Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-26, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. mai 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 20. mai 2008 lýsingartilfar Ein røð av musicals London er avgjørt býurin, um tú vil uppliva ein musical – ella fleiri. Les Miserables er uttan iva heimsins best umtókti musical. Fleiri enn 50 milliónir fólk í 38 londum á 21 málum hava sæð hann. Hetta er eisini tann musical, sum hevur verið framførdur longst út í eitt, heilt frá tí hann hevði frumframførðslu í oktober 1985 fram til dagin í dag. Hendingin fer fram í Fraklandi í 19. øld, og telur sangir sum »On My Own«, »One Day More« og »Do You Hear The People Sing«. Les Miserables er innspældur 31 ferðir, millum annað ein platinseljandi útgáva frá uppsetingini í London, og ein Grammy-vinnandi Broadway-útgáva av musicalinum. Videoin frá 10-ára hátíðarhaldinum fyri gallakonsertini í Royal Albert Hall hevur selt fleiri enn eina million, og tað ger hana til eina av mest seljandi musicalvideounum í Bretlandi. Uppsetingin hjá Cameron Mackintosh/Royal Shakespeare Company av Les Miserables eftir Alain Boubil og Claudes-Michel Schönberg er bygd á skaldsøguna hjá Victor Hugo, og hevur sangtekstir frá Herbert Kretzmer og tónleik av Claude-Michel Schönberg við orginalteksti av Alain Boubil. Les Miserables er tulkaður og leikstjórnaður av Trevor Nunn og John Caird. Les Miserables varð fyrsti stóri vestligi musicalurin, sum er framførdur í Kina á enskum, tá hann varð framfødrur fyri fullum húsi í einum avmarkaðum tíðarskeiði í Shanghai Grand Theatre í juni 2002. Ætlanir eru um at seta leikin upp á kinesiskum. 46 Havamøblar kr. 4.000,- Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54 Rein føroysk ull! besta ognarmeklarafyritøkan Tórsgøta 16 · Tórshavn · Tel 35 74 00 · www.skyn.fo VIKUBLAÐIÐ Gávubúð - 700 Klaksvík - Tel. 455238 Villeroy & Boch Partyplate Hjá Annu VIDUNDUR TRUSSUR kr. 230,- Dr. Jakobsens gøta 24 · Tlf. 31 53 17 NÝTT      Bøkur Fløgur DVD Vitin Kristiligur Bókhandil Heiðav. 42 · 600 Saltangará · tel 44 91 62 Hópin av nýggjari vøru! TLF. 28 00 96 ELLA 28 00 97 FOROYACARE@EMAIL.FO FAX: 31 90 96