mikudagur 28. mai 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 100 - 28. mai 2008
Móttøkufólk
Í móttøkuni hjá Miðlahúsinum
er starv leyst, nú eitt av starvs-
fólkum okkara fer av landinum í út-
búgvingarørindum. Vit rokna við, at
tú byrjar í starvinum í seinasta lagi
1. august, men um møguligt síggja
vit fegin, at tú byrjar fyri ta tíð.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna,
og fevnir starvið um kundamóttøku
og –avgreiðslu av viðskiftafólkum
hjá Rás2 og Sosialinum. Bæði
umvegis telefon og í beinleiðis
samskifti við tey mongu, sum
hvønn dag støkka inn á gólv hjá
okkum í Vágsbotni. Eisini fevnir
starsvøkið um part av skrivstovu-
arbeiðinum hjá Rás2 og Sosiali-
num. Skrivstovuútbúgving er tí ein
fyrimunur, men hetta verður ikki
sett sum treyt.
Vit kunnu bjóða tær starv í eini
spennandi fyritøku, sum hevur
verið í stórari menning seinastu
nógvu árini, og sum í dag er eitt
veruligt miðlahús við framleiðslum
og tænastum á fleiri miðlapallum.
Merki brævbjálvan »umsókn« og
sendi hesa til:
Sosialurin
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Áhugað kunnu eisini ringja til Jan
Müller ella Regin I. Jakobsen á tlf
341800, ella senda teldupost til:
jan@sosialurin.fo ella
regin@sosialurin.fo
Seinasta freist at søkja starvið er
13. juni 2008.
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Samtakið kring Miðlahúsið fevnir um Sosialin og Miðlavarpið, ið rekur Rás2.
Í samtakinum starvast í dag 42 fólk.
Starvsfólk til móttøkuna og skrivstovuna
Fast starv sum bilførari
Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 8 | Postboks 188
FO-110 Tórshavn | Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo
Arbeiðsøki
Bilførari, koyra tangabil
Krøv
Stóra koyrikortið. Umsøkjarar við royndum hava fyrimun
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Løn
Smb. sáttmála við Havnar Arbeiðsmannafelag
Byrja
Skjótast til ber
Meira kann fáast at vita um starvið frá
Andrias Jacobsen á tlf. 347400, lokal 430
Eitt starv sum bilførari á Viðarnesi er leyst at søkja skjótast tilber
Kia Carnival úr kr. 334.800
Kia Motors hevur bygt sína egnu bilverksmiðju í
Evropa og floymir nú yvir evropeiska marknaðin við
rúkandi ferð. Talan er um eina bilverksmiðju, sum
hevur stórar ætlanir í Evropa. Verksmiðjan er ein
tann mest framkomna í øllum heiminum, og í 2007
tóku teir allan bilaídnaðin á bóli við at geva heilt upp
til 7-ára garanti upp á sínar bilar. Málsetningurin hjá
Kia Motors er heilt greiður. Teir skulu verða millum
heimsins størstu bilframleiðararnar.
KIA Sorento
Kia Sorento hevur nú
fingið eina andlitslyfting
og er ein av best umtóktu
4x4 á evropiska markn-
aðinum. Við 170HK og
eini togmegi uppá
hálvtfjórða tons er hetta
ein ektaður 4x4 við einum
botntrekki uppá 392 Nm.
Kortini er hetta at meta
við ein sera vælútgjørdan
SUV, nærmast sum ein
luksuskendan stationcar.
Sorento fæst eisini sum
vørubilur.
úr kr. 375.800
Kia – millum heimsins fremstu bilaframleiðarar
Kia Picanto úr kr. 124.800
Kia Magentis úr kr. 224.800
Kia Rio úr kr. 159.800
Kia Carens úr kr. 256.800
Kia cee'd úr kr. 184.800
BERG MOTORS
Staravegur 1-3 · FO-100 Tórshavn · tel 31 35 35 · fax 31 77 35
Stoksoyrarvegur 8 · 700 Klaksvík · tel 45 74 74 · fax 45 74 11
info@bm.fo · www.bm.fo