Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 55

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 20. mai 2008 lýsingartilfar 55 Havamøblar kr. 4.000,- Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54 Rein føroysk ull!     2007 2008 Spælið við í stóru summarkappingini hjá Sosialinum. Vinningar fyri 1/4 millión. Puntar eru í Sosialinum frá 19. mai til 20. juni. Atlantic hækkar og lækkar prísir Frá 23. mai 2008 hevur Atlantic Airways tillagað fleiri av sínum ferðaseðlaprísum. Tillagingin hevur við sær, at summir ferðaseðlaprísir lækka, meðan aðrir hækka. Prísurin á einvegis ferðaseðlum á øllum leiðum er lækkaður. Eitt nú fæst bíligasti einvegis ferðaseðilin til Keypmannahavnar nú fyri 695 kr. umframt avgjøld. Frammanundan kostaði bíligasti einvegis ferðaseðilin á leiðini 1.495 kr. umframt avgjøld. Samstundis hækkar prísurin á dýraru ferðaseðlunum. Tann dýrasti ferðaseðilin hækkar við 200 kr. úr 1.995 kr. upp í 2.195 kr. Aðrir fult fleksiblir ferðaseðlar dýrka við ávíkavist 100 kr. og 50 kr. Sum fráboðað í roknskapinum fyri fyrsta ársfjórðing 2008 standast príshækkingarnar serliga av, at útreiðslurnar til brennievni eru nógv øktar seinastu mánaðirnar. - Vit sleppa ikki undan at hækka nakrar prísir. Men vit hava samstundis eisini valt at bjóða nakrar nýggjar og lægri einvegis prísir, ið geva fólki, sum kunnu leggja ferðina til rættis í góðari tíð, møguleika at flúgva bíliga, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.