Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 BYGGIMESSAN Sosialurin 21. mai 2008 Skal virksemi tygara mennast, er neyðugt við góðari marknaðar­ føring. Í hesum sambandi kunnu vit átaka okkum alla grafiska viðgerð. Vit bjóða samlaða upp­ setan av visitkortum, brævørkum og bjálvum við búmerkjasniðgev­ ing, um ynskist. Eisini gera vit allar prentlutir, m.a. bløð, faldarar, bóklingar o.a. Somuleiðis kunnu vit átaka okkum at skipa fyri sølufremjandi tiltøkum, soleiðis at tygum fáa rætta og greiða boðskapin út á røttum stað og í rættari tíð. Vit samstarva við ymiskar prent­ smiðjur og fakfólk á mongum økjum, soleiðis at fakliga dygdin altíð er í hásæti. Vit geva fegin óbindandi tilboð, um talan annaðhvørt er um eina einstaka uppgávu ella um eina heildarloysn. Vit vilja eisini fegin taka okkum av øllum vanligum skrivstovuarbeiði so sum bókhaldi, fakturering, tekstviðgerð, inkasso og ráðgeving í ymiskum spurningum. ... og so eru vit eisini sera lagalig í prísi! Spf. Kern Tórsgøta 13 100 Tórshavn Tel. 664610 www.kern.fo Dygdargóðar tænastur til skrivstovuna og virkið Tann 20. september 1973 varð P/F Atlanticpane stovnað. Í dag hevur fyritøkan í Kollafirði nýggjar eigarar, og við nýggjari tøkni heldur fyritøkan á at menna seg. Tað vóru Rubeck Jacobsen, Tórur Joensen og Sigbjørn Petersen, ið løgdu til brots við virkinum, og helt virkið til í Vestmanna tey fyrstu árini. Í 1983 keyptu Karstin A. Joen­ sen, Magnus O. F. Jacobsen og Ovin Klein Olsen so P/F Atlanticpane og fluttu hesir alt virksemi felagsins til Kollafjørð har tað hevur verið síðani. P/F Atlanticpane flutti í september 2001 alt virksemi sítt í nýggjan og væl størri bygning, ið liggur á kajøkinum í Kollafirði. Nýggir eigarar og nýggjar íløgur Í oktobur 2006 fekk Atlantic­ pane nýggjar eigarar. Teir eru Heðin Zachariasen, Hallur Hansen og Dan Jacobsen. ­ Vit eru stak væl nøgdir við gongdina og koma nýggjum visiónum. Tildømis ætlað at vit at seta brúsukabinur í produk­ tión, og vit selja eisini rustfrítt stál til altanir við glasi í, greiðir Hallur Hansen frá. Fyritøkan hevur harumframt gjørt íløgur í nýggjar maskinur, soleiðis at tey kunnu framleiða nógv skjótari og meira enn fyrr. ­ Nýggja teldustýrda skeri­ borðið virkar soleiðis, at heilar glasplátur verða lagdar á, mátini verða tastað inn, og síðani sker maskinan. Fyrr var alt hetta gjørt manuelt. Við nýggju tøknini kann Atlantic Pane framleiða 200 rútar upp á ein dag. Gott við messum Hallur Hansen frá Atlantic Pane fegnast um, at ein byggimessa nú verður í Føroyum. ­ Messur er vanligar aðra­ staðni, so sjálvandi eiga vit eisini at hava føroyskar messur. Tað er gott at síggja, hvat onnur bjáða fram og læra av øðrum. Atlantic Pane vónar, at tey kunnu vísa kundunum sínar vørur, og hvussu nógv man kann spara við at nýta orkuglas í staðin fyri vanligar rútar. _____________________________ Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo LÝSINGARTILFAR Telduskorin vindeygu