Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 97 • 23. mai 2008 á stjórnarfundi, so eru vit samd, tá ið vit fara av fundi. Tað kann ganga hart fyri seg á slíkum fundi, og øll eru als ikki samd, men tá vit hava altíð roynt at fara út sum ein maður, tá vit hava gjørt eina niðurstøðu. Virkin politikari við tíð til ítrótt Tú ert ein virkin maður. Hevur tú havt nóg mikið av tíð til at røkja ÍSF-forsetastarvið øll hesi árini? - Handan spurningin havi eg fingið fyrr, og ja, tað haldi eg. Men so skal eg eisini siga, at eg arbeiði sera nógv, og tað havi eg altíð gjørt. Eg eri virkin døgnið runt næstan, og mær dámar tað væl. Eg trívist við tí. Men eg hevði als ikki kunnað gjørt hetta, um eg ikki hevði so gott bakland, sum eg havi havt. Konan og børnini hava stuðlað mær sera væl, og uttan tann stuðulin hevði tað als ikki borið til. - Starvið sum ÍSF-forseti er eitt ólønt starv, og eg havi bara gjørt tað, tí mær hevur dámt tað. Ítrótturin hevur verið ein partur av mínum lívi øll hesi árini, og hetta hevur verið besta tíðin í mínum lívi. Náturligt at gevast nú Er tað natúrligt, at tú nú gevst sum ÍSF-forseti? - Ja, eg haldi tað. Eg havi verið við í nevndararbeiðnum hjá ÍSF í 30 ár, og eg eri tann í norðurlondum, sum havi verið nógv longst forseti innan ítrótt, og eg havi kent á mær, at nú er tíðin komin at gevast. Eg haldi eisini, at alheimsrákið innan ítrótt er við at flyta seg aftur, soleiðis sum eg upplivdi fyri 28 árum síðani, og tí er hetta ein góð tíð at loyva nýggjum fólki, nýggjum hugskotum og nýggjum tankum framat. - Men eg rokni ikki við, at eg fari at verða púra passivur fyri tað. Eg komi helst at taka mær av onkrum smærri uppgávum innan føroyskan ítrótt. Er tað nakað, sum tað er ein lætti at sleppa undan at gera sum ÍSF-forseti? - Nei, tað haldi eg ikki. Tað hevur ikki altíð lætt, og tað hava eisini verið konfliktir hesi árini, men eg havi einki imóti at svimja ímóti streyminum viðhvørt. Eg haldi, at mann gloymir skjótt tað tunga og keðiliga, og eg minnist nógv betur tær góðu løturnar sum ÍSF-forseti. Politikarin við ítróttaráhuga Tú hevur verið virkin politikari í nógv ár, samstundis sum tú hevur verið forseti í ÍSF. Hvussu hevur hetta riggað saman? - Tað eru kanska fleiri sum halda, at tað hevur ikki passað saman, men eg vil siga, at eg sum politikari havi fingið nógv burtur úr vegna ítróttin. Nógv av tí, sum eg havi nátt vegna ítróttin, hevði eg neyvan klárað uttan teir møguleikar og tann avgerðarrætt, sum eg havi havt. Tí haldi eg, at tað er ein misskiljing at halda, at tú ikki kanst verða politikari og fáast við ítrótt samstundis. Sjálvandi skalt tú ikki blanda hetta saman, men tú hevur ein stóran møguleika at verða hoyrdur, sigur Heðin Mortensen - Tað hevur ikki altíð lætt, og tað hava eisini verið konfliktir hesi árini, men eg havi einki imóti at svimja ímóti streyminum viðhvørt. Eg haldi, at mann gloymir skjótt tað tunga og keðiliga, og eg minnist nógv betur tær góðu løturnar sum ÍSF-forseti, sigur Heðin Mortensen, sum hevur verið fastur gestur til Oyggjaleikirnar Mynd: Álvur Haraldsen