Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 [ Nr. 99 - 27. mai 2008 ] Kia Motors hevur bygt sína egnu bilverksmiðju í Evropa og floymir nú yvir evropeiska marknaðin við rúkandi ferð. Talan er um eina bilverksmiðju, sum hevur stórar ætlanir í Evropa. Verksmiðjan er ein tann mest framkomna í øllum heiminum, og í 2007 tóku teir allan bilaídnaðin á bóli við at geva heilt upp til 7-ára garanti upp á sínar bilar. Málsetningurin hjá Kia Motors er heilt greiður. Teir skulu verða millum heimsins størstu bilframleiðararnar. KIA Rio Kia Rio varð í 2006 í eini stórari marknaðarkann- ing útnevndur sum tann bilurin, sum fægst feilir vóru við. Hann fæst við nógvari útgerð og hevur roynst ein avbera rakstrartryggur bilur. Rio hevur eisini ESP sum standardútgerð og alla aðra vanliga trygdar- útgerð. Rio fæst m.a. við einum orkusparandi 1.4 litra motori við 97HK og við 5 hurðum. Nýtt snið av Kia Rio kemur í 2008. úr kr. 159.800 Kia – millum heimsins fremstu bilaframleiðarar Kia Picanto úr kr. 124.800 Kia Magentis úr kr. 224.800 Kia Carens úr kr. 256.800 Kia Ceed úr kr. 184.800 Kia Sportage úr kr. 270.800 Kia Sorento úr kr. 375.800 BERG MOTORS Staravegur 1-3 · FO-100 Tórshavn · tel 31 35 35 · fax 31 77 35 Stoksoyrarvegur 8 · 700 Klaksvík · tel 45 74 74 · fax 45 74 11 info@bm.fo · www.bm.fo Søkt verður eftir skrivstovufólki til avgreiðslu- skrivstovuna hjá Vága Floghavn at byrja 1. juli 2008 ella skjótast tilber. STARVSØKI TÍTT VERÐUR: Lønaravrokning Fyrireiking av data og innheinting av floghavnargjøldum Hagtalsgreining Skjalaskipan Dagføring av handbókum Dagføring av sjúkulistum og feriulistum Postur, móttøka, skráseting og innanhýsis skifti íroknað Fyrifallandi arbeiði, so sum ljóstøka, telefon- ansing, skrivaraarbeiði og annað VIT VÆNTA, AT TÚ: Hevur grundleggjandi førleika í sambandi við skrivstovuarbeiði Hevur góðan kunnleika til teld Hevur sjálvstøðugan, skilvísan hugburð til at loysa umsitingarlig verkevni og evni at greiða fleiri mál um somu tíð Dugir væl at orðbera teg í talu og í skrift Arbeiðir samvitskufult og miðvíst og hevur vilja og evni at samstarva á ymiskum stigum Vilt taka lut í verkætlanum í sambandi við raksturin av floghavnini Sýnir framfýsni, samstarv og nærlagni í arbeiði num og hevur hug til at veita góða tænastu. VIT BJÓÐA: Eitt starv í skapandi og spennandi arbeiðs- umhvørvi. Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðssetningar, ið venda sær úteftir. Løn sambært lønarflokki 3 í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið FLEIRI UPPLÝSINGAR: Tørvar tær fleiri upplýsingar, ber til at venda sær til Jákup Persson, Vága Floghavn á telefon 354400 Skrivlig umsókn skal sendast til Vága Floghavn, FO-380 Sørvágur og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. juni 2008 Upplýsingar um floghavnina annars finnast á heimasíðu okkara: www.floghavn.fo STARVSLÝSING SKRIVSTOVUFÓLK VÁGA FLOGHAVN &/ 3’RVÈGURs4ELEFONs&AKSs!VGRTÓ¦ sWWWmOGHAVNFOsmOGHAVN mOGHAVNFO Lesið -so eru tit við!