Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar Í Hafnarfirði beint sunnanfyri Reykjavík liggur Hotel Viking, sum hevur eina mat­ stovu, ið kallast Fjørukrógvin. Eitt stað, sum nógv­ ir føroyingar og kanska serliga før­ oyskir sjómenn ken­ na, tí í Hafnarfirði vit­ ja nógv føroysk skip millum ár og dag. Eisini nógv ferðafólk leggja leiðina fram­ við forkunnuga víkingastaðnum í triðstørsta býnum í Íslandi Við sínum 25.000 íbúgvum hevur Hafnarfjørður vaksið seg til triðstørsta bý í Íslandi. Bara grannabýirnir Reykjavík og Kópavogur eru størri. Í Hafnar­ firði, sum liggur einar 12 kilo­ metrar frá miðbýnum í Reykja­ vík, liggur Hotel Viking og beint viðsíðuna av er Fjørukrógvin, sum nógvir føroyingar kenna og plaga at vitja. Bæði Hotel Viking og Fjøru­ krógvin anda av víkingastemningi. Á matstovni ambata tænararnir gestunum í víkingabúnum. Hetta var júst tað, sum 47 starvsfólk hjá PM á Hálsi upplivdu á hvítusunnu, tá tey vóru firmatúr í Íslandi við Poul Michelsen sjálvum á odda. Á Fjørukrónni ber bæði til at bíleggja sær eingilskan búff og stórhvalabúff. Eigarin av staðnum, Jóhan­ nes Viðar Bjarnason, sum er føroyavinur og hevur verið óteljandi ferðir í Føroyum, keyp­ ti staðið fyri 18 árum síðani og gjørdi av at gera tað til eitt gistingarhús og matstað við víkingastemningi. Hetta sæt út til at vera eydnast til fulnar. Staðið gjørdist rættiliga skjótt kent og vælumtókt at vit­ ja. Og síðani hevur tað bara gingið framá, sigur Jóhannes Viðar Bjarnarson. Krógvin hev­ ur pláss fyri 500 fólkum. Har­ afturat er ein minni matstova inni á sjálvum gistingarhúsi­ num á Hotel Viking, sum var nýmótansgjørt í 1999, ið er til minni veitslur, har pláss fyri 100 gestum. Eisini hevur eigarin sera gott samband við Grønland og gjør­ di í veruleikanum eina roynd gera staðið til eitt slag mentun­ narligari ambassadu fyri bæði Grønland og Føroyar. Hetta eyd­ naðist tó ikki at fáa nóg gott fíggjarligt grundarlag fyri, so hann saðlaði um. Kendur festivalbýur Hafnarfjørður er kendur festival­ býur og skipað verður fyri vík­ ingafestivali á hvørjum ári, har nógvir føroyingar hava luttikið. ­ Føroyingar eru ærugestir hjá mær. Sjálvur havi eg verið minst 30 ferðir í Føroyum, so eg havi gott vinarlag og sera nógvar vinir millum føroyingar. Onkur hevur sagt mær, at Fjøru­ krógvin er tann best kenda íslendska matstovan í Føroy­ um. Kanska er tað satt, sigur Jóhannes Viðar Bjarnason og vísir á, at føroyingar oftani lei­ ga seg inn á Hotel Viking. Júst hendan dagin samrøðan við eigarin av Fjørukrónni og gistingarhúsinum fór fram, kom eitt stórt føroyskt ferðalag at eta og hugna sær á mat­ stovuni. Tað vóru starvsfókini hjá PM á Hálsi, sum vóru 47 í tali, og har Poul Michelsen sjálvur var á odda. Ein ung føroysk kvinna arbeiðir á gistingarhúsinum og í matstovuni í Hafnarfirði. Tað er Elin Karina Andreasen, sum er ættað úr Vági. Hon sókti ymisk arbeiði í Íslandi, áðrenn hon gjørdi av at fara yvir í sep­ tember 2007. ­ Eg ætlaði mær bara at vera her til jóla, men mær dám­ di so mikið væl, at eg varð ver­ andi. Tá eg sókti um arbeiði ymsastaðni, var gistingarhúsið her tað fyrsta at svara, og so bleiv tað her, eg fór. Tað angri eg ikki, tí mær dámar sera væl hetta staðið, sigur Elin Karin Andreasen, ið fyribils ongar ætlanir hevur um at flyta heim­ aftur til Føroya. Sum so nógva aðrastaðni á okkara leiðum, er summarið háárstíð fyri ferðavinnu. Soleið­ is er eisini í Íslandi, sjálvt um eydnast hevur at leingja ferða­ árstíðina seinnu árini. Á Hotel Viking og Fjørukrónni eru flest gestir frá síðst í mai til síðst í september. lýsingartilfar Ferðatrygging Ferðatrygging Far bara - vit fylgja tær www.sansir.fo Uttan mun til hvar, og hvussu leiðin gongur, er tað umráðandi at fara tryggur avstað. Byrja ferðina hjá okkum, soleiðis at tú fært allan tín tørv nøktaðan og tryggur kanst njóta ferðina. Kongabrúgvin, Postboks 329, 110 Tórshavn, Tel 345600, Faks 345601, tf@trygging.fo, www.trygging.fo Puntur nr. 3 Víkingar á Fjørukrónni Ein føroyingur arbeiðir á Hotel Viking og vælumtóktu Fjørukrónni í Hafnarfirði. Tað er Elin Karin Andreasen úr Vági, sum her er avmyndað saman við eigaranum, Jóhannes Viðar Bjarnason. Fjørukrógvin andar av víkingastemningi, og tænararnir servera í víkingabúnum