Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 51

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

lýsingartilfar lýsingartilfar Lívið blívur bara betri og betri www.betri.fo · tel 345 700 Fá tær eina Betri pensjón nú – tað er sera skjótt og lætt Lívið er í tínum hondum. Skapa tað, sum tú vilt. Fá tær eina Betri pensjón nú. Vit avgreiða tað skjótt og lætt saman við tær – eisini um tú longu hevur eina pensjón aðrastaðni. Ring til okkara ella far inn á www.betri.fo Hóast truplar tíðir fyri sjómansheim víða hvar, hevur eitt av hesum staðið seg rættiliga væl. Tað er sjómansheimið Ørkinn í Reykjavík, sum fyri nøkrum vikum síðani fekk nýggjan leiðara Í Føroyum og nógva aðrastaðni hava sjómansheimini havt tað trupult við rakstrinum, og nógv eru seld ella hava lagt virksemið um. Ivaleyst tí at struktururin í sjómans- og fiskivinnuni er so nógv broyttur, at ikki longur er brúk fyri sjómansheimum í sama mun sum fyrr. Til dømis koma fiskiskipini ikki so oftani inn í fremmandar havnir longur, meðan farmaskipini gera ógvuliga skjótt av, tá tey eru í havn. Harafturat er komforturin umborð á skipunum munandi betri í dag, enn hann nakrantíð hevur verið, og tí hava manningarnar ikki á sama hátt fyri neyðini at leita sær upp betri fysiskar umstøður, tá tær eru í landi. Eisini er frítíðin umborð minni, meðan manningarnar ístaðin eru oftari og longri heima, enn fyrr, so heimlongsulin spælir helst ikki inn í sama mun. Sjómansheimið í Reykjavík, Ørkinn, hevði ivaleyst heldur ikki staðið seg so væl, um tað ikki var tí, at tað varð rikið á nærum sama hátt, sum eitt vanligt gistingarhús. Fyri nøkrum vikum síðani kom nýggjur leiðari á Ørkini. Tað er Jóan Karl Høgnesen úr Klaksvík, sum er farin á eftirløn eftir eitt langt lív á sjónum, harav størsta partin innan donsku sjóverjuna. Hann sigur, at styrkin við sjómansheiminum í Reykjavík er, at raksturin ikki er tengdur serliga nógv at, um nógvir ella fáir sjómenn koma til Reykjavíkar, tí húsið fær flestu inntøkurnar frá vanligum gistingarhúsvirksemi. Eisini verða hølir á Ørkini leigaði út til ymisk tiltøk. Ørkinn hevur 20 dupultkømur, har 10 kømur hava tvær sengur eyka og tískil er pláss fyri fýra fólkum ella einari familju við børnum. Sjómansheimið liggur sera væl fyri í íslendska høvuðsstaðnum. Bæði til sjálvan miðbýin, men eisini til nógv onnur góð støð nærhinds. Til dømis djóragarð, botaniskan hava og Laugardalur Sport Center, sum hevur svimjihyl, spa og fittnessmiðdepil. Puntur nr. 5 Føroyska sjómansheimið í Reykjavík, Ørkinn, liggur sera væl fyri í býnum og hevur góðar parkeringsmøguleikar Væl koyrandi sjómansheim