Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. mai 2008 BYGGIMESSAN 25 Byggidepilin | telefon 323600 | byggidepilin@byggidepilin.fo | www.byggidepilin.fo BYGGIDEPILIN alt til bygnaðin Tann persónliga loysnin... Meklaravirkið, Húsasølan, er ein spildurnýggj fyritøka og ætlar at finna sítt egna nisjuøkið innan føroyska húsasølu. Magni Brøðraberg og Sigfríður á Plógv settu hol á virksemið hjá Húsasøluni í januar í ár við teim serligu Valahúsunum í Hvítanesi. - Sum er, selja vit bara verk- ætlanir hjá okkum sjálvum, og hetta verður eisini okkara kjarnuøki í framtíðini, staðfestir Magni Brøðraberg. Valahúsini á Hvítanesi eru teknaði av Magnus Hansen, arkitekti, frá Teknistovuni Magnus. Talan er um fimm dupulthús, og tey allar flestu eru longu seld, men eini tvey eru eftir. - Húsini hava verið nógv eftirspurd, og tey eru eisini heilt serlig, ikki minst orsakað av hugnaliga og vakra um- hvørvinum niðri við fjøruna á Hvítanesi, sigur Magni Brøðra- berg. Valahús kunnu síggjast inni á www.valahus.fo Dygdin týdningarmikil Húsasølan leggur stóran dent á dygd, og næsta verkætlanin hjá fyritøkuni er eisini teknað av arkitekti. - Verkætlanin í Stóragerði beint við Landavegin umfatar tvey dupulthús, sum arkitektafelagið, Kontrast, við Mayfinn Norðoy hevur teknað. Snikkaravirkið, Viking Smíð, stendur fyri byggingini av báðum verkætlanum. - Vit høvdu ein dreym um at selja okkara egnu verkælanir, og vit vildu hava tað bestu dygdina, og tann dreymurin er nú vorðin veruleiki. Magni Brøðraberg er teldu- maður og Sigfríður á Plógv er handverkari, og báðir hava teir rikið aðrar fyritøkur. Meklaraforrit við nógvum hagtølum Húsasølan hevur ætlanir um at økja virkisøkið til eisini at selja privathús. Men eisini á hesum økinum ætla teir at leggja dent á heildarverkætlanir. - Vit ynskja at veita heildar- loysnir til privata seljaran og keyparan. Hetta skal millum annað gerast við, at vit hava hondverkarar, sum kunnu gera smærri umvælingar, áðrenn húsini verða sett til sølu, soleiðis at húsini fáa størri virði. Og hondverkararnir kunnu eisini meta um tørvin á ábøtum annars. Harumframt hevur Húsasølan keypt eitt professionelt meklara- forrit, sum kann veita kundu- num eina ørgrynnu av hagtølum. - Føroysku húsasølurnar geva ikki kundunum neyðugu afturmeldingarnar, men við okkara nýggja forriti, kunnu vit tildømis kunna um, hvussu ofta fólk hava spurt eftir einum húsum, hvussu nógv hava vitjað og so víðari, greiðir Magni Brøðraberg frá. Tilboðini hjá Húsasøluni verða skjótt at síggja á www.husasolan.fo _____________________________ Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo – Vit høvdu ein dreym um at selja okkara egnu verkælanir, og vit vildu hava tað bestu dygdina, og tann dreymurin er nú vorðin veruleiki, sigur Magni Brøðraberg frá Húsasøluni Mynd: Jens Kristian Vang Nýtt øðrvísi meklaravirki LÝSINGARTILFAR