Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 97 • 23. mai 2008 Vikuskifti 24 átrúnaður Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Positiv kollvelting Porkeri: Hetta vikuskiftið hevur Suðuroyggin vitjan av »kollveltingar­ sinnaðum« fólki úr Noregi. Talan er um fólk frá felagsskapinum “Jesus Revolution”, og sum hava ferðast kring um Europa við boðskapi og tónleiki sínum. Tiltøk verða í kvøld og leygarkvøldið í Porkeri við luttøku av einum toymi frá felagsskapinum. Fyrrapartin leygardagin er ætlanin at hava eina lítla framførslu í miðbýnum. Finna sannleikar í gomlum brævi Filadelfia: Trý mikukvøld á rað verður møguleiki at fáa størri kunnleika til innihaldið í Efesus­ brævinum. Hetta er eitt skeið sum byrjar mikukvøldið 4. juni og har dentur verður lagdur á at geva luttakarunum eitt heildaryvirlit yvir gudfrøðilig evni og sannleikar í brævinum sum er skrivað fyri 1950 árum síðani. Skeiðið er skipa undir Dunamis­bíbliuskúlanum, sum síðani stovnanina í 2003 hevur skipað fyri fleiri skeiðum. Ætlanin er at skipa fyri øðrum skeiðum í heyst, millum annað eitt í kirkjusøgu. Undirvísingin fer fram í samkomubygninginum hjá Filadelfia við Landavegin í Havn. Rigga til missiónsferð Grønland: Í summar er ætlanin at umbygda verjuskipið (myndin), sum nú er vorðið missiónsskip, skal leggja leiðina úr Føroyum til Grønlands. Her skal tað brúkast til missiónsferðir, nú hann fer at sigla runt til ymiskar bygdir við gleðiboðskapinum. Báturin hevur áður verið nýttur av grønlendsku sjóverjuni, og er tí bygdur til at kunna sigla í ísi. 18 fólk kunnu gista umborð. Vænta fleiri dómadagssektir Rusland: Hóast limir í eini russisk­ ari dómadagssekt hava givið seg yvir, verður hetta neyvan seinastu ferð at heimurin fer at hoyra um slíkar sektir. Serfrøðingar meta, at tað finnast hundrandavís av slíkum sektum, sum taka støði í Bíbliuni, tá talan er um dómadag. Hinvegin vísir tað seg, at flestu teirra hava stutta livitíð, helst tí at dómadagur ikki upprennur við heimsins undirgangi sum fráboðað. Eingin er yvir Gudi, hann er hin Hægsti! Hann hevur altíð verið, er og verður altíð. Hann skapti – uttan ráðgeving ella hjálp – alheimin. Hann skapti himmal og jørð og menniskjað – ja, alt! Hann situr høgt í Himli sínum. Tí tilbiðja og æra vit hann! Vit geva honum tann heiður, ið tilkemur skapara og Gudi okkara. Men hesin sami Gud sær eisini djúpari enn nakað menn­ iskja! Einki – hvørki í himli ella á jørð – kann fjala seg fyri eyga hansara. Men heldur eingin liggur so lágt, at hann ikki sær og kann bjarga! Hesin útrætti armurin hjá Gudi er Jesus Kristus! Hann sum var í faðirs síns dýrd, men frásegði sær hana og setti seg sjálvan óendaliga lágt, so at hann enntá doyði ein vanvirðisligan deyða á einum krossi sum heimsins størsti brotsmaður – í okkara stað! Hvussu lágt vit tí liggja, so fór hann nógv lægri enn vit fyri at taka alt okkara á seg, so hann kann fara undir okkum og bera okkum. Honum nýtist ikki at taka sær av okkum „smákyktum“. Men hann ger tað, tí hann elskar okkum óendaliga nógv. Hann, sum er yvir øllum, setur okkum framum alt. Lovaður veri hin Hægsti fyri tað – nú og um ævir! orðið Gud sær djúpt „Hvør er sum Harrin, vár Guð, hann, ið situr so høgt, hann, ið sær so djúpt á himni og á jørð?“ Sálmi 113,5­6 Hóast tey trúgvandi eru í minniluta, metir meirilutin av fólkinum í Vestureuropa at Bíblian er eitt mentunarberandi skrift, vísir ein nýggj kanning. ­ 80% av íbúgvunum í vestur­ heiminum meta Bíbliuna sum eitt áhugavert og læruríkt skrift. ­ Ein stórur partur metir har­ aftrat, at bókin eigur at verða lisin í skúlunum, á sama hátt sum aðrir klassiskir tekstir. Hetta er úrslitið av fyrstu stóru kanningini av viðurskiftunum til Bíbliuna, sum Vatikanið hevur gjørt í samanlagt níggju londum í vesturheiminum. ­ Í teimum londunum vit hava kannað, er Bíblian ikki ein bók fyri ein lítlan minniluta, men ein týdningarmikil felags tilvísing fyri ein stóran meiriluta í fólkinum, staðfestir Luca Diatellevi, sum er professari í sosiologi við universitetið í Rom. Langur vegur á mál Kanningin er gjørd millum 13.000 fólk í níggju vesturlendskum londum, við bæði katólskum, protestantiskum og ortodoksum meiriluta. ­ Hetta er tann mest systemat­ iska og samanberandi kanningin, sum yvirhøvur er gjørd millum vaksin, um kunnleika og samband teirra til tær kristnu skriftirnar, sigur Luca Diatellevi, sum hevur staðið fyri kanningini. Katólska Bíbliusamfelagið bað um kanningina, sum skal verða eitt upplegg til synoduna í oktober mánaði í ár. Kanningin vísir eisini, at tann tradisjonelli munurin millum katolikkar og protestantar, tá talan er um bíbliulesnað, er at kalla burtur, hóast – sum tikið verður til: Katolikkarnir hava enn ein langan veg á mál. ­ Tað er týðiligur munur millum USA og restina av vesturheiminum: Tey kristnu í Amerika brúka Bíbliuna nógv meiri systematiskt enn onnur. Men sekulariseringin merkir ikki, at tær kristnu røturnar í vesturheiminum eru við at hvørva. ­ Tað eru tey góðu tíðindini í kanningini, sigur Alexander Schweizer, aðalskrivari í Bíbliufelagsskapinum. Bíblian er felags góðs Bíblian hevur framvegis nógv av týða fyri mong menniskju í Vestureuropa Kvinnur og ungfólk gerast meiri religiøs, tá tey verða rakt av sjúku Danmark: ­ Hugsanin um Gud og meiningina við lívinum streingja meiri á, tá ein liggur í eini song á sjúkrahúsinum, skrivar danska blaðið Politiken. Hetta er serliga galdandi fyri kvinnur og ungdóm, at Gud fær ein størri leiklut undir sjúkra­ leguni, vísir ein kanning sum er gjørd á Ríkishospitalinum í Keyp­ mannahavn. Sætti hvør sjúklingur í aldursbólk­ inum millum 18 og 35 verður meiri trúgvandi, tá tey gerast sjúk, meðan lutfallið einans er 1 av hvørjum 20 fyri tey, ið eru farin um tey 56. Tað er hinvegin serliga kvinnur­ nar sum gerast meiri trúgvandi: 60 prosent av kvinnuligu sjúklingunum svara, at tær hugsa meiri um hvat er meiningin við lívinum, meðan talið fyri menn er 46 prosent. 480 sjúklingar tóku lut í kann­ ingini, sum er almannakunngjørd í Ugeskrift for Læger hesa vikuna. Tað sum serliga hevur vakt ans millum granskarar er, at tað er tann yngri bólkurin av sjúklingum sum gerst mest religiøsur undir eini innlegging. Religiónssosiologurin, Nadja Auske á Ríkishospitalinum heldur orsøkina vera, at hesin bólkurin er mest ávirkaður av sjúku undir innleggingini. ­ Men orsøkin kann eisini vera, at religiøsitetur tey seinnu árini er farin at hava størri týdning fyri tey yngru, vísir Nadja Auske á, sam­ bært norska blaðnum Aftenposten. Hon hevur sjálv verið við til at gera kanningina, og heldur, at henda kann gera sítt til at inn­ leggingar á sjúkrahúsum kunnu gerast enn betri í framtíðini. Ungar sjúkar kvinnur styrkjast í trúnni Kvinnur og ungdómur venda sær mest til religiónina, tá tey gerast álvarsliga sjúk Mynd: Scanpix Hesa vikuna: Øssur Kjølbro