrar ETA­menn. ETA hevur stríðst fyri baskiskum sjálvsstýri í umleið 40 ár, og hesi árini hava atsóknir hjá felags­ skapinum kostað meiri enn 820 mannalív. Tann seinasta atsóknin var so seint sum í gjár, tá ein bumba brast í spanska býnum Bilbao. Eingin mansskaði var. Bretar byggja flogberar Bretska stjórnin hevur samtykt, at landsins her­ floti skal hava tveir nýggj­ ar flogberar. Skipini verða 65.000 tons stór og sostatt størstu skip, sum bretski herflotin hevur havt. Hvørt skip skal hava pláss fyri 36 stríðsflogførum av slagnum F­35. Hesi flog­ førini eru amerikonsk og sera væl útgjørd. Gongst sum ætlað verða tey bæði skipini liðug í ávikavist 2014 og í 2016. Tey hava eisini fingið nøvn og skulu eita »Queen Eliza­ beth« og »Prince of Wales«. Bretski herflotin hevur í løtuni tríggjar flogberar. Tann størsti er 20.000 tons, og tann elsti er bygdur í 1977. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -So spennandi hevur tað ongantíð verið fyrr, og eg haldi fram, til tann seinasta atkvøðan er tald (Hillary Clinton) útlond Nú kann bara eitt óhapp forða Barrack Obama at gerast forsetavalevni í heyst Barrack Obama og Hillary Clinton sunnu sum væntað hvør sítt uppstillingarval í nátt, hann í Oregon og hon í Kentucky. Sigurin hjá Hillary Clinton var sera greiður. Hon vann við meiri enn 30 prosentstigum, men tá skal havast í huga, at Kentucky er ein statur við einari stórari hvítari arbeið­ arastætt, sum Hillary Clin­ ton hevur havt gott tak á undir valstríðnum. Kanningar í Kentucky avdúkaðu, at tað er ein sera breið og djúp gjógv ímillum teir demokratisku veljararn­ ar. Tveir triðingar av teim­ um, sum atkvøddu fyri Hil­ lary Clinton, søgdu bart út, at tey fara annaðhvørt at sita við hús ella at atkvøða fyri republikanaranum John McCain, um Barrack Obama verðu valevni hjá demokratiska flokkinum í heyst. Á gáttini Sambært sjónvarpinum CNN hevur Barrack Obama nú tryggjað sær undirtøku frá 1.627 av teimum 3.253 valmonnunum, sum verða valdir á uppstillingarval­ unum kring landið. ­ Vit hava fingið meiri­ lutan av teimum, sum amer­ ikanska fólkið velur, og tí standa vit nú á gáttini til málið, sum er at røkka upp­ stillingini, segði Barrack Obama í sínari sigursrøðu, sum hann helt í Des Moines í Iowa. Tað er ikki líkt til, at Obama kann fáa teir 2.026 valmenninar, sum eru neyð­ ugir fyri at tryggja sær meiriluta á endaliga upp­ stillingarfundinum hjá demokratiska flokkinum, og tí verða tað tey sokallaðu »superumboðini«, sum skulu gera av, hvønn flokk­ urin skal stilla upp í heyst. Tað ásannaði fremsti val­ fyrireikarin hjá Obama, David Axelrod, eisini í nátt. ­ Hetta var eitt sera týð­ andi stig, men ikki endin, segði hann við CNN. Hillary heldur á Politiskir serfrøðingar hava ávarað Barrack Obama ímóti at leypa á Hillary Clinton, tí tað kann fáa demokratiskar veljarar at venda honum bakið. Tað hevur hann tikið til eftir­ tektar, og í sigursrøðu síni í nátt rósti hann Hillary Clinton fyri hennara lut í amerikonskum politikki. ­ Hon hevur víst dirvi og áhaldni, og hon hevur flutt mørk og broytt tað Amerika, har mínar døtur og teirra døtur skulu veksa upp. Tað takka vit henni fyri, segði Obama. Hillary Clinton endurtók í nátt, at hon ætlar sær at halda á til tey seinastu upp­ stillingarvalini, sum eru tann 3. juni. ­ Í kvøld hava vit vunnið ein týðandi sigur, sum eisini er ein dygg álitisváttan, segði hon í takkarrøðu síni í Kentucky. Trý uppstillingarval eru eftir. Tey eru í Puerto Rico (55 valmenn), Montana (16 valmenn) og í South Dakota (15 valmenn). Tann kendi amerikanski senatorurin hevur kanska eitt ár eftir at liva, siga læknar Í gjár boðaðu læknarnir í Boston frá, at tann 76 ára gamli Edward Kennedy hevur krabbamein í heilan­ um. Læknarnir duldu ikki fyri, at talan er um eitt sera álvarssamt slag av krabba­ meini. Skurðviðgerð hjálpir ikki, og tí er einki annað at gera enn at leingja lív hansara við stráluviðgerð og kemoterapi, siga lækn­ arnir. Tað fekk serfrøðingar at siga, at tann kendi polit­ ikarin hevur ikki langa tíð eftir at liva. ­ Vit tosa um eitt 76 ára gamalt fólk, sum ikki kann lekjast við skurðviðgerð, og tí hevur viðkomandi helst minni enn eitt ár eftir at liva, sigur hjartalæknin Keith Black við tíðinda­ stovuna AP. Aðrir serfrøð­ ingar, sum AP hevur spurt, siga á leið tað sama. Modellmynd av nýggju flogberunum hjá bretska herflotanum (Mynd: Royal Navy) Nú stendur hann á gáttini Edward Kennedy kanska eitt ár eftir Edward Kennedy hevur verið senatorur í 46 ár, og so leingi hevur eingin annar sitið í Senatinum (Mynd: Polfoto) Barrack Obama, konan og døturnar á sigurspallinum í Des Moines í nátt (Mynd: Polfoto)