mikudagur 28. mai 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 100 - 28. mai 2008
tíðindi
Føroyska sangkvinn
an Lena Anderssen
trýnur nú aftur
á pall. Hetta er
fyrsta almenna
konsertin í føroyska
høvuðsstaðnum í
skjótt 18 mánaðir
KONSERT
Lena Anderssen, sum bara
spældi eina almenna kon
sert í Føroyum í fjør – ein
útseld konsert í Atlantis í
Klaksvík fer á pall í Sjón
leikarhúsinum leygarkvøld
ið 14. juni. Við sær hevur
hon mannin hjá sær Niclas
Johannesen á guitara, um
framt at onkur gestur verður
aftrat.
Tá Lena gav út fløguna
»Let Your Scars Dance« í
fjør, var hetta við fyrstu
føroyskum tónum úr víða
gitnu Abbey Road upptøku
hølunum í Onglandi. Føroy
ingar hava eisini tikið sera
væl ímóti nýggjastu fløg
uni, ið hevur fingið heiður
in at vera kosin »Ársins
Fløga« til bæði Planet
Awards og av lesarunum
hjá Dimmalætting.
Hóast lítið hevur verið at
hoyrt til Lenu á føroyskum
palli seinasta árið, so var
hon á stórari konsertferð
kring alt Evropa í fjørheyst,
har føroyska sangarinnan
var serligur gestur við
avstralska artistinum Xavier
Rudd. Konsertferðin var
útseld, og Lena fekk sera
góð skoðsmál. »Suverænt
og undirhaldandi« skrivaði
stóra týska netsíðan Music
headquarter eftir Lenusa
framførslu í Frankfurt.
Lena, sum í juni verður
við á danska Spot Festival
inum, sum partur av Nordic
Cowriters, fer seinni í juni
at spæla í Danmark og
Írlandi eisini. Men fyrst er
konsert í góða, gamla Sjón
leikarhúsinum á skránni.
Lena Anderssen
í Sjónleikarhúsinum
Dámar tær
kundatænastu?
TRYGD leitar eftir fólki til kundatænastuna
STARVIÐ
Talan er um spennandi starv, har nakrar av uppgávum tínum
verða at avgreiða telefonkundar og kundar, ið støkka inn á
gólvið, umframt at røkja umsitingarligar og aðrar fjølbroyttar
innanhýsis uppgávur.
TÚ
Tú dugir væl at samskifta við kundar á bæði føroyskum,
enskum og donskum. Somuleiðis dugir tú væl at raðfesta og
at halda ásettar freistir, ert framtøkin, arbeiðir sjálvstøðugt,
hevur lætt lyndi, sært tað skilagóða í broytingum og hevur ein
fínan sans fyri kundatænastu.
UMSÓKNIR OG STARVSSETAN
Starvið verður sett sambært sáttmála við Finansforbundet.
Vit vilja seta starvið sum skjótast, men eru sinnað at bíða
eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn við viðkomandi skjølum,
eitt nú starvsroyndum, skal vera okkum í hendi innan 11.
juni 2008. Send umsóknina til P/F TRYGD, Att.: Jean Djurhuus,
Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, ella til jdj@trygd.fo.
lES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRYGD.fO
UMSÓKNARfREIST ER 11. jUNI 2008
SOlEIÐIS ER TRYGD
TRYGD er ein skjótvirkin og
slóðbrótandi fyritøka, ið mangan
setur dagsskránna í føroyska
tryggingarheiminum. TRYGD
grundar virksemi sítt á dygd, skjóta
avgreiðslu, greiðleika, nýhugsan og
lønsemi.
TRYGD er eisini ein sterk og
framlítandi eind, ið veit, hvussu
týðandi tað er at geva fjølbroyttum
og skapandi menniskjum rásarúm.
Hjá TRYGD starvast 27 fólk, og vit
umseta í dag fyri meira enn 85 mió.
krónur um árið.
TRYGD bjóðar tær góðar
møguleikar fyri yrkisligari og
persónligari menning í einum
virknum og nýskapandi toymi. Tú
verður við til at flyta felagið inn
í framtíðina, og vit síggja tínar
persónligu dygdir sum ein týðandi
lut í at gera TRYGD enn sterkari.
Kemur tú við?
78 av 180 ungum
á bíðilista til
miðnámsútbúgving,
ið hava fingið avslag
vegna plásstrot,
fáa nú møguleika
at nema sær
miðnámsútbúgving
hóast alt. Hetta vegna
serligt átak
TíðiNdaSKRiv
Mentamálaráðið
180 ung í Føroyum hava
vegna plásstrot fingið boð
um, at tey ikki kunnu byrja
á FHS ella HH á Handils
skúlunum í Tórshavn og
Kambsdali eftir summar
frítíðina í ár. Hetta er als
ikki í tráð við ynskini ella
málsetningarnar hjá sam
gonguni, og eru óvanlig
stig tí tikin, fyri at at bøta
um trupulleikan sum skjót
ast.
Nú nýggjur skúli verður
bygdur í Runavík, verður
skúlin í Søldarfirði tøkur.
Skúlin stóð liðugur í 1993,
hevur 6 skúlastovur og allar
hentleikar. Avgjørt er tí, at
Mentamálaráðið fer at leiga
skúlan, soleiðis at møguleiki
verður fyri, at taka upp 3
eyka flokkar í ár – 2 FHS
og 1 HH. Talan verður so
statt um, at 78 næmingar
verða tiknir upp á Handils
skúlanum afturat teimum
312, ið longu eru tikin upp
á Handilsskúlunum í Tórs
havn og á Kambsdali.
Fyri at tryggja at øll ung,
ið hava søkt inn á Handils
skúlarnar í Føroyum verða
javnsett, nú nýggjur skúli
verður leigaður, fáa 78 tey
best skikkaðu á bíðilistanum
– uttan mun til bústað – í
næstum í boði, at byrja í
eyka flokkunum í Søldar
firði.
Leggjast skal afturat, at
hetta er treytað av, at játtan
fæst til endamálið á fíggj
arlógini fyri 2008, ið sum
kunnugt ikki er endaliga
samtykt á Løgtingi enn.
Skúladepilin í Suðuroy,
Fiskivinnuskúlin í Vest
manna og Tekniski skúli í
Klaksvík
verða
allir
í
nýggjum hami í 2008. Farið
er nú undir at byggja nýggj
an skúladepil í Tórshavn,
og tá hesin er liðugur eigur
útbygging av skúladeplinum
í Kambsdali at standa fyri
tørni. Av tí, at tað ganga
nøkur ár, áðrenn hetta verð
ur veruleiki, er alneyðugt
við fyribils loysn í Eystur
oynni. Skúlin í Søldarfirði
er liður í hesi loysn.
»Tað er avgerandi neyð
ugt, at øll tey ungu, ið
ynskja at nema sær mið
námsútbúgvingar í Føroy
um, fáa møguleika fyri hes
um. Hetta átakið betrar
munandi um støðuna, men
málið er, at tryggja at allir
skikkaðir umsøkjarar fáa
møguleika at taka miðnáms
útbúgving. Endurskoðaðu
miðnámsútbúgvingarnar
verða settar í verk í august
2009, og tá eigur at verða
ásett í lóg, at allir skikkaðir
umsøkjarar
skulu
verða
upptiknir«, sigur Kristina
Háfoss, landsstýriskvinna í
útbúgvingarmálum.
Handilsskúli í
Søldafjarðar skúla