fríggjadagur 23. mai 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 97 - 23. mai 2008
lýsingar
Stuðul til
uppihaldspening
Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra
2008 hálvár saman við kvittanum fyri goldið
barnagjald ella hjúnafelagagjald, skal vera
Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 03.06.2008.
Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella
hjúnafelagagjaldið er goldið.Um goldið er til TAKS,
er ikki neyðugt at lata inn kvittanir.
Umsóknir, sum eru Almannastovuni í hendi innan
nevndu freist, verða avgreiddar í juni 2008.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening
verður stuðulin útgoldin seinast í juni og des-
embur og verða umsóknir, sum verða móttiknar
aftaná 03.06.2008 ikki avgreiddar fyrr enn í
desembur 2008.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð
um barna- ella hjúnafelagagjald frá Ríkisumboð-
num ella samsvarandi útlendskum myndugleika
sendast inn saman við umsóknini.
Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðuni
www.almannastovan.fo undir teiginum oyðubløð
og fáast við at venda sær til økisdeildirnar.
Økisdeildin í Tórshavn
Økisdeildin í Norðoyggjum
Tinghúsvegur 14
Klaksvíksvegur 78A
100 Tórshavn
700 Klaksvík
tlf. 35 35 70 – fax 35 35 71
tlf. 45 72 40 – fax 45 72 41
Økisdeildin í Eysturoy
Økisdeildin í Suðuroy
Heiðavegur
800 Tvøroyri
620 Runavík
tlf. 35 35 60 – fax 35 35 61
tlf. 47 47 10 – fax 47 47 11
EKSPETRISA
Søkt verður eftir ekspetrisu til Shari,
at byrja skjótast til ber.
Arbeiðstíðir: Uml. 25 tímar um vikuna.
Skiftuvís fyrrapart og seinnapart og
annanhvønn leygardag.
Aldur: ikki undir 20 ár.
Eisini søkja vit eftir einum feriuav-
loysara frá 15. juli til 15. august.
Arbeiðstíðir fáast við at maila til
sh-ri@post.olivant.fo
Aldur: ikki undir 20 ár.
Skrivlig umsókn kann sendast til
sh-ri@post.olivant.fo ella Shari,
Heiðavegur 30, 600 Saltangará.
Tú fært meira at vita um arbeiðið við at
ringja til Sunrið tel. 21 83 98
Shari
HEIÐAVEGUR 30 · 600 SALTANGARÁ
Søkt verður eftir starvsfólki til barns-
burðarfarloyvi umleið 20 tímar um vikuna.
Eisini søkja vit eftir frítíðaravloysara umleið
20 tímar um vikuna.
Fyrimunur at hava starvast í handli áður.
Vinarliga send okkum skrivliga umsókn.
Starvsfólk til
klædnahandil
John Poulsen
Sp/f
385 Vatnsoyrar
Køkurin er opin
hvønn gerandisdag til kl. 22.30 og í vikuskiftinum til kl. 23.00.
Tórsgøta 11
Tel. 31 97 67
www.riobravo.fo
ALV-SKÚLIN VIÐ ÁIR
Byrjar nýtt skúlaár
mánadagin 18. august 2008
ALV-skúlin er fyri vaksin við skerdum vinnu-
evnum, t.d. aftaná vanlukku, viðføddum breki
ella av persónligum/sosialum orsøkum.
Næmingar kunnu taka prógv til fráfaringarroynd
fólkaskúlans og FHS prógv.
Skúlin er kostskúli og møguleiki er at búgva á
kostdeildini.
Skúlin strembar eftir at menna næmingarnar og
sjálvsálit teirra, so at teir kunnu koma aftur í tær
avbjóðingar, sum samfelagið býður, og at teir
har kunnu kenna seg væl.
Alt virksemi skúlans viðvíkjandi teim ymsu
næmingunum er vent móti føroyska samfelag-
num við tí stavnhaldi, at næmingarnir koma at
eiga eitt vinnustað har.
ALV-skúlin hevur mangar og drúgvar royndir
við endurútbúgving, og tað er út frá hesum
fyritreytum, tað verður farið til verka.
Áhugað kunnu venda sær til skúlan ( sí omanfyri
nevndu adressu ) og fáa umsóknarblað.
Næmingar, ið Almannastovan ávísir, koma í
fyrsta lagi inn á skúlan. Nærri fæst at vita
hesum viðvíkjandi við at venda sær til arbeiðs-
marknaðardeildina á Almannastovuni, tlf. 353570.
Tó sleppa onnur inn á skúlin, um pláss eru tøk
eftir ávísingina frá Almannastovuni.
Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 30. mai 2008.
ALV-skúlin við Áir
430 Hvalvík · Tlf. 422137 · alvskul@post.olivant.fo
Tel. 778877 · info@hotel-runavik.fo · www.hotel-runavik.fo