Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 2 klumman Nr. 97 • 23. mai 2008 Meðan vit bíða Eg siti í bíðirúminum til røntg­ ena á Landssjúkrahúsinum. Eg siti her og bíði saman við soni, sum hevur brotið armin. Ein lítil pausa í mínum gerandisdegi og ein útferð í hansara. Rúmið er fult av bíðandi fólki. Børnum, vaksnum og gomlum. Tað eru tey eldru, sum hugtaka bæði meg og sonin. Í hansara barnagarðsverð eru eingin so gomul fólk, og í mínari stressaðu arbeiðsviku møti eg heldur ikki hesum samfelagsbólki. Hitti tey ikki og fortreingi, at eg einaferð verði ein teirra. Ein eldri kvinna situr í rullistóli, hon hyggur beint niður í gólv og sær ikki út til at hava áhuga í nøkrum. Men onkur hevur víst henni áhuga. Hon er væl ílætin, í snøggari skjúrtu, knæbuksum og svørtum nylonsokkum. Á einari song situr ein onnur vælklødd eldri dama. Í føvninginum hevur hon eina heimaseymaða dukku í bundnari troyggju og cow­boy­ buksum. Dukkan er á stødd við míni børn, tá tey vóru spildurnýggj. Og daman er minst líka góð og kelin við sína dukku, sum eg var við mínar nýføðingar. Tíðin gongur, men vit sita í sama stað. Man skal vera tolin, tá man fer á sjúkrahús. Rútman er ein onnur. Eg royni at fáa somu hjartarútmu sum fína konan í rullistólinum og kærleiksfulla daman í songini. Ein triðja eldri kvinna er serliga stuttlig. Hon hevur alla tíðina láturkrampa. Meðan fólk koma og fara, og hurðin inn til bíðirúmið klamsar, so bæði veggir og hjørtu ristast, situr festliga kvinnan og fnisar og flennir. Hon roynir at tosa álvarsliga við sjúkrasystrina, men fær ikki hildið sær. Má bara flenna. Soleiðis vil eg hava tað, tá eg verði gomul og trill í ørviti. Um eg ikki sleppi at doyggja áðrenn, so vil eg vera ein kloning av hesum trim­ um konunum. Pent ílætin av heilsustarvsfólkum og klemm­ andi eina bleyta dukku skal eg sita og flenna í kíki at hesum undarliga lívi. Meðan eg bíði. Dorit Hansen blaðkvinna dorit@sosialurin.fo Heini bloggar úr Ísrael Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael. Fatimah tekur í hondina á okkum, tá vit fara, meðan kolasvarta hár hennara flákrar í lætta lotinum. Hon smílist og sigur, at hon fegin vildi komið við inn í Ísrael, at hon er troytt av Vestara Áarbakka og droymir um eitt lív við teimum møguleikum, ungdómurin hinumegin markið hevur. At hon so fegin vildi sloppið at valt sína egnu útbúgving og kunnað ferðast hagar, henni lysti. Stutt sagt droymir Fatimah um at kunna evna til hennara egna lív. Eg hyggi niður og veit ikki rættiliga, hvat eg skal siga. Her standa vit, tvey menniskju við somu ynskjum og dreymum, men við grund­ leggjandi ymiskum lívsfortreytum. Fyri annan er heimurin opin. Fyri hin røkkur heimurin ikki út um Vestara Áarbakka. Dømd til eitt lív uttan møguleikar vinkar Fatimah farvæl, tá vit lítla løtu seinni seta kós ímóti markinum til Ísrael. Markið, sum er ein fimm metra høgur múrur úr betongi, sum ísraelska stjórnin byrjaði at byggja í 2002 eftir eini røð av pal­ estinskum yvirgangsálopum á ísraelskari jørð, og sum hevur gjørt tað nærum ógjørligt hjá Fatimah og øðrum palestinum á Vestara Áarbakka at koma aftur og fram, um ein ikki arbeiðir í Ísrael. ­ Hon var forlovað við einum ísraela, men eftir at múrurin varð reistur, gjørdist tað ov trupult hjá teimum at síggjast, sigur bróðir hennara Khalid, sum hendan sunnudagin er hýruvognsførari okkara í Betle­ hem, sum liggur beint eystanfyri múrin palest­ insku megin. Eftir at hava upplivað ovurhonds blíðskapin heima hjá familju Khalids, sum borðreiddi við tjúkkum grumsutum arabiskum kaffi og smákøkum, súsa vit nú ígjøgnum gøtur Betlehems, føðistað Jesusar. Kundi Fatimah ella unnusti hennara ikki flyta yvir um markið, um tey veruliga vildu verða saman?, spyrji eg. ­ Nei nei, sum jødi hevði hann ongantíð flutt hagar. Og hon fær ikki arbeiðs­ ella uppihaldsloyvi í Ísrael, sigur Khalid, sum brádliga steðgar við ein høgan bygning framman fyri okkum. Hann greiðir frá, at hetta plagdi at vera best umtókta hotellið í Betlehem, sum nú er farið á húsagang. ­ Alt vinnulívið í økinum er raplað sum eitt korthús, síðani hasin múrurin varð bygdur. Betlehem var ein livandi býur við matstovum og kaféum og alskyns ferðafólkum og pílagrímum, men nú er alt farið í upploysn, sigur Yosri, fyrrverandi hotelleigarin og vinmaður Khalids, sum nú hevur ein lítlan handil í hesi somu gøtuni, sum einaferð var ein lívligur marknaður, men sum í dag er meiri ella minni oyðin. Tvær eldri burkaklæddar kvinnur sita á einum bonki, meðan smádreingir spæla fótbólt á støvuta vegnum við einum slitnum leðurbólti millum hønur og goyggjandi hundar. ­ Tað ringasta av øllum er kortini menniskj­ ansligu avleiðingarnar av múrinum. Familjur, grannaløg og vinfólk vórðu frá degi til dags skild sundur, tá múrurin varð reistur. Hvussu skal eitt slíkt átak, eitt slíkt álop á lívið hjá milliónum av menniskjum, elva til frið og semju?, spyr Yosri við vreiðari rødd. Eg ditti mær at føra fram ísraelska sjónarhornið og sigi, at múrurin hevur av­ markað talið av yvirgangsálopum á ísraelskari jørð. Og at hann tí hevur fólksliga undirtøku í Ísrael. Khalid og Yosri hyggja intimiderandi at mær. Sum um eg júst segði okkurt, sum ikki fall í fruktagóða jørð. ­ Tað kann væl vera, at færri yvirgangsálop eru framd eftir, at múrurin varð reistur, men hetta er bert løtuvinningur fyri Ísrael. Í longdini økir múrurin einans um vreiðina og frustratiónirnar á Vestara Áarbakka, serliga millum tey ungu. Ongantíð áður hava vit kent hersetingina so livandi og nærverandi, og sannlíkindini fyri eini friðaravtalu eru versnað, sigur Khalid. Løtu seinni eru vit við markið, eg takki fyri meg og sleppi mær út aftur í “tann fría heimin”. Eftir sita Fatimah, Khalid og Yosri, sum droyma um opin mørk og ein palestinskan stat, sum kann liva í friðarligari samveru við Ísrael. Men 61 ár eftir ST­samtyktina um tveir statir í Palestina, og fimtan ár eftir Oslo­ avtaluna, sum gjørdi tveystatsloysnina til eina felags politiska visjón, hava partarnir enn ikki umsett hugmynd til veruleika. Til óbótaligan skaða fyri bæði ísrealar og palestinar. heini_skorini@yahoo.com Undirritaði við stóra trygdarmúrinum palestinsku megin, sum skilir Vestara Áarbakka og Ísrael. Ein múrur, sum ísraelska stjórnin byrjaði at byggja í 2002 eftir eini røð av palestinskum yvirgangsálopum í Ísrael Við rygginum móti múrinum - Her standa vit, tvey menn- iskju við somu ynskjum og dreymum, men við grundleggjandi ymiskum lívsfortreytum. Fyri annan er heimurin opin. Fyri hin røkkur heimurin ikki út um Vestara Áarbakka. Dømd til eitt lív uttan møguleikar vinkar Fatimah farvæl, tá vit lítla løtu seinni seta kós ímóti markinum til Ísrael