Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 97 • 23. mai 2008 Vikuskifti komandi ár stingur í sekkin sum danskur forsætisráðharri og fær eitt starv í antin ES ella NATO. Hetta hevur eyðvitað við sær, at málið um Lars Løkke Rasmussen fær enn størri umrøðu, tí møguliga er talan um komandi forsætisráð­ harran í Danmark, sum sløsar við almennum pengum og letur skatt­ gjaldaran rinda fyri øl, diskotek og sigarettir eftir arbeiðstíð. Í sjálvum sær eru rokningar­ nar ikki stórar, sum Lars Løkke Rasmussen hevur latið skattgjald­ aran rinda. Kjarnan í málinum er ikki beinleiðis upphæddirnar, men hinvegin moralurin hjá fíggjarmálaráðharranum. Spurningurin er reistur, hví Løkke, bæði sum amtsborgarstjóri og ráðharri hevur tjent yvir eina millión krónur um árið, ikki kann drekka eina øl, keypa ein pakka av sigarettum ella fara á diskotek uttan at senda rokningina víðari til skattgjaldaran? Í einari tíð, har persónligu eginleikarnir hjá politikarum í størri og størri mun gera av, hvar veljarin setur krossin, kann bara staðfestast, at trúvirðið hjá Lars Løkke Rasmussen stendur í botni, tí í løtuni er hann ímyndin av einum gírigum politikara, sum tekur tað, hann kann fáa. Og rokið seinastu vikurnar ynskja veljararnir at revsa hann fyri. Ein meiningakanning, sum Capacent Epinion hevur gjørt fyri DR Nyheder í vikuni, vísir, at heili 68 prosent av donsku veljarunum ikki meta Lars Løkke Rasmussen vera egnaðan at gerast danskur forsætismálaráðharri. Má leggja vanarnar um Tað er einki dulsmál, at næst­ formaðurin í Vinstra er ein grundleggjandi annar persónur enn formaðurin Anders Fogh Rasmussen. Meðan Anders Fogh Rasmussen í mong ár varð skírdur at vera keðiligur, tí hann er lítið fólksligur og rørir ikki alkohol, so er øðrvísi við Løkke Rasmussen. Krúnprinsurin hjá Fogh Ras­ mussen er sjarmerandi, sosialur og stuttligur. Honum dámar væl at drekka. Onkur heldur ov væl. Honum dámar væl junk­food, roykir og er vanliga til seinasta mann, tá tað verður ballast. Í kjalarvørrinum av hansara misnýtslu av almennum pengum, hava fleiri eygleiðarar í Danmark reist spurningin, hvørt Lars Løkke Rasmussen í ein ávísan mun ikki er noyddur at leggja lívið hjá sær um, skal hann gerast forsætisráðharri í framtíðini. Metingin er, at hansara umdømið sum “gadedreng” kann forða honum í at fáa ta virðing, sum er neyðug um hann skal gerast forsætisráðharri. Keldur: Information Politiken Berlingske Tidende Lars Løkke Rasmussen - krúnprinsurin hjá danska forsætisráðharranum – hevur verið undir hørðum trýsti seinastu vikurnar, og nú eru tað tey sum halda, at hann ongantíð verður forsætisráðharri í Danmark Mynd: Polfoto bløðir