Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 28. mai 2008 21 tíðindi Í apríl næsta ár verð­ ur sett á at bora sjeynda leitibrunnin á føroyska land­ grunninum. Tað er á Anne Marie leiðini. Oljufeløgini ENI, Faroe Petroleum og Sieco eru við í hesi spennandi verkætlan­ ini. Oljuleiting Jan Müller jan@sosialurin.fo Hóast Williambrunnurin, sum varð boraður á land­ grunninum í vetur, var turr­ ur, hava oljufeløgini ikki mist vónina at finna olju ella gass her. Farið er longu undir at fyrireika næsta brunnin á landgrunninum. Á kunnandi fundi fyri før­ oyskar fíggingarstovnar og miðlarnar í gjár upplýsti Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum, at borurin verð­ ur settur í á Anne Marie leiðini í apríl 2009. Hesin brunnurin er so bert ein av nógvum, sum Faroe Petrole­ um er við til at bora koman­ di tvey árini í føroyskum øki, á bretska landgrunnin­ um vestan fyri Hetland og í Norðsjónum. Endamálið við fundinum í Havn var at kunna um nógv økta virksemi hjá oljufelagnum og at viðgera møguleikan hjá Faroe Petroleum at skráseta seg á einum partabrævamarknaði í Norðurlondum umframt verandi AIM børsinum í London. Íløgur í oljupartabrøv Vit spurdu Graham Stewart, stjóra, um teir royna at fáa fleiri føroyingar at gera íløg­ ur í Faroe Petroleum! ­Sjálvandi ynskja vit tað, men tað er spurningurin, um tað skulu vera fleiri før­ oyingar ella fleiri íleggjarar sum heild. Vit kunnu ikki bestemma, hvør verður íleggjari hjá okkum, um tað eru føroyingar ella onnur. Vit hava fleiri loyvi í Føroy­ um, og uppruni okkara er jú her í Føroyum. Vit hava føroyskan samleika uppá nógvar mátar, so tað er sjálv­ andi áhugavert fyri okkum at hava fleiri stuðlar her hei­ ma. ­Tað hevur ikki sæð so ljóst út á partabrævamark­ naðinum nú í eina tíð. Er ikki vandi fyri, at føroyingar, sum vilja seta pengar í eitt nú Faroe Petroleum, fara at missa pengar? ­Ein má viðganga, at tá man ger íløgur í oljufyritøk­ ur og serstakliga leitingarfe­ løg, og vit eru jú eitt slíkt, so er altíð ein váði í tí. Okk­ ara uppgáva er m.a. at min­ ka um váðan, sum fylgir við eini íløgu í eitt oljufelag. At vit hava 47 leitiloyvi ger, at vit spjaða váðan, og at vit bora umleið 20 brunnar komandi árini ger, at møgu­ leikin fyri at finna nakað, sum ger positivan mun, er til steðar. Tann váðin er so lágur, sum man kann gera hann. So tað er ein váði til steðar, har man kann missa allar pengarnar, men vit ge­ ra okkara besta fyri, at tað skal vera beint tvørturímóti, soleiðis at man fær eina góða kapitalhækkan. Graham Stewart sigur tað annars ikki vera sína uppgá­ vu at mæla fólki til at seta pengar í teirra felag, men kann bert siga, at teir, sum arbeiða í felagnum, hava sjálvir gjørt íløgur í felagið og halda tað vera eina góða avgerð. Føroyskt ella útlendskt! ­Tað verður onkuntíð sagt, at Faroe Petroleum er ikki eitt føroyskt oljufelag, men er eitt útlendskt felag! ­Tað veit eg ikki. Tað eru nógv, sum spyrja; hvat er eitt føroyskt, eitt norskt og eitt enskt oljufelag? Vit hava sum eitt lutvíst lítið oljufelag gjørt íløgur í Før­ oyum uppá 150 mill. kr. Vit hava verið við í trimum brunnum, eiga fimm loyvi í Føroyum og eru eisini fyri­ støðufelag í Føroyum. So vit hava foksuserað nógv uppá Føroyar, og vit ynskja, at tað skal henda nógv á hes­ um øki bæði fyri okkum og fyri føroyska samfelagið. Um man kann siga, at vit eru eitt føroyskt felag er so tað. Vit eru skrásettir í Lon­ don, og tað ljóðar sum vit eru eitt bretskt felag. So mín niðurstøða er tann, at vit eru eitt sindur blandaðir, norskt, bretskt og føroyskt. ­Nú hava vit eisini eitt annað føroyskt oljufelag, Atlantic Petroleum. Er tað skilagott at hava tvey ”før­ oysk” oljufeløg, nú vit eru so lítið samfelag? ­Skilagott? Ella skal man vera glaður fyri tað! Ein kundi hugsað sær kanska at havt uppaftur fleiri. Tað hev­ ur man pláss til úti í verðini. Haldi at føroyingar hava lært nokk so fitt í oljuverðini nú, sum kann brúkast uttan­ landa og sum hevur verið til Stórar vónir til Anne Marie brunnin Faroe Petroleum fólk og ráðgevar kunnaðu føroyska fíggjarheimin um ætlanina at skráseta felagið á enn einum børsi. Fv. Frank Moxon, børsráðgevi, Edward Westropp, kunningarráðgevi, Nils Sørensen, stjóri og Graham Stewart, stjóri. Mynd: Jan Müller.