Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 98 - 26. mai 2008 Nú verður aftur møguleiki at søkja stuðul úr felags- grunninum Nuuk – Reykjavík – Tórshavn. Ætlanin er í juni mánaði at taka avgerð um veitan av stuðli. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið, nær tað verður og um mettan kostnað. Hetta umsóknarblað fæst í Snarskivuni ella inni á heimasíðuni hjá kommununi. Meiri fæst at vita um treytir við at venda sær til Jens M. Poulsen, kommunustjóra, telefon 30 20 10. Umsókn merkt »Nuuk – Reykjavík – Tórshavn« eigur at vera Tórshavnar kommunu, postsmogu 32, 110 Tórshavn, í hendi seinasta lagi 3. juni 2008. Býarstýrini Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hava sett pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella annað, ið kann fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Grunnurin til frama fyri samstarvi og fatan millum Nuuk – Reykjavík – Tórshavn Tórshavnar kommuna Leygardagin endaði eitt hendingaríkt tíðarskeið í føroysk­ um politikki, tá ið Heðin Mortensen legði frá sær sum ÍSF forseti eftir heili 28 ár í sessinum. Í fríggjadagin nýttu hundraðtals fólk høv­ið at hitta hann á stórfingnari mót­ tøku í Norðurlanda­ húsinum Móttøka Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Seinnapartin í fríggjadagin var stór móttøka í Norður­ landahúsinum í sambandi við, at Heðin Mortensen í morgun leggur frá sær sum forseti í ÍSF eftir at hava røkt starvið í heili 28 ár. Hetta er tað longsta, nak­ ar norðurlendingur hevur sitið á ovastu ítróttarrókini. Tað var ein drúgv skrá á móttøkuni har verjin hjá ítróttinum í Føroyum, Jóann­ es Eidesgaard, løgmaður, varaforstin í ÍSF, Petur Elias Petersen og forsetin í Fót­ bóltssambandinum, Høgni í Stórustovu, fluttu fram røðu. Annars var fimleikafram­ sýning, tónleikur. Heðin Mortensen fekk eisini heilsan frá ítróttar­ sambandinum í Íslandi og forsetin í danska ítróttar­ sambandinum var komin til Føroyar á móttøku og hann segði eisini nøkur orð. Avgerðin um at leggja frá sær er ikki komin brádliga, tí Heðin Mortensen sigur, at tað eru tvey ár síðani at hann tók avgerðina um at nú var stundin komin at lata nýggjar kreftir koma framat. Avgjørt ikki lætt Men í samrøðu við Rás2 seinnapartin fríggjadagin viðgekk hann, at tað er avgjørt ikki lætt at leggja frá sær og at tað er við sorgblídni at hann nú sigur farvæl eftir at hava brúkt helvtina av lívinum upp á ítrótt. Hinvegin fer hann neyvan at sleppa ítróttinum heilt, tí verður boð eftir eini hjálp­ andi hond til okkurt, er hann til reiðar at taka eitt tak. Á móttøku í Norðurlandahúsinum fríggjadagin nýttu nógv fólk høvið at takka Heðini Mortensen fyri drúgva tænastu fyri ítróttinum í Føroyum Løgtingskv­innan skal giftast um ein góðan mánað, men leygardagin tóku familjan hana og kom­ andi mann hennara á bóli og høv­du tey til almenna framsýning í Vágsbotni í dýrd­ arv­eðrinum seinna­ partin leygardagin Polterabend Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið Annika Olsen gníggj­ aði svøvnin úr eygunum í dýrdarveðrinum leygar­ morgunin, grunaði hon ikki, at hetta skuldi blíva ein heilt serligur dagur. Tann 5. juli skal hon gift­ ast við Jacobi Horn, teldu­ verkfrøðingi í nærverkinum, men tað kemur nokk ikki so óvart á hana. Annika Ol Her sita Annika Olsen, løgtingskvinna og komandi maður hennara, Jacob Horn, til almenna framsýning í Vágsbotni seinna­ partin leygardagin ímeðan Sigrid Rasmussen spælir violin fyri teimum og kokkurin á Toscana hyggur at Hundraðtals fólk søgdu Heðini farvæl