fríggjadagur 23. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 • 23. mai 2008
Vikuskifti
22
”Finansminister Lars Løkke Ras
mussen bliver aldrig statsminister”.
So bersøgin er oddagreinin
í dagblaðnum Nyhedsavisen
fyri góðari viku síðu. Tað er
sjálvandi ilt at taka dagar ímill
um, hvørt Nyhedsavisen hevur
verið ov brá í sínari meting av
politisku framtíðini hjá Lars
Løkke Rasmussen, men skriftin
á vegginum er greið: Lars Løkke
Rasmussen er kroystur og hansara
trúvirðið sum politikari hevur
veruliga fingið eitt skot fyri bógvin.
Søgur um misnýtslu av
skattapeningi hava seinastu
mongu vikurnar verið ovast á
breddanum í donsku fjølmiðlun
um. Nærum dag um dag grava
fjølmiðlarnir skjøl fram sum
vísa, at Lars Løkke Rasmussen í
sínari tíð sum innanríkisráðharri
og amtsborgarstjóri millum
annað drakk øl, var á diskotek
og kasino ella keypti sigarettir
fyri skattgjaldarans pening. Tey
seinastu tíðindi í søguni um
óskilið hjá Lars Løkke Rasmussen
er, at hann at í tíðarskeiðinum
19982001 fekk góðar 240.000
krónur endurgoldnar fyri taxa
útreiðslur. Av hesum vóru skjøl
fyri 148.066 krónur útfylt skeivt
ella ófullfíggjað.
At fjølmiðlar tevja blóð og
at ein politikari kemur í eitt
ódnarveður er ikki óvanligt. Tað
hoyrir at kalla til yrkið at vera
politikari. Høvuðstrupulleikin
hjá Lars Løkke Rasmussen er
hinvegin, at søgurnar áhaldandi
koma undan kavi. Og tað er als
ikki tilvildarligt.
Hevndarhugur
Í stóran mun kann Lars Løkke
Rasmussen lýsast sum ein
sólskinssøga í donskum politikki.
Hann hevur innan rímiliga stutt
tíðarskeið vunnið seg fram millum
mest týðandi politikararnar í
Vinstra.
Eygleiðarar eru á einum máli
um, at fíggjarmálaráðharrin
og næst formaðurin í Vinstra
er eitt stórt politiskt talent,
rættiliga skilagóður, dugnaligur
at samskifta við veljararnar og
hevur politiskt tev sum fáur.
Hesir eginleikar hava havt við
sær, at Lars Løkke Rasmussen
røkir ábyrgdarfulla sessin sum
fíggjarmálaráðharri og í mong ár
hevur verið mettur sum natúrligi
krúnprinsurin hjá Anders Fogh
Rasmussen sum formaður í
Vinstra og møguligur komandi
forsætisráðharri.
Men Løkke hevur eisini traðkað
fólk á tærnar á sínari politisku
lívsleið. Og hevndarhugurin hjá
hansara politisku mótstøðufólki
er sambært eygleiðarum hjá fleiri
donskum fjølmiðlum fremsta
orsøkin til, at søgur um hansara
óskil við skjølum koma fram. Tað
tænir snøgt sagt fleiri pørtum í
politiska umhvørvinum í Danmark,
at umdømið hjá Lars Løkke
Rasmussen verður dálkað.
Sjálvandi er málið um mis
nýtslu av skattapeningi er ein
funnin fressur hjá andstøðuni
á Christiansborg. Ein andstøða
eigur at troyta allar møguleikar,
tá høvi býðst at traðka á ein
politiskan mótstøðumann. Tað er
snøgt sagt politiska spælið.
Men eisini í stjórnini er áhugi
at dálka Løkke Rasmussen. Fleiri
fólkatingslimir í Konservativa
flokkinum hava lítið til gott at
bera fíggjarmálaráðharranum,
tí undir fleiri politiskum samráð
ingum á Christiansborg hevur
hann ofta havt eina óstortsliga
framferð. Tann ævigi dysturin
millum Konservativa flokkin
og Vinstra um teir borgarligu
veljararnar hevur eisini við sær,
at tann Konservativi flokkurin
einki hevur ímóti, at Vinstri – av
og á – fær eitt skot fyri bógvin.
Sambært donsku fjølmiðlum
eru eisini limir flokkinum hjá
Løkke Rasmussen, sum gníggja
sær um hendurnar í hesum
døgum, og hetta ber prógv um
at Lars Løkke Rasmussen er ein
politikari sum setur kenslur í kók
hjá fólki.
Gamalt persónligt agg frá
seinast nítiárunum er upprunin
til politiska ódnarveðrið hjá
krúnprinsinum. Ein fyrrverandi
politiskur mótstøðumaður frá
tíðini, tá Løkke Rasmussen var í
kommunalpolitikki, hevur í fleiri
ár hatað sýnið á fíggjarmálaráð
harranum og hevur bert bíðað
eftir at fáa møguleikan at stinga
hann í bakið.
Hann kennir alt sløsutu framferð
ina hjá Løkke Rasmussen, tá tað
kemur til almennar pengar, og tí
gjørdi Uffe Thorndahl av at søkja
um alment innlit um forbrúkið hjá
Løkke Rasmussen sum innanríkis
–og heilsumálaráðharri. Og so
fór bólturin á rull og hann rullar
framvegis.
Moralurin í
miðdeplinum
Seinastu mongu mánaðirnar
hevur verið tutlað í krókunum
um, at Anders Fogh Rasmussen
Drekkur illa. Misnýtir skattapening. Róthøvd. Náttarleyva.
Hesi spjaldur hevur danski fíggjarmálaráðharrin Lars Løkke
Rasmussen verið noyddur at leggja rygg til í donsku fjøl
miðlunum seinastu vikurnar. Nú er spurningurin reistur,
hvørt hann er egnaður at lyfta tunga arvin eftir Anders
Fogh Rasmussen sum forsætisráðharri
Danskur politikkur
Páll Holm
Johannesen
pallurin@hotmail.com
Navn: Lars Løkke Rasmussen
Aldur: 44 ár
Føddur: Vejle
Familja: Giftur við Sólrun Løkke Rasmussen. Tey eiga trý børn
Útbúgving: Cand.jur., Københavns Universitet, 1992
Starv: Fíggjarmálarráðharri í Danmark
Annað: Innanríkis og heilsumálaráðharri frá 27. nov. 2001 til
23. nov. 2007. Limur í GræstedGilleleje Kommunalbestyrelse
19861997. Næstformaður í Vinstra frá 1998. Amtsborgmeistari
í Frederiksborg Amtskommunu 19982001. Bókaútgávur:
´Løkkeland´, 2006 'Foreningshåndbogen', 1994, revideret 2006, og
'Hvis jeg bli'r gammel', 1997
Fakta
Krúnprinsurin