Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 98 - 26. mai 2008 lýsingar Starvsfólk til Barnaverndartænastuna Fyri: Sørvágs,- Miðvágs-, Sandavágs-, Kvívíkar- og Vestmanna kommunur Við hesum verður søkt eftir starvsfólki til Barnaverndartænastuna fyri Sørvágs-, Mið- vágs-, Sandavágs-, Kvívíkar- og Vestmanna kommunur til setan skjótast gjørligt. Talan er um farloyvisstarv fulla tíð frá 01.08.08 til 31.01.09 við møguleika fyri leingjan. Barnaverndartænastan heldur til á kommunu- skrivstovuni í Sandavági og nakað av ferðing má roknast í starvinum. Arbeiðsøki: Arbeiði er fjølbroytt og umfatar, umframt alt vanligt skrivstovuarbeiði, m.a. heimavitjanir, at ráðgeva børnum og/ella familjum teirra, at samstarva við og seta stuðlar í starv. Arbeiðið umfatar somuleiðis samskifti og tvør- fakligt samstarv við skúlar, dagstovnar/dag- røktir, læknar, heilsurøktarfrøðingar, løgreglu, almennar stovnar o.o. Vit vænta av tær: • At tú hevur hóskandi útbúgving, t.d. sosialráðgevi. • At tú hevur arbeiðsroyndir innan málsviðgerð í almennari umsiting og/ella hevur royndir frá barnaverndararbeiði. • At tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevnir • At tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og sjálvstøðug/ur í arbeiðnum. • At tú ert nærverandi og hevur umsorgan fyri barnsins tørvi. • At tú hevur góðan telduførleika • At tú hevur góðan kunnleika í føroyskum máli. Løn: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið. Umsókn: Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga um- sókn saman við avriti av prógvum og viðmælum til Barnaverndartænastuna, Postrúm 19, 360 Sandavágur. Umsóknin skal verða Barnaverndartænastuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 09. juni 2008 kl. 12.00. Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Jónley Poulsen á telefon 333 960 ella 213 960. Barnaverndartænastan tilskilar sær rættin til at søkja av nýggjum, um ikki nóg nógvar umsóknir eru til starvið. Barnaverndartænastan Sókt verður eftir bussførara Áhugaði kunnu ringja 58 90 11 at koyra á leið 101 og 300. Vit kunnu bjóða góða løn og nógva frítíð. Bátar til einhvønn tørv Vælkomin at ringja 219450 ella senda ein t-post til hpe@kallnet.fo SP/F RÚNAR Túnagøta 1 · 600 Saltangará tlf. 219450 · fax 449191 · hpe@kallnet.fo m.a. hendan Antioche 700 7,00 x 2,75 m v/120 hk. Volvo Báturin er á goymslu Vælkomin at geva boð. OV STÓR HÚS?? Tað er kanska strævið hjá tær at halda húsini og tú umhugsar kanska at býta um við eina minni íbúð, sum er nógv bíligari í el og hita og hartil einki viðlíkahald. Eigur tú, ella tit, eini hús í Havn ella Suður Streymoy, kunnu vit kanska taka eitt prát um, hvussu nógv vit evt. skulu gjalda ímillum. Vit hava eina góða íbúð á Ternuryggi í Havn, ca. 70 m², stova og køkur í einum og 2 kømur. Hevur hetta áhuga, vinarliga sendi okkum nakrar reglur. Bill. Mrk. 0197 Køkurin er opin hvønn gerandisdag til kl. 22.30 og í vikuskiftinum til kl. 23.00. Tórsgøta 11 Tel. 31 97 67 www.riobravo.fo