mánadagur 26. mai 2008síða 48
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 20. mai 2008
lýsingartilfar
Big Ben
Eitt hitt kendasta merki í øllum London er Big Ben. Stóra klokkan í
The Clock Tower liggur í landnyrðingshorninum av Houses of
Parliament í Westminster í London. Vanliga verður tornið alt
nevnt Big Ben, men hetta er ikki rætt, tí tað er bert klokkan sjálv,
sum hevur hetta navnið. Tornið sjálvt nevnist the Clock Tower.
Tornið var lagt í oyðu í einum stórum eldi náttina til 22. oktober
1834, tá alt Palace of Westminster brendi í grund.
Nýggja tornið er 96,3 metrar høgt. Fyrstu 61 metrarnir eru gjørdir
av múrsetini, meðan restin av torninum er gjørd úr stoypijarni.
Tornið er gravað fýra metrar niður í jørðina og tær fýra klokkurnar
liggja í 55 metra hædd.
Orsakað av jarðarviðurskiftunum hellir tornið 220 millimetrar í ein
landnyrðing. Tornið sveiggjar nakrar fáar millimetrar eyst og vest
um árið.
48
Tel. 778877 · info@hotel-runavik.fo · www.hotel-runavik.fo
Tel. 42 31 71
Fartel. 21 15 90
info@gjaargardur.fo
www.gjaargardur.fo
GJÁARGARÐUR
Guesthouse of Gjógv
Les meiri um tilboð á www.gjaargardur.fo
Gjolla tær
við Gjógv …